Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds navn — merking og framburður

Guds navn — merking og framburður

Guds navn — merking og framburður

EIN bíbliuskrivari spurdi á sinni: „Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? — Tú veitst tað jú!“ (Orðtøkini 30:4) Hvussu kunnu vit fáa at vita hvussu Gud eitur? Tað er ein týðandi spurningur. Skaparaverkið er máttmikið prógv um at Gud er til, men tað sigur okkum ikki hvussu hann eitur. (Rómbrævið 1:20) Í royndum kundu vit aldri fingið navnið á Gudi at vita um hann ikki sjálvur segði okkum tað. Men tað hevur hann gjørt í sínum skrivaða orði, Bíbliuni.

Ein rættiliga kendur tilburður í bíbliusøguni var tá Gud segði navn sítt fyri Mósesi. Móses skrivaði eina frásøgn um tað, og henda frásøgnin er varðveidd í Bíbliuni til í dag. (2 Mósebók 34:5) Gud skrivaði enntá navn sítt við ’fingrinum’. Tá hann hevði givið Mósesi tað vit í dag nevna tey tíggju boðini, skrivaði hann tey á undurfullan hátt. Í frásøgnini stendur: „Táið [Gud] nú var liðugur at tala við Móses á Sinaifjalli, fekk Hann honum tær báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar, ið skrivað var á við fingri Guds.“ (2 Mósebók 31:18) Í upprunaútgávuni av teimum tíggju boðunum stendur Guds navn skrivað átta ferðir. (2 Mósebók 20:1-17) Gud hevur altso sjálvur opinberað navn sítt fyri menniskjunum, bæði munnliga og skrivliga. Hvat er navn hansara meðni?

Á hebraiskum verður tað skrivað יהוה. Hesir fýra bókstavirnir, ið verða nevndir tetragrammið, skulu lesast høgrumeginfrá móti vinstru og kunnu á nógvum nútíðarmálum skrivast YHWH ella JHVH. Guds navn, skrivað við hesum fýra hjáljóðunum, stendur at lesa nærum 7000 ferðir í upprunaliga „Gamla Testamentinum“, Hebraisku Skriftunum.

Navnið er ein háttur av einum hebraiskum sagnorði, hawahʹ (הוה), „at verða“, og merkir í roynd og veru „Hann letur verða“. * Navnið Gud ber, lýsir hann altso sum tann ið stig fyri stig uppfyllir lyfti síni, sum tann ið við ósvitaligari vissu fremur sínar ætlanir. Bert hin sanni Gud kundi bera eitt navn við slíkari merking.

Minnist tú teir ymisku mátarnar Guds navn var skrivað á í Sálmi 83:19, soleiðis sum tað varð víst í fyrra partinum (á síðu 5)? Tvær av teimum nevndu umsetingunum høvdu býtt Guds navn um við ein tittul („Harrin“ ella „HARRIN“). Men í hinum báðum dømunum, har navnið varð skrivað Jahve og Jehova, finna vit upprunabókstavirnar í Guds navni (burtursæð frá at síðsta „h“-ið er horvið). Men tveir ymiskir framburðir eru nevndir. Hví?

Hvussu verður Guds navn framborið?

Sannleikin er tann, at eingin við vissu kann siga hvussu Guds navn av fyrstan tíð varð framborið. Hví ikki? Tí fyrsti parturin av Bíbliuni varð skrivaður á hebraiskum, og tá menn skrivaðu hebraiskt, skrivaðu teir einans hjáljóðini — ikki sjálvljóðini. Tá bíbliuskrivararnir skrivaðu Guds navn, bóru teir seg sjálvandi at á sama hátt og skrivaðu einans hjáljóðini.

Meðan fornhebraiskt enn var vanligt talumál, var hetta eingin trupulleiki. Ísraelsmenn vóru kunnigir við hvussu navnið skuldi ljóða, og tá teir sóu tað skrivað, skoyttu teir sjálvir sjálvljóðini uppí uttan at hugsa um tað (eins og ein føroyskur lesari veit at „o.s.fr.“ stendur fyri „og so framvegis“ ella „smb.“ stendur fyri „sambært“).

Tvær hendingar broyttu kortini hetta. Fyrst kyknaði hjá jødunum upp ein pátrúarkend hugsan um at tað var skeivt at siga Guds navn hart; tá teir komu fram á tað í sínari bíbliulesing, søgðu teir tí í staðin hebraiska orðið ’Adhonajʹ („fullveldis Harri“). Hitt sum hendi, var at tað gamla hebraiska málið sum fráleið ikki varð nýtt sum gerandismál, og tí gloymdu fólk hvussu Guds navn upprunaliga varð framborið á hebraiskum.

Fyri at framburðurin av hebraiska málinum sum heild ikki skuldi verða gloymdur, uppfunnu jødiskir lærdir í aðru helvt av fyrsta túsundárinum e.o.t. eina skipan av prikkum og strikum ið skuldi vísa á sjálvjóðini ið manglaðu, og teir settu hesi teknini runt um hjáljóðini í hebraisku bíbliuni. Á henda hátt vórðu bæði sjálvljóðini og hjáljóðini skrivað, og framburðurin, sum hann var tá, varð varðveittur.

Við Guds navn settu teir kortini ikki tey røttu sjálvljóðsteknini, men í flestu førum nøkur sjálvljóðstekn ið mintu lesaran á at hann skuldi lesa ’Adhonajʹ. Hetta førdi til stavsetingina Iehouah, og tí gjørdist „Jehova“ so við og við vanligi framburðurin av navninum á donskum og øðrum málum. Hesin framburðurin hevur varðveitt høvuðsinnihaldið í Guds navni úr tí upprunaliga hebraiska tekstinum.

Hvønn framburð eiga vit at brúka?

Hvaðani er framburðurin Jahve so komin? Hann er skotin upp av lærdum í nýggjari tíð sum hava roynt at koma aftur til upprunaliga framburðin av Guds navni. Summir — men ikki allir — meina at ísraelsmenn áðrenn Jesu tíð helst frambóru Guds navn Jahve. Men eingin veit tað við vissu. Kanska frambóru teir tað soleiðis, kanska ikki.

Nógvum dámar tó betur framburðin Jehova tí hann, øvugt Jahve, er tann vanligi og vælkendi framburðurin. Men hevði tað ikki verið betri at brúkt tann ið møguliga liggur nærri upprunaliga framburðinum? Nei, ikki tá samanum kemur, tí tað er ikki vanligur siður í samband við bíbilsk nøvn.

Latið okkum, fyri at taka tað kendasta dømið, hyggja at navninum Jesus. Veitst hvussu skyldfólk og vinir hjá Jesusi søgdu hansara navn tá tey tosaðu við hann meðan hann vaks upp í Nazaret? Einki menniskja veit tað við vissu. Tey hava møguliga sagt nakað ið líkist Jesjua (ella Jehosjua). Í hvussu er søgdu tey ikki Jesus.

Men tá frásøgurnar um lív hansara vórðu skrivaðar á grikskum, royndu teir innblástu skrivararnir ikki at varðveita henda upprunaliga hebraiska framburðin av navninum. Teir skrivaðu tað harafturímóti í grikska sniðinum Iesousʹ. Í dag verður tað skrivað ymiskt, alt eftir hvat mál talan er um. Spanskir bíbliulesarar lesa Jesús (verður framborið Hesusʹ), italiumenn stava tað Gesù (verður framborið Djesuʹ), og onglendingar skriva Jesus (verður framborið Djiʹsos).

Skulu vit halda uppat at brúka Jesu navn, tí vit ikki vita hvussu tað upprunaliga varð framborið? Higartil er eingin umsetari komin við tí uppskotinum. Okkum dámar at brúka navnið, tí tað lýsir elskaða son Guds, Jesus Kristus, ið gav lívsblóð sítt fyri okkum. Høvdu vit heiðrað Jesus um vit strikaðu navn hansara út allastaðni har tað kemur fyri í Bíbliuni, og í staðin settu ein tittul sum „Meistari“, „Lærari“ ella „Millummaður“? Sjálvandi ikki! Vit kunnu ímynda okkum Jesus og fáa eitt tilknýti til hansara tá vit brúka hansara navn soleiðis sum tað vanliga verður framborið á okkara máli.

Nakað líknandi kann sigast um øll hini nøvnini vit lesa í Bíbliuni. Vit siga tey á okkara egna máli og royna ikki at taka eftir upprunaliga framburðinum. Vit siga til dømis „Jeremias“, ikki Jirmejaʹhu. Og vit siga eisini Esaias, hóast hesin profeturin á sínum døgum uttan iva varð róptur Jesjaejaʹhu. Eisini lærdir menn, ið kenna upprunaliga framburðin av hesum nøvnunum brúka nútíðar, vanliga framburðin tá teir tosa um hesar.

Soleiðis er eisini vorðið við Guds navni. Hóast nútíðarframburðurin, Jehova, ikki nágreiniliga samsvarar tí upprunaliga hebraiska framburðinum, lítilsvirða vit á ongan hátt navnið tá vit brúka hann. Jehova er enn navnið á Skaparanum, tí livandi Gudi, tí Almáttuga, sum Jesus talaði til: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ — Matteus 6:9.

’Tað er ómøguligt at seta eitt annað orð í staðin’

Hóast nógvir umsetarar halda framburðin Jahve vera betri, hevur Ny Verden-oversættelsen og fleiri aðrar umsetingar hildið fast við Jehova, tí hesin framburðurin hevur verið kendur og brúktur í øldir. Aftrat tí hevur hann, eins væl og aðrir framburðir, teir upprunaligu bókstavirnar í tetragramminum, JHVH. *

Fyri nøkrum árum síðan tók týski professarin Gustav Friedrich Oehler ta somu avgerðina, stórt sæð við somu grundgevingini. Tá hann hevði umrøtt ymiskar mátar at frambera navnið á, skrivaði hann: „Eftir hetta brúki eg orðið Jehova, tí í royndum er hetta navnið nú tikið við í orðatilfar okkara, og tað er . . . ómøguligt at seta eitt annað orð í staðin.“ — Theologie des Alten Testaments, onnur útgávan, givin út í 1882, síða 143.

Og í hebraisku mállæruni hjá sær, Grammaire de l’hébreu biblique (1923-útgávan, undirgreinin á síðu 49), sigur jesuitturin Paul Joüon: „Í staðin fyri (hypotetiska sniðið) Yahweh, hava vit í okkara umsetingum brúkt Jéhovah . . . sum er tað vanliga bókmentaliga sniðið ið verður nýtt á fronskum.“ Á nógvum øðrum málum brúka bíbliuumsetarar eitt samsvarandi orð, sum sæst í yvirlitinum á síðu 8.

Er tað so skeivt at brúka orðið Jahve ella Yahweh? Als ikki. Bert talar alt fyri at lesarin kennist betur við Jehova, tí tað orðið natúrliga er komið inn í tey flestu málini. Tað sum hevur týdning er, at vit brúka navnið og gera onnur kunnig við tað. „Takkið [Jehova], * ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt!“ — Esaias 12:4.

Latið okkum síggja hvussu Guds tænarar gjøgnum tíðirnar hava fylgt hesum boðunum.

[Undirgreinar]

^ par. 5 Sí Appendiks 1A í 1984-útgávuni av ensku New World Translation of the Holy Scriptures.

^ par. 22 Sí Appendiks 1A í 1984-útgávuni av ensku New World Translation of the Holy Scriptures.

^ par. 25 Allastaðni har umseting Victor Danielsens, endurskoðaða útgávan frá 1974, umskrivar Guds navn til „HARRIN“, vísa vit á at hetta er ein umskriving av JHVH í upprunatekstinum og skriva [Jehova].

[Ramma á síðu 7]

Ymiskir lærdir hava ymiskar uppfatanir av hvussu navnið JHVH upprunaliga varð framborið.

Í bókini The Mysterious Name of Y.H.W.H. (síða 74) ber dr. M. Reisel upp á mál at „sjálvljóðini í tetragramminum upprunaliga mugu hava verið JeHūàH ella JaHūàH“.

Kannikur D. D. Williams úr Cambridge vildi vera við at „vitnisburðirnir benda á, nei so gott sum prógva, at Jahve ikki var rætti framburðurin av tetragramminum . . . Navnið sjálvt var helst JĀHÔH“. — Zeitschrift für die alttestamentliche Wissenschaft, 1936, árgangur 54, síða 269.

Í orðalistanum við týðingum í endurskoðaðu útgávuni av fronsku Segond-Bíbliuni er á síðu 9 henda viðmerkingin: „Framburðurin Jahve, sum verður brúktur í ávísum nýggjari umsetingum, byggir á nøkur fá gomul vitni, men teirra vitnisburður er ikki avgerandi. Um persónnøvn sum hava tað guddómliga navnið í sær verða havd í huga, sum til dømis hebraiska navnið á profetinum Eliasi (Elijahu), kundi framburðurin eins væl verið Jaho ella Jahu.“

Í 1749 skrivaði týski bíbliuumsetarin D. Romanus Teller um ymiskar mátar hann hevði sæð Guds navn skrivað uppá: „Diodorus Siculus, Macrobius, Clemens úr Alexandria, Sankt Hieronymus og Origenes skrivaðu Jao; samaritanarar, Epifanios, Theodoretos, Jahe ella Jave; Louis Cappel hevur Javoh; Drusius, Jahve; Hottinger, Jehva; Mercerus, Jehovah; Castellio, Jovah; og le Clerc, Jawoh ella Javoh.“

Tað er sostatt greitt at menn ikki longur vita hvussu Guds navn upprunaliga varð framborið. Tað hevur heldur ikki so stóran týdning. Hevði tað tað, mundi Gud sjálvur havt syrgt fyri at rætti framburðurin varð varðveittur til okkara. Tað sum hevur nakað at týða, er at vit brúka Guds navn sum tað vanliga verður framborið á okkara máli.

[Ramma á síðu 8]

Guds navn á ymiskum málum. Hetta yvirlitið vísir at sniðið Jehova er altjóða viðurkent.

Awabakal - Yehóa

Bugotu - Jihova

Cantonesiskt - Yehwowah

Danskt - Jehova

Efik - Jehovah

Enskt - Jehovah

Fijianskt - Jiova

Finskt - Jehova

Franskt - Jéhovah

Futuna - Ihova

Hollendskt - Jehovah

Igbo - Jehova

Italskt - Geova

Japanskt - Ehoba

Maori - Ihowa

Motu - Iehova

Mwala-malu - Jihova

Narrinyeri - Jehovah

Nembe - Jihova

Petats - Jihouva

Pólskt - Jehowa

Portugisiskt - Jeová

Rumenskt - Iehova

Samoanskt - Ieova

Sotho - Jehova

Spanskt - Jehová

Svenskt - Jehova

Swahili - Yehova

Tagalog - Jehova

Tahitiskt - Iehova

Tonganskt - Jihova

Týskt - Jehova

Ungarskt - Jehova

Venda - Yehova

Xhosa - uYehova

Yoruba - Jehofah

Zulu - uJehova

[Ramma á síðu 11]

„Jehova“ er eisini vanliga nýtta navnið hjá Gudi í ikki-bíbilskum samanhangi.

Franz Schubert gjørdi lag til sangin „Die Allmacht“ hjá Johann Ladislav Pyrker, har navnið Jehova stendur tvær reisur. Tað verður eisini nýtt seinast í síðsta leikpartinum av operuni hjá Verdi „Nebukadnezar“.

Navnið Jehova hevur eisini ein týðandi leiklut í oratoriinum „Dávid Kongur“ eftir schweiziska tónaskaldinum Arthur Honegger, og hin gitni franski rithøvundurin Victor Hugo brúkti tað í meira enn 30 verkum hjá sær. H. C. Andersen brúkti tað í einari ferðasøgu, og Ebbe Kløvedal Reich nevnir tað í fleiri bókum hjá sær.

Í bókini Deutsche Taler, sum Týski Sambandsbankin gav út í 1967, er ein mynd av einum av teimum elstu myntunum við navninum „Jehova“, ein ríkisdálari frá 1634 úr hertugadøminum Schlesien. Aftanfyri á myntinum er ein mynd; um hana sigur bókin: „Undir navninum JEHOVA, ið umgyrt av strálaglæmu hevjar seg úr skýnum, er ein krýndur skjøldur við schlesiska vápninum.“

Á einum forngripasavni í Rudolstadt í Eysturtýsklandi eru herklæði framsýnd sum svenski kongurin Gustav II Adolf frá 1600-talinum bar. Á kraganum stendur navnið JEHOVA skrivað við stórum støvum.

Hetta vísir at „Jehova“ í øldir hevur verið altjóða viðurkent sum Guds navn, og tá fólk hoyra navnið framborið á henda hátt, vita tey alt fyri eitt hvønn talan er um. Sum Oehler professari skrivaði: ’Hetta navnið er nú tikið við í orðatilfar okkara, og tað er ómøguligt at seta eitt annað orð í staðin.’ — Theologie des Alten Testaments.

[Mynd á síðu 6]

Partur av eingli við Guds navni á grøvini hjá páva Clemens XIII í Pæturskirkjuni

[Mynd á síðu 7]

Guds navn stendur á nógvum myntum. Hesin við árstalinum 1645, er frá døgum Christians IV. Teksturin ljóðar: „Jehova er ein rættvísur dómari.“

[Myndir á síðu 9]

Fyrr í tíðini varð Guds navn í tetragrammsniði nýtt sum prýði í nógvum átrúnaðarligum bygningum

Christianskirken, Christianshavn

Holmens Kirke, Keypmannahavn

Vor Frelsers Kirke, Christianshavn

Kirkja í Digne, Suðurfraklandi

Kirkja í São Paulo

Katedralurin í Strasbourg

Markuskirkjan í Venedig

[Myndir á síðu 10]

Jehova navn í einum munkakleystri í Bordesholm, Týsklandi;

á einum týskum mynti frá 1635;

yvir einari kirkjuhurð á Femern;

og á einum gravsteini frá 1845 í Harmannschlag, Eysturríki