Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 15

Hvussu verður tú lukkuligur?

Hvussu verður tú lukkuligur?

„Sælur er maður, ið . . . hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt! Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.“

Sálmur 1:1-3

„Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.“

Orðtøkini 15:17

„Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga.“

Esaias 48:17

„Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

Matteus 22:39

„Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.“

Lukas 6:31

„Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“

Lukas 11:28

„Lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“

Lukas 12:15

„Táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.“

1 Timoteus 6:8

„Sælari er at geva enn at fáa.“

Ápostlasøgan 20:35