Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kom bókin undan í heilum líki?

Hvussu kom bókin undan í heilum líki?

Hvussu kom bókin undan í heilum líki?

Gamlar bøkur hava natúrligar fíggindar, til dømis eld, vætu og hýggj. Bíblian er heldur ikki sloppin snikkaleys. Søgan um, hvussu hon hóast tíðarinnar ágang gjørdist mest atkomuliga bókin í heiminum, er einastandandi ímillum gamlar skriftir. Tann søgan hevur uppiborið meira enn vanligan áhuga.

BÍBLIUHØVUNDARNIR ristu ikki orð síni í stein og prentaðu tey heldur ikki á haldgóðar leirtalvur. Teir nýttu forgeingiligt tilfar sum papyrus (úr egyptisku plantuni við sama navni) og pergament (úr djóraskinni).

Hvussu gekst teimum upprunaligu skriftunum? Tær eru helst langt síðan molnaðar burtur í tí forna Ísrael. Granskarin Oscar Paret greiðir soleiðis frá: „Hesi bæði skrivitilførini [papyrus og skinn] eru sera viðbrekin fyri fukti, hýggi og ymiskum ormverum. Vit vita av dagligum royndum, hvussu lættliga pappír og eisini sterkt leður ferst, um tað liggur úti ella í fuktigum rúmi.“1

Men tá upprunaritini ikki longur eru til, hvussu vórðu orðini hjá bíbliuhøvundunum so goymd okkum nú á døgum?

Nærlagdir skrivarar varðveittu tekstin

Stutt eftir at upprunaritini vórðu skrivað, byrjaðu avskrivingarnar. At avskriva Skriftirnar gjørdist í veruleikanum eitt yrki í fortíðar Ísrael. (Ezra 7:6; Sálmur 45:1) Men avritini vórðu eisini skrivað á forgeingiligt tilfar, og sum frá leið máttu onnur hondskrivað avrit koma í staðin. Av tí at upprunaritini ikki longur vóru til, gjørdust hesi avritini støði undir nýggjum avritum. Avskrivingin av avritum helt áfram í nógvar øldir. Hava mistøkini hjá skrivarunum allar hesar øldirnar so broytt bíbliuteksin munandi? Vitnisburðirnir siga nei.

Yrkisskrivararnir vóru sera trúfastir. Teir høvdu djúpa virðing fyri tekstinum, sum teir avskrivaðu. Teir vóru eisini smávandnir. Hebraiska orðið, sum verður týtt „skrivari“, er so·pherʹ og vísir til tað at telja og bóka. Masoretarnir vóru eitt gott dømi um, hvussu nærlagdir avskrivararnir vóru. * Viðvíkjandi teimum segði vísindamaðurin Thomas Hartwell Horne: „Teir . . . taldu til mittasta bókstavin í Pentateukinum [fyrstu fimm bøkurnar í Bíbliuni], mittasta setningin í hvørjari bók, og hvussu ofta hvør bókstavur í [hebraiska] alfabetinum kemur fyri í øllum Hebraisku Skriftunum.“3

Serkønir avskrivarar eftirkannaðu soleiðis á ymiskan hátt tann tekstin, teir høvdu skrivað. Fyri ikki at leggja so mikið sum ein bókstav burtur úr bíbliutekstinum, tóku teir sær ikki bara fyri at telja tey avskrivaðu orðini, men eisini bókstavirnar. Teir fóru ikki lætt um. Eftir øllum at døma hildu teir skil á 815.140 ymiskum bókstavum í Hebraisku Skriftunum!4 Við slíkum nærlagni gjørdust avritini sera neyv.

Men avskrivararnir vóru hóast alt ikki lýtaleysir. Hvussu vita vit, at bíbliuteksturin framvegis er álítandi, tá hann hevur verið avskrivaður í øldir?

Haldgott grundarlag fyri áliti

Okkum nýtist ikki at ivast í, at Bíblian, sum er givin víðari til okkara dagar, er nágreinilig. Prógvini eru til skjals í umleið 6.000 fullfíggjaðum ella ófullfíggjaðum handritum av Hebraisku Skriftunum og okkurt um 5.000 handritum av Kristnu Griksku Skriftunum. Teirra millum er eitt handrit av Hebraisku Skriftunum, sum varð funnið í 1947, og sum vísir, hvussu neyv avskrivingin av Skriftunum var. Tað hevur síðani verið nevnt „størsti handritafundurin nú í tíðini“.5

Í 1947 varnaðist ein ungur beduinhirði, sum goymdi at seyði, eitt helli nærhendis Deyðahavinum. Í hellinum fann hann fleiri leirkrukkur, meginpartin tómar. Men ein krukka hevði tætt innsigli, og í henni fann hann, væl ballaða í lørift, eina skinnrullu við allari Esaiasar bók úr Bíbliuni. Á tí væl varðveittu, men slitnu skriftrulluni sást, at hon hevði verið umvæld, áðrenn hon varð goymd í krukkuni. Lítið mundi hin ungi hirðin gruna, at tann gamla skriftrullan í hansara hondum, seinni skuldi gerast heimsgitin.

Hví var hetta handritið so týdningarmikið? Í 1947 stavaðu tey elstu fullfíggjaðu handritini, menn kendu til, úr 10. øld e.o.t. Men hesa skriftrulluna tíðarfestu teir til 2. øld f.o.t. * Hon var sostatt meir enn eitt túsund ár eldri. * Granskarar vóru ógvuliga áhugaðir í at samanbera hesa skriftrulluna við eintøk, sum vórðu gjørd nógv seinni.

Til dømis samanbóru granskarar kapittul 53 á Esaiasrulluni frá Deyðahavinum við masoretiska tekstin, sum varð gjørdur túsund ár seinni. Bókin A General Introduction to the Bible sigur soleiðis frá úrslitinum: „Burtur úr teimum 166 orðunum í Esaias 53, eru bert 17 bókstavir ivasamir. Tíggju av teimum eru bert ein spurningur um stavseting, og tað hevur onga ávirkan á meiningina. Fýra aðrir eru smáar stílskar broytingar, til dømis sambindingarorð. Tríggir bókstavir eru so eftir, og teir mynda orðið ’ljós’, sum er sett inn í ørindi 11, og sum ikki ávirkar meiningina serliga nógv. . . . Í einum kapitli við 166 orðum, er sostatt, eftir at tað hevur verið givið víðari í túsund ár, bert ivi um eitt orð (tríggjar bókstavir) — og hetta orðið broytir ikki meiningina nakað serligt.“7

Millar Burrows, professari, sum í eitt áramál arbeiddi við Deyðahavsrullunum og gjøllkannaði innihaldið, kom til nakað sama niðurskurð: „Nógvir av mununum á . . . Esaiasrulluni og masoretiska tekstinum kunnu lýsast sum avskrivaravillur. Burtur sæð frá teimum er samsvarið við tekstin í miðaldar handritunum sum heild merkisvert. Slíkt samsvar í einum handriti, sum er so mikið eldri, er tryggjandi vitnisburður um, hvussu nágreiniligur tann avskrivaði teksturin vanliga er.“8

Ein líknandi „tryggjandi vitnisburður“ fæst í samband við avskrivingina av Kristnu Griksku Skriftunum. Tá Codex Sinaiticus, eitt pergamenthandrit úr 4. øld e.v.t., til dømis varð funnið í 19. øld, var tað við til at vátta neyvleikan í avritum av Kristnu Griksku Skriftunum, sum vórðu skrivað fleiri hundrað ár seinni. Eitt papyrusbrot úr Jóhannesevangeliinum, sum varð funnið í Faiyūm í Egyptalandi, er tíðarfest til fyrstu helvt av 2. øld e.o.t., minni enn 50 ár eftir at upprunaritið varð skrivað. Brotið hevur í øldir ligið goymt í turrum sandi. Teksturin samsvarar við tekstin í handritum, sum vórðu gjørd nógv seinni.9

Vitnisburðirnir vátta sostatt, at avskrivararnir veruliga vóru sera nærlagdir. Men teir gjørdu hóast alt mistøk. Einki handrit er lýtaleyst, heldur ikki Esaiasrullan frá Deyðahavinum. Bíbliugranskararnir hava kortini verið førir fyri at finna og rætta slík frávik frá upprunatekstinum.

Avskrivaravillur verða rættaðar

Hugsa tær, at 100 fólk vórðu biðin um at gera eina hondskrivaða avskrift av einum drúgvum skjali. Summir avskrivarar høvdu uttan iva gjørt mistøk. Men teir høvdu ikki allir gjørt tey somu mistøkini. Um vit nú tóku øll 100 avritini og gjørdu ein nágreiniligan samanburð, kundu vit fingið skil á mistøkunum og komið fram á júst tað, sum stóð í tí upprunaliga skjalinum, sjálvt um vit ongantíð høvdu sæð tað.

Teir, sum avskrivaðu Bíbliuna, gjørdu heldur ikki allir tey somu mistøkini. Við teimum túsundstals bíbliuhandritunum, sum nú eru tøk og kunnu samanberast, hava tekstgranskarar verið førir fyri at síggja mistøkini, avgera, hvussu teksturin varð lisin av fyrstan tíð, og gera neyðugar rættingar. Úrslitið av hesum vandaligu rannsóknunum var, at tekstgranskarar kundu gera tekstútgávur á upprunamálunum. Í hesum reinsaðu útgávunum av hebraiska og grikska tekstinum eru tey orðini tikin við, sum vanliga verða mett sum upprunalig, og í undirgreinum standa so ofta frábrigdi ella onkur annar møguligur lestrarháttur, sum er at finna í ávísum handritum. Hesar tekstútgávurnar, sum tekstgranskarar hava latið úr hondum, nýta bíbliutýðarar, tá teir skulu týða Bíbliuna til nútímans mál.

Tá tú lesur eina nútíðar bíbliutýðing, kanst tú hava fult álit á, at teir hebraisku og griksku tekstirnir, sum hon er grundað á, eru ein røtt endurgáva av tí, sum bíbliuhøvundarnir upprunaliga skrivaðu. * Frásøgan um, hvussu Bíblian er komin væl undan avskrivingum í fleiri túsund ár, er heilt einastandandi. Sir Frederic Kenyon, sum í mong ár var stjóri á British Museum, kundi tí siga: „Ov stórur dentur kann ikki leggjast á, at bíbliuteksturin í meginheitum er óreingjandi. . . . Hetta kann ikki verða sagt um nakra aðra fornaldarbók í heiminum.“10

[Undirgreinar]

^ par. 8 Masoretarnir (merkir „meistarar í siðvenju“) gjørdu avrit av Hebraisku Skriftunum. Teir livdu millum 6. og 10. øld e.o.t. Teirra hondskrivaðu avrit nevnast masoretiski teksturin.2

^ par. 14 Vit nýta í hesum heftinum styttingarnar f.o.t. og e.o.t., sum merkja ávikavist „fyri okkara tíðarrokning“ og „eftir okkara tíðarrokning“.

^ par. 14 Textual Criticism of the Hebrew Bible hjá Emanuel Tov sigur: „Við kolevni-14-royndini er 1QIsaa [Esaiasar bók í Deyðahavsrullunum] nú tíðarfest onkustaðni ímillum 202 og 107 f.o.t. (fornskriftardagfesting: 125-100 f.o.t.) . . . Nevnda fornskriftardagfestingin, sum er betrað tey seinnu árini, og sum gevur møguleika fyri neyvari tíðarfesting við at samanbera bókstavaskapið og -støðuna við aðrar keldur, eitt nú tíðarfestar myntar og innskriftir, tykist rættiliga álítandi.“6

^ par. 22 Nútíðar umsetarar, kunnu sjálvandi leggja seg meir ella minni tætt upp at tí hebraiska og grikska upprunatekstinum.

[Mynd á síðu 8]

Kønir avskrivarar varðveittu Bíbliuna

[Mynd á síðu 9]

Esaiasrullan frá Deyðahavinum er at kalla samlík tí masoretiska tekstinum, sum varð gjørdur túsund ár seinni