Hví vit mugu kenna Guds navn
Hví vit mugu kenna Guds navn
„HVØR tann, ið ákallar navn Jehova, skal verða frelstur.“ (Rómbrævið 10:13, Ny Verden-oversættelsen) Við hesum orðunum undirstrikaði ápostulin Paulus hvussu umráðandi tað er fyri okkum at kenna Guds navn. Orðini hjá honum leiða okkum aftur til upprunaliga spurningin hjá okkum: Hví nevndi Jesus ’halganina’ av Guds navni sum hitt allarfyrsta í mynsturbøn síni, áðrenn so nógv annað týdningarmikið? Fyri at skilja hetta mugu vit kanna tað sum hesi bæði lyklaorðini merkja eitt sindur nærri.
Fyri tað fyrsta: Hvat liggur í orðinum ’halga’, sum tað er brúkt her? Tað merkir bókstaviliga „at gera heilagt“. Men er Guds navn ikki longu heilagt meðni? Jú, tað er. Tá vit halga Guds navn, gera vit tað tí ikki meira heilagt enn tað er. Men vit viðurkenna at tað er heilagt, geva tí eina serstøðu, virða tað meira enn alt annað. Tá vit biðja um at Guds navn má verða heilagt, merkir tað at vit gleða okkum til ta tíðina tá alt skaparaverkið virðir tað sum heilagt.
Fyri tað næsta: Nágreiniliga hvat liggur í orðinum „navn“? Vit hava sæð at Gud hevur eitt navn, Jehova, og at navn hansara stendur fleiri túsund ferðir í Bíbliuni. Vit hava eisini nomið við tann týdning tað hevur at hetta navnið aftur verður sett har sum tað eigur í bíbliutekstinum. Hvussu skuldu orðini hjá sálmaskaldinum annars ganga út: „Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, [Jehova]!“ — Sálmur 9:11.
Vil tað at ’kenna Guds navn’ so bara siga at vit duga at skilja at Guds navn á hebraiskum er JHVH, ella á føroyskum Jehova? Nei, tað merkir nógv meira. Tá Móses var uppi á Sinaifjalli, „kom [Jehova] niður í skýnum og stóð har nær hjá honum og rópti út navn [Jehova]“. Hvat umfataði hetta, at rópa Jehova navn út? Eina lýsing av hansara eginleikum, tí vit lesa at hann rópti: „[Jehova]! [Jehova]! — miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti.“ (2 Mósebók 34:5, 6) Stutt áðrenn hann doyði nógv ár seinni, segði Móses við ísraelsmenn: „Navn [Jehova] skal eg kunngera.“ Og hvat kom so? Ein umrøða av nøkrum av teimum stórfingnu eginleikunum hjá Gudi, og síðan ein gjøgnumgongd av øllum tí Gud hevði gjørt fyri Ísrael fyri navns síns skuld. (5 Mósebók 32:3-43) At kenna Guds navn merkir altso eisini at læra tað hetta navnið stendur fyri, og tilbiðja tann Gud ið ber tað.
Av tí at Gud hevur knýtt navn sítt at sínum eginleikum, sínum ætlanum og sínum gerðum, skilja vit hví Bíblian sigur at hansara navn er heilagt. (3 Mósebók 22:32) Tað er hátignarligt, stórt, øgiligt og hátt hevjað. (Sálmur 8:2; 99:3; 148:13) Ja, Guds navn er meira enn bert eitt heiti. Tað lýsir hann sum persón. Tað var ikki bert eitt fyribils navn ið skuldi brúkast eina tíð og síðan avloysast av einum titli sum „Harrin“. Jehova segði sjálvur við Móses: „’[Jehova] . . .’ Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.“ — 2 Mósebók 3:15.
Uttan mun til hvussu nógv menniskju royna, fáa tey aldri beint Guds navn burtur av jørðini. „Frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar — sigur [Jehova] Gud herskaranna.“ — Malakias 1:11; 2 Mósebók 9:16; Ezekiel 36:23.
At Guds navn verður halgað hevur sostatt nógv størri týdning enn nakað annað. Allar Guds ætlanir eru knýttar at hansara navni. Trupulleikarnir hjá mannaættini byrjaðu tá Satan sum tann fyrsti vanhalgaði Guds navn við í roynd og veru at rópa hann lygnara og pástanda at hann ikki hóskaði sum stjórnari yvir mannaættini. (1 Mósebók 3:1-6; Jóhannes 8:44) Ikki fyrr enn Guds navn aftur verður hevdað, sleppa menniskjuni fullkomiliga undan teimum ólukkuligu fylgjunum av lygn Satans. Tí biðja tey kristnu so inniliga um at Guds navn má verða heilagt. Men tey kunnu eisini sjálv gera nakað fyri at halga tað.
Hvussu kunnu vit halga Guds navn?
Eitt vit kunnu gera, er at tosa við onnur um Jehova og vísa á at ríki hansara við Kristi Jesusi er einasta vón menniskjans. (Opinberingin 12:10) Nógv gera hetta, og uppfylla á tann hátt nú í tíðini hesi profetaorðini hjá Esaiasi: „Tit skulu siga tann dag: ’Takkið [Jehova], ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt! Lovsyngið [Jehova], tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina!’“ — Esaias 12:4, 5.
Nakað annað vit kunnu gera, er at lýða Guds lógum og boðum. Jehova segði við ísraelsmenn: „Tit skulu halda boð Míni og gera eftir teimum. — Eg eri [Jehova]! Tit mugu ikki vanhalga heilaga navn Mítt; tí Eg vil verða halgaður millum Ísraelsmenn. — Eg eri [Jehova], sum halgar tykkum.“ — 3 Mósebók 22:31, 32.
Á hvønn hátt varð Jehova navn halgað tá ísraelsmenn hildu lóg hansara? Jú, teir høvdu fingið lógina vegna hansara navn. (2 Mósebók 20:2-17) Tá teir hildu lógina, vístu teir altso ta røttu virðingina og ærufryktina fyri navninum. Haraftrat var Jehova navn nevnt yvir ísraelsmonnum sum tjóð. (5 Mósebók 28:10; 2 Krønikubók 7:14) Tá teir gjørdu rætt, góvu teir honum prís, á sama hátt sum eitt barn ið hevur góðan atburð, ærir faðir sín.
Tá ísraelsmenn harafturímóti ikki hildu Guds lóg, vanhalgaðu teir navn hansara. Syndigar gerðir sum tað at offra til avgudar, svørja falskt, kúga tey fátæku og fremja siðloysi, verður í Bíbliuni nevnt at ’vanhalga Guds navn’. — 3 Mósebók 18:21; 19:12; Jeremias 34:16; Ezekiel 43:7.
Sum ísraelsmenn hava eisini tey kristnu fingið boð og skipanir í Guds navni. (Jóhannes 8:28) Tey hoyra eisini til eitt ’fólk fyri Jehova navni’. (Ápostlasøgan 15:14) Ein kristin ið ærliga biður: „Heilagt verði navn Títt,“ vil tí halga hetta navnið í sínum egna lívi við at lýða øllum Guds boðum. (1 Jóhannes 5:3) Hetta umfatar eisini tey boðini sum Guds sonur, Jesus, gav, hann ið altíð dýrmetti Faðir sín. — Jóhannes 13:31, 34; Matteus 24:14; 28:19, 20.
Kvøldið fyri sum hann varð avrættaður undirstrikaði Jesus hvussu nógv Guds navn hevði at týða fyri tey kristnu. Eftir at hann í eini bøn hevði sagt við Faðir sín: „Eg havi kunngjørt teimum navn Títt — og skal kunngera teimum tað,“ greiddi hann víðari frá: „fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum.“ (Jóhannes 17:26) At lærusveinarnir lærdu at kenna Guds navn, hevði við sær at teir persónliga komu at kenna Guds kærleika. Jesus hevði gjørt tað møguligt hjá teimum at læra Gud at kenna sum sín góða Faðir. — Jóhannes 17:3.
Hvussu tað viðkemur tær
Á einum fundi sum teir kristnu ápostlarnir og teir elstu hildu í Jerúsalem í fyrstu øld, segði lærusveinurin Jákup: „Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum.“ Kunnu vit hoyra til tað fólkið Gud tekur „navni Sínum“, um vit ikki brúka ella bera hetta navnið? — Ápostlasøgan 15:14.
Hóast nógv havast undan at brúka navnið Jehova og nógvir bíbliuumsetarar ikki taka tað við í sínum umsetingum, eru kring heimin milliónir av menniskjum sum við gleði hava tikið ímóti tí framíhjárættinum at bera Guds navn, at brúka tað ikki bert í tilbiðjanini men eisini í gerandisdegnum, og at boða tað fyri øðrum. Um nakar kom og tosaði við teg um Bíbliunnar Gud og brúkti navnið Jehova, hvønn trúarbólk hevði tú tá sett hann í samband við? Bert eitt samfelag í heiminum brúkar altíð Guds navn í tilbiðjanini, eins og hansara tilbiðjarar gjørdu fyrr í tíðini. Tað eru Jehova Vitni.
Tað bíbilska navnið, Jehova Vitni, vísir at hesi kristnu eru ’eitt fólk fyri Guds navn’. Tey eru errin av at bera hetta navnið, tí tað er eitt navn Jehova sjálvur hevur givið sínum sonnu tilbiðjarum. Í Esaias 43:10 lesa vit: „Tit eru vitni Míni, sigur [Jehova], og tænari Mín, sum Eg havi útvalt.“ Hvønn tosaði Gud um her? Latið okkum hyggja at nøkrum av teimum undanfarnu versunum.
Í versunum 5 til 7 í sama kapitlinum sigur Esaias: „Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg. Eg skal siga við norðrið: ’Kom higar við teimum!’ við suðrið: ’Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar, hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!’“ Hesi versini lýsa í okkara tíð Guds egna fólk — tey menniskjuni hann hevur savnað úr øllum tjóðunum fyri at tey skulu prísa honum og vera hansara vitni. Guds navn stendur altso ikki bert fyri hann sjálvan, men er eisini við til at vísa hvørji ið eru hansara sonnu tænarar í dag.
Vælsignilsi við at kenna Guds navn
Jehova verjir tey ið elska navn hansara. Sálmaskaldið segði: „Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt.“ (Sálmur 91:14) Hann minnist eisini til tey. Profetiskt verður sagt: „Tá talaðu tey saman, tey sum óttast [Jehova], og [Jehova] lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast [Jehova] og hugsa um navn Hansara.“ — Malakias 3:16.
Ja, tá vit kenna og elska Guds navn, hevur tað vælsignilsi við sær ið røkka longur enn hetta lívið. Jehova hevur lovað lýdnum menniskjum ævigt lív í lukku í einum páradísi á jørðini. Dávid varð innblástur at skriva: „Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir [Jehova], skulu arva landið. Men hini eyðmjúku skulu arva landið [jørðina, Ny Verden-oversættelsen] og gleðast í nógvum friði.“ — Sálmur 37:9, 11.
Hvussu verður hetta møguligt? Jesus gav svarið. Í tí somu bønini sum hann lærdi okkum at biðja: „Heilagt verði navn Títt,“ legði hann aftrat: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:9, 10) Ja, Guds ríki har Jesus Kristus er kongur, fer at halga Guds navn og fáa góð viðurskifti í lag á jørðini. Tað beinir fyri øllum tí illa, fyri bæði kríggi, brotsverkum, hungursneyð, sjúku og deyða. — Sálmur 46:9, 10; Esaias 11:9; 25:6; 33:24; Opinberingin 21:3, 4.
Tú kanst fáa ævigt lív undir hesum ríkinum. Hvussu? Við at læra Gud at kenna. „Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Jehova vitni vilja við gleði hjálpa tær til hetta. — Ápostlasøgan 8:29-31.
Vit vóna at upplýsingarnar í hesum bóklinginum hava sannført teg um at Skaparin hevur eitt persónligt navn sum hann metir sera høgt. Vit vóna at eisini tú metir tað høgt. Ja, at tú skilur hvønn týdning tað hevur at kenna hetta navn og brúka tað, serliga í tínari tilbiðjan.
Og hevði tú nú sett tær fyri at sagt sum profeturin Mika óræddur segði fyri nógvum hundrað árum síðani: „Tí øll fólkasløg ganga, hvørt í navni guds síns, men vit ganga í navni [Jehova] Guds okkara, í aldur og allar ævir.“ — Mika 4:5.
[Tekstsendurgeving á síðu 28]
At ’kenna Guds navn’ er meira enn bert at vita at Guds navn er Jehova
[Tekstsendurgeving á síðu 30]
Navn Jehova er ’hátignarligt, stórt, øgiligt og hátt hevjað’. Allar ætlanir Guds eru knýttar at hansara navni
[Ramma á síðu 29]
Í einari grein í blaðnum Anglican Theological Review (oktober 1959) hevur dr. Walter Lowrie skrivað fylgjandi um tann týdning tað hevur at kenna Guds navn: „Fyri okkum menniskju hevur tað alstóran týdning at kenna rætta navnið, persónliga navnið, á tí vit eru góð við, á tí vit tosa við ella tosa um. Tað hevur líka stóran týdning tá talan er um menniskjans viðurskifti við Gud. Eitt menniskja ið ikki kennir Guds navn, kennir hann ikki veruliga sum persón og tosar ikki við hann í trúnaði (tað er tað sum bøn merkir), og tað er ikki ført fyri at elska hann um tað bert kennir hann sum eina ópersónliga kraft.“