Far beinleiðis til innihaldið

Hevur menniskjað ein ódeyðiligan anda?

Hevur menniskjað ein ódeyðiligan anda?

Hevur menniskjað ein ódeyðiligan anda?

ER NAKAÐ lív eftir deyðan? Spurningurin hevur ørkymlað fólk í fleiri túsund ár, og tey eru komin fram við nógvum ymiskum áskoðanum.

Í øllum heiminum, til dømis á kyrrahavsoyggjunum í Polynesia, Melanesia og Mikronesia, trúgva nógv, at ein „andi“ livir víðari, tá fólk doyggja. Fer okkurt innan í menniskjanum veruliga úr kroppinum, tá tað doyr, og livir víðari aðrastaðni? Hvat er andin í einum menniskja? Hvat hendir honum, tá vit doyggja? Bíblian, Guds orð, gevur eftirfarandi og nøktandi svar.

Hvat er andin?

Orðini, sum í Bíbliuni eru umsett „andi“, merkja grundleggjandi „andi“ ella „andadráttur“. Men í orðunum liggur meira enn bara at draga andan. Bíbliuhøvundurin Jákup sigur til dømis: „Likamið er deytt uttan anda.“ (Jákup 2:26) Andin er altso tað, ið ger likamið livandi.

Henda megin, ið ger livandi, kann ikki bara vera andadrátturin ella luftin, sum vit anda inn og út. Hví ikki? Tí tá andadrátturin er hildin uppat, er framvegis lív í kropskyknunum eina stutta tíð — „í ikki so fáar minuttir,“ sambært The World Book Encyclopedia. Hetta er orsøkin til, at tað kann eydnast at fáa lív í aftur fólk, og at ymisk gøgn kunnu flytast úr einum fólki í annað. Men tá lívsmegin er farin úr kropskyknunum, eru allar royndir at fáa lív í aftur til fánýtis. Eingin andadráttur, eingin luft, kann fáa so mikið sum eina einastu kyknu at livna aftur. Andin er tí tann ósjónliga lívsmegin — lívsneistin — sum heldur øllum kyknunum á lívi. Lívsmegin verður hildin uppi við andadráttinum. — Job 34:14, 15.

Virkar hesin andin bara í menniskjum? Bíblian gevur svarið. Hin vísi Sálomon kongur skrivaði: „Hvør veit, um andi menniskjans sígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!“ (Prædikarin 3:21) Sagt verður altso, at bæði dýr og menniskju hava ein anda. Hvussu skal tað skiljast?

Andin, ella lívsmegin, kann samanberast við elektriskan streym, sum fær eina maskinu ella eitt tól at virka. Streymurin sæst ikki, men hann kann brúkast til at gera ymiskt, alt eftir tólinum, sum hann verður settur til at reka. Ein ovnur, til dømis, gevur hita; ein telda viðger upplýsingar og kann gera útrokningar, og eitt sjónvarp framleiðir myndir og ljóð. Men elektriski streymurin tekur ongantíð upp á seg skapið og eginleikarnar hjá tólinum. Hann er og verður ein megi. Somuleiðis tekur lívsmegin ikki á seg skapið og eginleikarnar, ið eyðkenna skapningarnar, sum hann ger livandi. Hann hevur onga persónmensku, hann er ikki førur fyri at hugsa. Bæði menniskju og dýr hava „ein og sama anda“. (Prædikarin 3:19) Tá eitt menniskja doyr, livir andin tí ikki víðari í onkrum øðrum heimi sum ein andavera.

Men hvørjari støðu eru tey deyðu so í? Og hvat verður av andanum, tá eitt menniskja doyr?

„Mold skalt tú aftur verða“

Tá fyrsta menniskjað, Ádam, vitandi og við vilja gekk ímóti Guds boðum, segði Jehova við hann: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) Hvar var Ádam, áðrenn Jehova skapti hann úr moldini? Hann var ongastaðni! Hann var rætt og slætt ikki til. Tá Jehova Gud tí segði, at Ádam skuldi fara „aftur í jørðina,“ meinti hann, at Ádam skuldi doyggja. Ádam skuldi ikki fara ’yvirum’ til andaheimin. Tá hann doyði, gjørdist hann aftur lívleysur, var ikki til longur. Revsing hansara var deyði — vantandi lív — hann skuldi ikki flytast burtur í ein annan heim. — Rómbrævið 6:23.

Hvussu við øðrum, sum eru deyð? Vit fáa greitt at vita, hvørjari støðu tey deyðu eru í, tá vit lesa Prædikarin 9:5, 10: „Hini deyðu vita einki; . . . Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum.“ Deyðin er tí tað sama sum ikki-vera. Sálmaskaldið skrivaði, at tá eitt menniskja doyr, ’fer andi hansara út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara’. — Sálmur 146:4.

Sum skilst vita tey deyðu ikki til sín. Tey eru óvirkin. Tey vita einki. Tey hvørki síggja, hoyra ella tosa við okkum. Tey kunnu hvørki hjálpa teimum livandi ella gera teimum fortreð. Okkum nýtist avgjørt ikki at ræðast tey deyðu. Men hvussu skal tað skiljast, at andin „fer út“ úr einum menniskja, tá tað doyr?

„Andin fer aftur til Gud“

Um eitt menniskja, sum doyr, sigur Bíblian, at „andin fer aftur til Gud, sum gav hann“. (Prædikarin 12:7) Merkir tað, at ein andavera bókstavliga ferðast gjøgnum rúmdina og upp til Gud? Nei. Soleiðis sum Bíblian nýtir orðingina „fer aftur“, merkir tað ikki endiliga at flyta bókstavliga úr einum plássi í annað. Til dømis segði Jehova við trúleysar ísraelsmenn: „Snúgvið tykkum aftur til mín, so skal eg snúgva mær aftur til tykkara, sigur Harri herliðanna.“ (Malakias 3:7, Løggilda føroyska umsetingin) At ísraelsmenn ’snúðu sær sær aftur’ til Jehova, merkti, at teir vendu við frá eini skeivari kós og aftur fylgdu rættvísu reglum Guds. Og at Jehova ’snúði sær aftur’ til Ísrael, merkti, at hann aftur gav fólki sínum ans og umsorgan. Í báðum førum var talan um at broyta hugburð, ikki bókstavliga at flyta úr einum plássi í annað.

Somuleiðis fer heldur eingin verulig flyting fram frá jørðini til himmalska heimin, tá andin „fer aftur til Gud“. Minst til, at andin er lívsmegin. Tá henda megin er farin úr einum fólki, kann eingin uttan Gud geva tí lív aftur. „Andin fer aftur til Gud“ í teirri merking, at allar vónir um, at hetta menniskjað aftur kemur at liva, nú fullkomiliga eru í Guds hondum.

Hugsa til dømis um tað, sum hendi, tá Jesus doyði. Um hetta sigur Lukas í evangeliinum hjá sær: „Og Jesus rópti við harðari rødd: ’Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.’ Táið Hann hetta hevði sagt, andaðist Hann.“ (Lukas 23:46) Tá andi Jesusar fór úr honum, var hann ikki bókstavliga á veg til himmals. Jesus reis ikki upp frá deyðum fyrr enn triðja dagin, og aðrir 40 dagar gingu, áðrenn hann fór til himmals. (Ápostlasøgan 1:3, 9) Men tá Jesus doyði, læt hann tryggur anda sín í hendur Faðirsins, fullvísur í at Jehova var førur fyri at geva honum lívið aftur.

Ja, einans Gud kann gera eitt menniskja livandi aftur. (Sálmur 104:30) Hetta gevur okkum stórfingin útlit!

Ein trygg vón

Bíblian sigur: „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd [Jesusar]. Og tey skulu koma fram.“ (Jóhannes 5:28, 29) Ja, Jesus Kristus lovaði, at øll sum eru goymd í minni Guds, skulu rísa upp, koma aftur til lívs. Í staðin fyri syrgiligar kunngerðir um at onkur er deyður, koma tá gleðiligar fráboðanir um, at onkur er komin aftur til lívs! Sum tað verður gott, at taka ímóti sínum kæru, ið rísa upp frá deyðum!

Vilt tú vita meira um hesi lyftini frá Gudi, kanst tú skriva til nærmastu adressuna niðanfyri eftir einum eintaki av heftinum Hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974.