Far beinleiðis til innihaldið

Hví tú kanst líta á Bíbliuna

Hví tú kanst líta á Bíbliuna

Hví tú kanst líta á Bíbliuna

Summi siga at Bíblian ikki er álítandi, og henda hugsan verður alt meira vanlig. Tí vísa nógv í dag Bíbliuna frá sær sum ótrúverda.

Kortini segði Jesus í eini bøn til Gud: „Orð Títt er sannleiki.“ Og Bíblian sjálv sigur seg vera innblásta av Gudi. — Jóhannes 17:17; 2 Timoteus 3:16.

Hvat heldur tú? Er nakað grundarlag fyri at trúgva tí Bíblian sigur? Ella er tað prógvað at Bíblian er óálítandi, at hon er ógreið og mótsigur sær sjálvari?

Mótsigur hon sær sjálvari?

Tað vilja summi vera við, men hevur nakar nakrantíð víst tær eitt dømi um tað? Vit hava ongantíð sæð eitt ið toldi eina gjøllari kanning. Víst finna vit í summum frásøgum í Bíbliuni okkurt ið líkist mótsøgnum. Men vanliga er tað bert tí vit ikki kenna viðurskiftini og umstøðurnar í tí umrødda nóg væl.

Summi halda seg til dømis hava funnið eina mótsøgn í Bíbliuni tá tey spyrja: ’Hvaðani fekk Káin konu sína?’ Tey halda at Káin og Ábel vóru tey einastu børnini Ádam og Eva høvdu. Men tað vísir bert at tey ikki hava lisið frásøguna nóg væl, tí Bíblian greiðir frá at Ádam „fekk synir og døtur“. (1 Mósebók 5:4) Káin kann altso hava gift seg við einari systur síni ella kanska við einari systur- ella bróðurdóttur.

Atfinnarar sum bara leita eftir mótsøgnum, siga kanska: ’Bíbliuskrivarin Matteus sigur at ein høvuðsmaður kom og bað Jesus um hjálp, meðan Lukas sigur at hann sendi aðrar at spyrja. Hvør hevur rætt?’ (Matteus 8:5, 6; Lukas 7:2, 3) Men er hetta í roynd og veru ein mótsøgn?

Er tað ikki heilt vanligt í dagligari talu at siga at ein ið stendur fyri einum arbeiði, eisini ger tað, hóast hann hevur aðrar at arbeiði fyri seg? Einki rímiligt menniskja vil til dømis pástanda at tað er skeivt at siga at Christian IV bygdi Rundatorn, hóast onnur gjørdu arbeiðið fyri hann. Soleiðis er tað heldur eingin mótsøgn tá Matteus sigur at høvuðsmaðurin bað Jesus um nakað, meðan Lukas sigur at hann sendi aðrar fyri seg.

Tá vit kanna umstøðurnar, hvørvur tað ið líkist mótsøgnum.

Søga og vísindi

Einaferð ivaðust nógv í um Bíblian var søguliga røtt. Atfinnarar ivaðust í um bíbilskir persónar sum Sargon kongur í Assýria, Belsazar kongur í Bábel og rómverski landshøvdingurin Pontius Pilatus yvirhøvur høvdu verið til. Men nýggjar uppdagingar hava váttað eina bíbilska frásøgu fyri og aðra eftir. Søgumaðurin Moshe Pearlman skrivar: „Knappliga fóru ivamenn, som enntá høvdu ivast um teir søguligu partarnar av Gamla Testamenti, at broyta hugsan.“

Um vit skulu líta á Bíbliuna má hon eisini vera røtt í vísindaligum spurningum. Er hon tað? Tað er ikki langt síðan vísindini, mótsett Bíbliuni, vildu vera við at alheimurin onga byrjan hevði. Men stjørnufrøðingurin Robert Jastrow hevur seinni víst til nýggjari kanningarúrslit sum ganga ímóti hesi uppfatan, og hann greiðir frá: „Nú síggja vit at tann stjørnufrøðiligi vitnisburðurin leiðir til eina bíbilska uppfatan av uppruna heimsins. Okkurt brýtur av, men teir týðandi lutirnir í tí stjørnufrøðiligu og tí bíbilsku frásøguni eru teir somu.“ — 1 Mósebók 1:1.

Menniskjuni hava eisini noyðst at endurskoða sína uppfatan viðvíkjandi forminum á jørðini. „Kanningarferðirnar,“ sigur handbókin The World Encyclopedia, „vístu at jørðin var rund, og ikki fløt sum tey flestu trúðu.“ Men Bíblian hevði rætt alla tíðina! Meir enn 2000 ár áðrenn hesar kanningarferðirnar vórðu gjørdar, talaði Bíblian í Esaias 40:22 um ’jarðarkringin’ sambært føroysku løggildu umsetingini, ella, sum aðrar umsetingar siga: ’Jarðarbóltin’ (Lindberg), ’ta rundu jørðina’(Moffatt).

Jú meir vit læra, tess skilligari síggja vit at Bíblian er álítandi. Ein fyrrverandi leiðari av British Museum, Sir Frederic Kenyon, skrivaði: „Tey úrslitini vit longu eru komin til, vátta tað sum trúgvin gav hóming um: at Bíblian kann ikki annað enn vinna við øktari vitan.“

Boðar frá framtíðini

Kunnu vit so eisini líta á tað Bíblian sigur um framtíðina, til dømis tá hon sigur frá ’nýggjum himlum og nýggjari jørð, har rættvísi býr’? (2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:3, 4) Ja, hvussu álítandi vóru profetorðini í Bíbliuni fyrr í tíðini? Ferð eftir ferð hava profetorð, hóast tey vórðu søgd fleiri hundrað ár frammanundan, fingið eina nágreiniliga uppfylling.

Næstan 200 ár áðrenn tað hendi, boðaði Bíblian til dømis frá at tað veldiga Bábylon skuldi falla. Medarar, ið góvu seg í part við persarar, vorðu nevndir sum sigurvinnarar. Og hóast persarakongurin Kýros ikki var føddur enn, varð boðað frá at hann skuldi hava ein avgerandi leiklut í sigrinum. Boðað varð frá at vøtnini ið vardu Bábylon, Eufratáin, skuldu „torna upp“, og at býarportrini ikki skuldu vera stongd. — Jeremias 50:38; Esaias 13:17-19; 44:27–45:1.

Sum søguskrivarin Herodot váttar, gekk alt hetta út. Haraftrat boðaði Bíblian frá at Bábylon at enda skuldi gerast til óbygdar toftir. Og soleiðis gekk tað. Í dag er Bábylon berar grótrúgvur. (Esaias 13:20-22; Jeremias 51:37, 41-43) Bíblian er á tremur við slíkum profetorðum ið hava fingið eina hugtakandi uppfylling.

Hvat sigur Bíblian so um heimin í dag? Hon sigur: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera goð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, . . . sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans.“ — 2 Timoteus 3:1-5.

Síggja vit ikki alt hetta ganga út nú? Men Bíblian sigur eisini um ’síðstu dagarnar’ at „tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki“. Haraftrat sigur hon at „stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur“. — Matteus 24:7; Lukas 21:11.

Tað sæst greitt at Bíbliunnar profetorð ganga út í dag! Men ber tað tá ikki til at líta á tey profetorðini sum ikki eru gingin út enn, som til dømis: „Hini rættvísu arva landið [jørðina, Ny Verden-Oversættelsen] og búgva í tí allar ævir,“ og: „Svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn . . . og teir skulu ikki longur læra seg hernað“? — Sálmur 37:29; Esaias 2:4.

Onkur fer kanska at siga at tað ljóðar alt ov gott til at vera satt. Men í roynd og veru hava vit onga grund til at ivast um nakað sum Skaparin lovar okkum. Hansara orð eru álítandi. (Titus 1:2) Kannar tú tað nærri verður tú bert meira sannførdur um tað.

Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuversini úr Umseting Victors Danielsens.

[Tekstsendurgeving á síðu 4]

„Tey úrslitini vit longu eru komin til, vátta tað sum trúgvin gav hóming um: at Bíblian kann ikki annað enn vinna við øktari vitan“