Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 5

Hvør er boðskapurin í Bíbliuni?

Hvør er boðskapurin í Bíbliuni?

„Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“

1 Mósebók 3:15

„Í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar — aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!“

1 Mósebók 22:18

„Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“

Matteus 6:10

„Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara.“

Rómbrævið 16:20

„Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum.“

1 Korintbræv 15:28

„Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; . . . tað er Kristus. Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams.“

Galatiabrævið 3:16, 29

„Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“

Opinberingin 11:15

„Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.“

Opinberingin 12:9

„Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, [og] bant hann fyri 1000 ár.“

Opinberingin 20:2