Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 8

Er Gud atvoldin til, at menniskju líða?

Er Gud atvoldin til, at menniskju líða?

„Gud ger vissuliga einki, sum er órættur, hin Alvaldi boyggir ikki rættin!“

Job 34:12

„Gud skapti menniskjuni, sum tey áttu at vera, men tey finna uppá so mangt løgið.“

Prædikarin 7:29

„Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“

1 Pætur 5:7

„Harrin er ikki seinførur við lyftinum — tóat summi halda tað vera seinføri — nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.“

2 Pætur 3:9