Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eitt innlit í Guds orð

Eitt innlit í Guds orð

SOLEIÐIS FINNUR TÚ BÍBLIUØRINDI

Í Bíbliuni eru 66 smærri bøkur. Hon er í tveimum pørtum: Hebraisk-arameisku skriftirnar („Gamla testamenti“) og Griksku skriftirnar („Nýggja testamenti“). Allar bøkurnar í Bíbliuni eru býttar upp í kapitlar og ørindi. Tá ið víst verður til eitt bíbliuørindi, sipar fyrsta talið eftir navnið á bókini til kapittulin, og seinna talið til ørindið. Til dømis vísir 1 Mósebók 1:1 til Fyrstu Mósebók, kapittul 1, ørindi 1.