Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 7

Hvat profeterar Bíblian um okkara tíð?

Hvat profeterar Bíblian um okkara tíð?

„Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, . . . alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.“

Matteus 24:7, 8

„Mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong. Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu.“

Matteus 24:11, 12

„Táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn.“

Markus 13:7

„Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.“

Lukas 21:11

„Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans.“

2 Timoteus 3:1-5