Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Mest útbreidda bókin í heiminum

Mest útbreidda bókin í heiminum

Mest útbreidda bókin í heiminum

„Bíblian er mest lisna bókin í søguni . . . Fleiri eintøk eru býtt út av Bíbliuni enn av nakrari aðrari bók. Bíblian er eisini týdd fleiri ferðir, og til fleiri mál, enn nøkur onnur bók.“ — „The World Book Encyclopedia.“1

Á SUMMUM økjum líkjast nógvar bøkur fólki. Tær verða til, gerast kanska væl umtóktar, avoldast, burtursæð frá nøkrum fáum klassikarum, og doyggja. Bókasøvn virka ofta sum kirkjugarðar fyri eitt ótal av bókum, sum eru avoldaðar og ólisnar, ja, í roynd og veru deyðar.

Men Bíblian er einastandandi, eisini samanborin við klassisk verk. Hóast 3500 ár nú eru liðin, síðan menn fóru undir at skriva hana, er hon framvegis við sítt fríska lív. Hon er mest útbreidda bókin í heiminum. Á hvørjum ári verða okkurt um 60 milliónir eintøk av Bíbliuni, allari ella pørtum, býtt út. Síðan fyrsta útgávan, prentað við leysum stavum, kom úr bókaprentpressuni hjá Johann Gutenberg umleið ár 1455, verður mett, at fýra milliardir bíbliur (heilar ella partar) eru prentaðar. Eingin onnur bók — hvørki átrúnaðarlig ella verðslig — kemur nær í námind av hesum. *

Bíblian er eisini mest týdda bókin í søguni. Øll Bíblian ella partar av henni eru týdd til meira enn 2100 mál ella málføri. * Meira enn 90 prosent av allari mannaættini hava høvi at lesa ið hvussu er partar av Bíbliuni á sínum egna máli.2 Hon er sostatt farin um bæði landamørk og rasu- ella etniskar byrgingar.

Nú eru hagtøl í sjálvum sær kanska ikki tað, sum gevur tær størsta hugin at kanna Bíbliuna. Men útbreiðslu- og týðingartølini vísa hóast alt, at hon vendir sær til øll menniskju. Mest selda og mest týdda bókin í søguni má vera verd at kanna.

[Undirgreinar]

^ par. 4 Næststørstu útbreiðsluna fekk eftir øllum at døma tann lítli reyði bóklingurin Uppafturtøkur úr verkum eftir Mao Tse-tung, sum eftir ætli varð seldur ella býttur út í 800 milliónum eintøkum.

^ par. 5 Týðingarhagtølini eru grundað á tøl frá Sameindu Bíbliufeløgunum.

[Mynd á síðu 6]

Gutenbergbíblian á latíni var fyrsta bókin, ið varð prentað við leysum stavum