Eitt gott familjulív
Eitt gott familjulív
Ber tað til?
Hvussu letur tað seg gera?
Kennir tú familjur ið hava tað so gott innanhýsis sum tey vit síggja í hesum faldaranum? Familjur upploysast allastaðni í heiminum. Hjúnaskilnaðir, arbeiðsloysi, trupulleikar av at vera einligur uppihaldari, vónbrot — alt hetta økir kreppuna. Ein serfrøðingur í familjumálum gramdi seg: „Nú kenna øll spádómarnar um at familjan doyr út.“
Hví eru familjur nú á døgum fyri so hørðum ágangi? Hvussu fáa vit eitt gott familjulív?
Uppruni familjunnar
Skulu vit svara hesum spurningunum, mugu vit vita hvaðan hjúnalagið og familjan stava. Er nakar upphavsmaður — Skapari — áttu øll í familjuni at leitað sær leiðbeining frá honum, tí hann má so avgjørt vita best hvussu vit fáa eitt gott familjulív.
Tað er forvitnisligt at nógv ikki halda at familjuskipanin hevur nakran upphavsmann. Í The Encyclopedia Americana stendur: „Summir lærdir hava hug at spora hjúnalagið aftur til parskipanir hjá djórum sum eru lægri enn menniskjað.“ Men Jesus Kristus tosaði um at maðurin og kvinnan vórðu skapt. Hann brúkti fyrstu bíbilsku frásøguna sum grundarlag og tók upp eftir henni við orðunum: „Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ — Matteus 19:4-6.
Jesus Kristus má hava rætt. Ein vitugur Gud skapti tey fyrstu menniskjuni og skipaði fyri einum góðum familjulívi. Gud leiddi tey bæði fyrstu menniskjuni saman í hjúnalag og segði at maðurin skuldi halda „seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold“. (1 Mósebók 2:22-24) Kunnu familjutrupulleikarnir nú í tíðini kanska standast av at fólk velja ein lívshátt sum stríðir ímóti reglunum Skaparin hevur ásett í sínum orði, Bíbliuni?
Hvussu verður familjulívið gott?
Sum tú ivaleyst veitst, leggur heimurin í dag dent á sjálvgóðsku og at nøkta sjálvið. „Girnd er sunn,“ segði ein pengamaður við næmingarnar í framhaldsdeildini á einum handilsskúla í Sameindu Statunum. „Tað ber væl til at girnast og samstundis vera nøgdur við seg sjálvan.“ Men ein stremban eftir materiellum ognum ber ikki eydnu við sær. Tá samanum kemur er materialisma ein hin størsta einstaka hóttanin ímóti familjulívinum, tí hon spillir sambandið millum menniskju og tømir tey fyri tíð og pening. Legg harafturímóti til merkis hvussu bara tvey orðtøk í Bíbliuni hjálpa okkum at skilja hvat ið hevur týdning fyri lukku.
„Betri at eta grønmeti við fólki tú elskar enn at eta kjøt av fínasta slag har sum hatur er.“
„Betri at eta eina turra breyðskorpu við friði í sinninum enn at fáa veitslumat í húsi fullum av ófriði.“
Orðtøkini 15:17; 17:1,“Today’s English Version.”
Sterk orð, heldur tú ikki? Hugsa tær hvussu nógv øðrvísi heimurin hevði verið um allar familjur settu hetta fremst! Bíblian gevur eisini virðismikla leiðbeining um hvussu limirnir í familjuni eiga at fara við hvørjum øðrum. Her eru bert nakrar fáar av leiðbeiningunum hon gevur.
Menn: ‘Elskið konur tykkara sum tykkara egnu likam.’ — Efesusbrævið 5:28-30.
Einføld, men sera gagnlig ráð! Bíblian býður eisini manninum at ’heiðra konu sína’. (1 Pætur 3:7) Tað kann hann gera við at geva henni ans, eymleika, fatan og tryggleika. Hann lurtar eisini eftir henni og virðir hennara sjónarmið. (Samanber 1 Mósebók 21:12.) Heldur tú ikki tað kemur væl við í øllum familjum um maðurin hevur umsorgan fyri konu síni og fer við henni sum hann fegin sjálvur vil verða viðfarin? — Matteus 7:12.
Konur: ’Vísið manninum djúpa virðing’ — Efesusbrævið 5:33.
Ein kona økir lukkuna í familjuni tá hon hjálpir manninum at røkja tær tungu skyldurnar hann hevur. Tað var ætlanin av fyrstan tíð, tí Gud segði at konan skuldi vera ein „hjálp, sum hóskar [manninum]“. (1 Mósebók 2:18) Dugir tú at hugsa tær hvussu nógv betri familjulívið verður um konan vísir manninum virðing, tekur undir við hansara avgerðum og dregur eina línu við honum?
Hjúnafelagar: „Menn og konur skulu vera trúgv hvørt móti øðrum.“ — Hebrearabrævið 13:4, „Good News Bible.“
Eru tey tað, gagnar tað avgjørt familjulívinum. Ótrúskapur oyðileggur ofta eina familju. (Orðtøkini 6:27-29, 32) Áminningin í Bíbliuni er tí skilagóð: „Ver lukkuligur við konu tíni og finn gleði tína við gentuni tú gifti teg við . . . hví skuldi tú givið einari aðrari kvinnu kærleika tín?“ — Orðtøkini 5:18-20, „Good News Bible.“
Foreldur: „Lær [barn títt] leiðina, ið [tað] skal ganga.“ — Orðtøkini 22:6.
Familjulívið verður heilt sikkurt betri tá foreldur brúka tíð saman við børnunum og geva teimum ans. Bíblian eggjar tí foreldrum til at læra børn síni rættar meginreglur ’táið tey sita heima við hús, og táið tey ganga á vegnum, bæði táið tey leggjast, og táið tey fara upp’. (5 Mósebók 11:19) Bíblian sigur eisini at foreldur mugu vísa at tey elska børn síni við at tykta tey. — Efesusbrævið 6:4.
Børn: „Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum.“ — Efesusbrævið 6:1.
Ikki er tað altíð lætt at akta síni foreldur í hesum lógleysa heimi. Men heldur tú ikki tað loysir seg at gera sum Hann ið stovnaði familjuskipanina sigur? Hann veit hvussu vit fáa tað betri saman í familjuni. Ger tí títt ítasta fyri at akta foreldur tíni. Set tær fyri ikki at slaka tá heimurin í heilum lokkar teg at gera tað sum er skeivt. — Orðtøkini 1:10-19.
Jú meiri hvør einstakur í familjuni leggur seg eftir at fylgja ráðunum í Bíbliuni, tess meiri gagnar tað familjulívinum. Familjan fær tað ikki einans betri nú, hon hevur eisini eina undursama framtíð fyri sær í tí nýggju verðini sum Gud hevur givið lyfti um. (2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:3, 4) Gerið tað tí til ein vana at studera Bíbliuna saman í familjuni! Milliónatals familjur í øllum heiminum hava havt gagn av leiðbeiningini í bókini við teimum vøkru myndunum Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini.
Er einki annað viðmerkt, eru skriftstøðini eftir Umseting Victors Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974.