„Heilagt verði navn Títt“ — hvat navn?
„Heilagt verði navn Títt“ — hvat navn?
TRÝRT tú á Gud? Um so er, hevur tú ivaleyst virðing fyri tí vælkendu bønini sum Jesus lærdi lærusveinarnar at biðja til Gud — bønini ið verður nevnd Faðirvár. Hon byrjar við orðunum: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ — Matteus 6:9.
Hevur tú nakrantíð hugsað um hví Jesus setti halganina av Guds navni fyrst í hesi bønini? Aftaná nevndi hann annað, sum at Guds ríki má koma, at Guds vilji má verða á jørðini og at syndir okkara mugu verða fyrigivnar. At hesar áheitanir verða uppfyltar fer í siðstu atløgu at merkja varandi frið á jørðini og ævigt lív fyri menniskjuni. Kunnu vit hugsa okkum nakað ið hevur størri týdning? Og tó segði Jesus at vit fyrst og fremst skuldu biðja um at Guds navn mátti verða halgað.
Tað var ikki av tilvild at Jesus lærdi lærusveinarnar at lata Guds navn koma fyrst í bønum teirra. Tað er týðiligt at hann legði stóran dent á hetta navnið, tí hann nevndi tað ferð eftir ferð í sínum egnu bønum. Tá hann einaferð alment bað til Gud, hoyrdu fólk hann siga: „Faðir, dýrmet navn Títt!“ Og Gud sjálvur svaraði: „Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!“ — Jóhannes 12:28.
Kvøldið fyri sum hann doyði bað hann til Gud meðan hann var saman við lærusveinunum, og enn einaferð hoyrdu teir hann leggja dent á tann týdning Guds navn hevði. Hann segði: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum.“ Seinni tók hann uppaftur: „Eg havi kunngjørt teimum navn Títt — og skal kunngera teimum tað.“ — Jóhannes 17:6, 26.
Hví hevði Guds navn so stóran týdning fyri Jesus? Hví undirstrikaði hann at tað eisini hevur stóran týdning fyri okkum — við at siga at vit skulu biðja um at tað má verða halgað? Fyri at skilja hetta mugu vit fyrst vita hvussu nøvn vórðu mett á Bíbliunnar tíð.
Nøvn á Bíbliunnar tíð
Sum tað skilst hevur Skaparin lagt í okkum eitt ynski um at geva lutum nøvn. Fyrsta menniskjað hevði eitt navn, Ádam. Eitt hitt fyrsta Ádam gjørdi sambært skapanarfrásøgnini, var at geva dýrunum nøvn. Tá hann síðan fekk eina konu, nevndi hann hana alt fyri eitt „Kvinna“ (á hebraiskum: ’Isjsjahʹ). Seinni gav hann henni navnið Eva, sum merkir „hin livandi“, tí hon skuldi verða „móðir at øllum, sum liva“. (1 Mósebók 2:19, 23; 3:20) Eisini í dag er tað siður at geva menniskjum nøvn. Ja, vit duga illa at hugsa okkum hvussu vit skuldu klárað okkum uttan nøvn.
Í ísraelitiska tíðarskeiðinum vóru nøvnini fólk høvdu, kortini ikki bert heiti. Tey høvdu djúpari merking. Navnið Ísakur merkir sostatt „látur“ og var áminning um at gomlu foreldur hansara læðu tá tey fyrstu ferð hoyrdu at tey skuldu fáa eitt barn. (1 Mósebók 17:17, 19; 18:12) Navnið Esau merkti „loðin“ ella „hærdur“ og greiddi frá einum kropsligum eyðkenni hjá honum. Hitt navnið hjá honum, Edom, „reyður“ ella „reydligur“, sipaði til at hann seldi frumburðarrætt sín fyri eina máltíð av reyðum linsum. (1 Mósebók 25:25, 30-34; 27:11; 36:1) Jákup, ið varð føddur beint aftan á tvíburabróðurin Esau, keypti frumburðarrættin frá Esau og fekk frumburðarsigningina frá faðir sínum. Longu við føðingina varð hann navngivin Jákup, ið merkti „hælgríparin“ ella „burturtrokarin“. (1 Mósebók 27:36) Navnið Sálomo merkir „friðarligur“; undir harradømi hansara hevði Ísrael frið og framgongd. — 1 Krønikubók 22:9.
Eitt bíbliuleksikon, The Illustrated Bible Dictionary (bind 1, síða 572), sigur hesum viðvíkjandi: „Rannsókn yvir orðið ’navn’ í Gamla Testamenti avdúkar hvussu stóran týdning tað hevur á hebraiskum. Navnið er ikki bert eitt heiti, men sigur nakað um persónmenskuna hjá viðkomandi.“
At Gud metir nøvn at hava stóran týdning, skilst av at hann gjøgnum ein eingil gav teimum kvinnunum ið skuldu verða møður at Jóhannesi Doypara og Jesusi, boð um hvat synir teirra skuldu eita. (Lukas 1:13, 31) Við hvørt broytti hann navnið á ávísum menniskjum, ella hann gav teimum eitt eykanavn, fyri at vísa hvørja støðu tey skuldu hava í fremjanini av hansara ætlan. Tá hann til dømis boðaði frá at tænari hansara Ábram („háleittur faðir“) skuldi gerast faðir at nógvum tjóðum, broytti hann navnið á honum til Ábraham („faðir at nógvum fólkum“). Og hann broytti navnið á konu Ábrahams, Sárai („stríðshugað“), til Sára („fúrstafrú“), av tí at hon skuldi gerast móðir at avkomi Ábrahams. — 1 Mósebók 17:5, 15, 16; samanber Fyrstu Mósebók 32:28; Aðru Sámuelsbók 12:24, 25.
Jesus viðurkendi eisini at nøvn hava týdning; hann vísti til navnið á Pæturi tá hann gav honum eini tænasturættindi. (Matteus 16:16-19) Eisini andaskapningar hava nøvn. Tveir ið eru umrøddir í Bíbliuni, eru Gabriel og Mikael. (Lukas 1:26; Judas 9) Og tá menniskju geva lívleysum lutum sum klótum, gongustjørnum, býum, fjøllum og áum nøvn, taka tey bert eftir Skaparanum. Bíblian sigur at Gud kallar allar stjørnurnar við navni. — Esaias 40:26.
Ja, í Guds eygum hava nøvn stóran týdning, og hann legði í menniskjað eitt ynski um at geva persónum og lutum nøvn. Bæði einglar, menniskju og dýr, og enntá lívleysir lutir sum stjørnur hava nøvn. Kunnu vit tá hugsa okkum at tann ið skapað hevur alt hetta, sjálvur er navnleysur? Sjálvandi ikki, serliga ikki við orðunum hjá sálmaskaldinum í huga: „Alt hold skal lova heilaga navni [Guds] í allar ævir og altíð.“ — Sálmur 145:21.
Verkið The New International Dictionary of New Testament Theology (bind 2, síða 649) sigur: „Eitt hitt týdningarmesta og mest grundleggjandi í bíbilsku opinberingini er at Gud ikki er uttan navn: hann hevur eitt persónligt navn sum hann kann, og skal, ákallast við.“ Tað var hetta navnið Jesus hugsaði um tá hann lærdi lærusveinarnar at biðja: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ — Matteus 6:9.
Við øllum hesum í huga er tað umráðandi fyri okkum at vita hvat Guds navn er. Kennir tú persónliga navnið á Gudi?
Hvat er Guds navn?
Meginparturin av teimum milliónatals kirkjulimunum í kristniheiminum hava, so løgið tað ljóðar, helst ilt við at svara hesum spurningi. Summi siga kanska at Guds navn er Jesus. Men Jesus bað til ein annan tá hann segði: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum.“ (Jóhannes 17:6) Hann bað til Gud í himli, sum ein sonur ið talar við faðir sín. (Jóhannes 17:1) Tað var navnið á hansara himmalska Faðir ið skuldi halgast.
Kortini stendur Guds navn ikki í nógvum nýggjum bíbliuumsetingum, og tað verður sjáldan nýtt í kirkjunum. Í staðin fyri at verða halgað, er navn hansara vorðið hult fyri bíbliulesarum í milliónatali. Sum eitt dømi um tað bíbliuumsetarar hava gjørt við Guds navn, kunnu vit hyggja at einum einstøkum versi har tað kemur fyri: Sálmur 83:19. * Hetta skriftstaðið stendur soleiðis skrivað í fýra ymiskum bíblium:
„Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini!“ (Umseting Victor Danielsens, endurskoðaða útgávan 1974)
„Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan!“ (Løggilda føroyska umsetingin, 1961)
„[Saa de søger dit Navn, o Jahve], og erkender, at du alene er den højeste paa hele Jorden!“ (Buhl, 1910)
„Saa skal man sande, at ene du, som nævnes Jehova, har Høihedsret over hele Jorden.“ (Kalkar, 1847)
Hví verður Guds navn skrivað so ymiskt í hesum bíbliuútgávunum? Eitur hann Harrin, ella Jahve, ella Jehova? Hevur tað ongan týdning hvat av hesum orðunum vit brúka?
Fyri at kunna svara hesum mugu vit minnast til at Bíblian ikki er skrivað á føroyskum ella donskum. Bíbliuskrivararnir vóru hebrearar, og teir skrivaðu meginpartin av tekstinum á tátíðar hebraiskum og grikskum máli. Í dag finnast ikki nógv ið skilja hesi fornaldarmálini. Men Bíblian er umsett til óteljandi nútíðarmál, og vilja vit lesa Guds orð, kunnu vit brúka hesar umsetingarnar.
Kristin hava djúpa virðing fyri Bíbliuni; tey trúgva av røttum at „øll skriftin er innblást av Gudi“. (2 Timoteus 3:16) Tí er tað eitt ábyrgdarmikið arbeiði at umseta Bíbliuna. Broytir ein umsetari við vilja nakað í Bíbliuni ella tekur hann nakað burtur úr henni, er tað at meta sum yvirgangur móti tí innblásta orðinum. Ein slík gerð kemur undir ta bíbilsku ávaringina: „Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins.“ — Opinberingin 22:18, 19; les eisini Fimtu Mósebók 4:2.
Teir flestu bíbliuumsetararnir hava sjálvandi virðing fyri Bíbliuni og ynskja reinmeintir at gera hana lætta at fata fyri nútíðarmenniskju. Men umsetararnir eru ikki innblástir. Teir flestu hava eisini sterkar átrúnaðarligar meiningar og kunnu í sínum arbeiði vera ávirkaðir av persónligum hugskotum og sjónarmiðum. Aftrat hesum kunnu teir gera menniskjulig mistøk og skeivar metingar.
Vit kunnu tí av røttum spyrja: Hvat er Guds navn? Og hví er tað skrivað so ymiskt í ymiskum bíbliuumsetingum? Tá vit hava fingið svarað hesum, kunnu vit venda aftur til upprunaliga spurningin hjá okkum: Hví er tað so umráðandi at Guds navn verður halgað?
[Undirgrein]
^ par. 18 Í summum umsetingum er hetta vers 18.
[Tekstsendurgeving á síðu 4]
Bæði einglar, menniskju og dýr, ja eisini lívleysir lutir sum stjørnur, hava nøvn. Kunnu vit tá hugsa okkum at tann ið hevur skapað alt hetta, sjálvur er navnleysur?
[Tekstsendurgeving á síðu 5]
Tað er týðiligt at Jesus legði stóran dent á Guds navn, tí hann nevndi tað ferð eftir ferð í bønum sínum