Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 10

Hvørja framtíð lovar Bíblian okkum?

Hvørja framtíð lovar Bíblian okkum?

„Jørðin stendur í allar ævir.“

Prædikarin 1:4

„Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin HARRIN skal turka tárini av hvørjum andliti.“

Esaias 25:8

„Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði.“

Esaias 35:5, 6

„Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.“

Matteus 5:5

„Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“

Opinberingin 21:4

„Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.“

Esaias 65:21, 22