Far beinleiðis til innihaldið

Hevur tú hug at vita meira um Bíbliuna?

Hevur tú hug at vita meira um Bíbliuna?

Hevur tú hug at vita meira um Bíbliuna?

Hví lesa Bíbliuna?

BÍBLIAN er øðrvísi enn allar aðrar bøkur, tí í henni er holl leiðbeining frá Gudi. (1 Tessalonikabræv 2:13) Tú fært stóra nyttu av at fylgja Bíbliuni. Tú fært størri kærleika til Gud og eitt tættari samband við hann, ið er Gevarin, sum „øll góð gáva og øll fullkomin gáva“ kemur frá. (Jákup 1:17) Tú lærir, hvussu tú kanst venda tær til hansara í bøn, og tá trupulleikar stinga seg upp, kennir tú, at hann hjálpir. Lagar tú lívið hjá tær eftir teimum reglunum, sum standa í Bíbliuni, gevur Gud tær ævigt lív. — Rómbrævið 6:23.

Í Bíbliuni eru týdningarmiklir sannleikar. Tey, sum læra Bíbliuna at kenna, sleppa undan skeivum fatanum, sum hava ræðið á milliónum av menniskjum. Tá vit kenna sannleikan um tað, ið hendir eftir deyðan, sleppa vit undan óttanum fyri, at tey deyðu skulu gera okkum fortreð, ella fyri at okkara deyðu skyldfólk og vinir pínast. (Prædikarin 9:5, 10) Tað, Bíblian lærir um uppreisnina, er ein stórur uggi hjá teimum, ið hava mist nøkur av sínum kæru. (Jóhannes 11:25) Sannleikin um óndar einglar vísir okkum á vandarnar við spiritismu og hjálpir okkum at skilja, hví heimurin er so fullur av trupulleikum.

Tær meginreglurnar, Gud hevur givið okkum í Bíbliuni, læra okkum at liva á ein hátt, sum gagnar okkum kropsliga. Til dømis er tað heilsufremjandi at vera ’hóvsom í vanum’. (1 Timoteus 3:2, samanber Ny Verden-oversættelsen) Við at „reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein — á holdi og anda“, sleppa vit undan at skaða heilsuna. (2 Korintbræv 7:1) At fylgja vegleiðingini frá Gudi gevur hartil meiri sjálvsvirðing og størri eydnu í hjúnalagnum. — 1 Korintbræv 6:18.

Tá ið vit brúka Guds orð í lívi okkara, verða vit eisini glaðari. Bíbliukunnleikin gevur ein innari frið, ger okkum nøgd og gevur vón. Hann hjálpir okkum at menna dámligar eginleikar sum samkenslu, kærleika, gleði, frið, blíðskap og trúgv. (Galatiabrævið 5:22, 23; Efesusbrævið 4:24, 32) Slíkir eginleikar gera okkum til betri menn og konur, betri mammur og pápar, betri synir og døtur.

Hugsar tú av og á um framtíðina? Í Bíbliuni eru profetiir, sum vísa, hvar vit eru stødd á tíðarinnar streymi. Profetiirnar lýsa ikki bert tey viðurskiftini, vit síggja í heiminum í dag, tær vísa eisini, at Gud skjótt fer at broyta jørðina til eitt paradís. — Opinberingin 21:3, 4.

Ein hjálp at skilja Bíbliuna

Kanska hevur tú roynt at lesa í Bíbliuni og heldur tað vera ringt at fáa skil á henni. Møguliga veitst tú ikki, hvar í Bíbliuni tú skalt leita eftir svari til spurningarnar, sum tú hevur. Um so er, stendur tú ikki einsamallur. Okkum tørvar øllum hjálp at skilja Guds orð. Jehova Vitni í umleið 235 londum bjóða milliónatals menniskjum ókeypis bíbliuundirvísing. Tey vilja eisini fegin hjálpa tær.

Vanliga er best at kanna Bíbliuna miðvíst og byrja við teimum bíbilsku grundlærdómunum. (Hebrearabrævið 6:1) So við og við skilur tú meira og verður førur fyri at taka ’fasta føði’ til tín, tað vil siga djúpari sannleikar. (Hebrearabrævið 5:14, samanber Føroysku løggildu umsetingina) Bíblian er týdningarmesta kunningarkeldan. Bíbilskur lesnaður, sum til dømis heftið Hvat krevur Gud av okkum?, kann hjálpa tær at skilja, hvat Bíblian sigur um ymisk evni.

Hevur tú hug at kanna Bíbliuna eina ferð um vikuna?

Eitt slíkt bíbliuskeið kann verða hildið tá og har, tað liggur fyri hjá tær. Nógv kanna Bíbliuna á henda hátt heima við hús; ja, summi gera tað í telefonini. Talan er ikki um bólkaundirvísing, men um privatundirvísing, sum kann lagast eftir tínum umstøðum og tínari bakgrund, og tú skalt ikki upp til nakra próvtøku. Tú fært svarað spurningum tínum um Bíbliuna og lærir, hvussu tú fært eitt tættari samband við Gud.

Tú skalt einki gjalda fyri eitt slíkt bíbliuskeið. (Matteus 10:8) Tað verður ókeypis bjóðað øllum, sum ærliga ynskja at vita meira um Bíbliuna, líkamikið um tey eru trúgvandi ella ikki.

Familja og vinir tínir eru sjálvandi vælkomin at vera við í umrøðuni. Men dámar tær betur at vera einsamallur á skeiðnum, ber tað eisini til.

Nógv seta ein tíma av hvørja viku til at kanna Bíbliuna nærmari. Antin tú fært brúkt meiri ella minni tíð, vilja Jehova Vitni fegin vera tær til hjálpar.

Ein innbjóðing til at læra Bíbliuna at kenna

Tú ert vælkomin at venda tær til Jehova Vitni. Hetta kanst tú til dømis gera við at skriva til nærmastu adressuna niðanfyri. So fært tú svar viðvíkjandi ókeypis bíbliuskeiði.

□ Eg vil fegin hava heftið Hvat krevur Gud av okkum?

□ Setið tykkum vinaliga í samband við meg viðvíkjandi ókeypis bíbliuskeiði.

Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens.