Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ævigt lív í einum Paradísi á jørðini

Ævigt lív í einum Paradísi á jørðini

8. partur

Ævigt lív í einum Paradísi á jørðini

1, 2. Hvussu verður tað at liva tá Guds ríki ræður?

1 Hvussu verður tað at liva tá Gud beinir fyri óndskapi og líðing á jørðini og stovnar sína nýggju verð har hansara himmalska ríki eymliga rekur stjórn? Gud hevur í Bíbliuni givið lyfti um at hann skal ’lata upp hond sína og metta alt livandi við tí, sum tað ynskir sær’. — Sálmur 145:16.

2 Hvørji ynski hevur tú? Kundi tú ikki hugsað tær eitt lukkuligt lív, eitt arbeiði við meining, materiella vælferð, eitt vakurt umhvørvi, frið millum øll menniskju og at sloppið undan órættvísi, sjúku, líðing og deyða? Og hvussu við einum gleðiligum andaligum útsýni? Alt hetta gerst skjótt veruleiki tá Guds ríki ræður. Legg til merkis tað profetiir í Bíbliuni siga um tær undursomu signingarnar nýggja verðin hevur at bjóða.

Friður millum menniskju

3-6. Hvørja vissu fáa vit fyri at friður verður millum menniskju í nýggju verðini?

3 „[Gud] ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.“ — Sálmur 46:10.

4 „Svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“ — Esaias 2:4.

5 „Hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ — Sálmur 37:11.

6 „Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.“ — Esaias 14:7.

Friður millum menniskju og dýr

7, 8. Hvussu verða viðurskiftini millum menniskju og dýr?

7 „Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey. Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt. Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins. Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum.“ — Esaias 11:6-9.

8 „Tann dag skal Eg gera sáttmála fyri tey við dýrini á markini, við fuglar himmalsins og við skriðdýrini á jørðini; . . . og Eg skal lata tey búgva trygg.“ — Hoseas 2:18.

Fullkomna heilsu, ævigt lív

9-14. Greið frá heilsustøðuni í nýggju verðini.

9 „Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast.“ — Esaias 35:5, 6.

10 „[Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ — Opinberingin 21:4.

11 „Eingin, sum býr har, skal siga: „Eg eri sjúkur.““ — Esaias 33:24.

12 „Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.“ — Job 33:25.

13 „Náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.“ — Rómbrævið 6:23.

14 „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ — Jóhannes 3:16.

Tey deyðu fáa lívið aftur

15-17. Hvør vón er fyri tey sum longu eru deyð?

15 „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ — Ápostlasøgan 24:15.

16 „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum [í Guds minni], skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram.“ — Jóhannes 5:28, 29.

17 „Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið [grøvin] góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru.“ — Opinberingin 20:13.

Jørðin, eitt blómandi paradís

18-22. Hvussu verður øll jørðin broytt?

18 „Eg skal senda regn í rættari tíð; signingarskúrir skulu tað vera. Trøini á markini skulu geva ávøkst sín, og jørðin skal geva grøði sína; teir skulu búgva trygt í landi sínum.“ — Ezekiel 34:26, 27.

19 „Jørðin hevur givið grøði sína; Gud, Gud okkara, signar okkum.“ — Sálmur 67:7.

20 „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ — Esaias 35:1.

21 „Fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur. Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtustrø.“ — Esaias 55:12, 13.

22 „Tú [skalt] vera við Mær í Paradísi.“ — Lukas 23:43.

Góð húsaviðurskifti hjá øllum

23, 24. Hvussu fáa vit vissu fyri at øll fáa góðar bústaðir?

23 „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum . . . ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; . . . og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína. Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða.“ — Esaias 65:21-23.

24 „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey.“ — Mika 4:4.

Tú kanst liva um ævir í Paradísinum

25. Hvørjar undurfullar framtíðarvónir hava vit?

25 Eru hetta ikki undurfullar framtíðarvónir? Lívið kann hava eina sanna meining nú, tá vit liva í tryggari vissu um at allir trupulleikarnir vit nú hava, verða loystir med alla í Guds nýggju verð. „Hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug.“ (Esaias 65:17) Og tað gevur stóran ugga at vita at lívið tá verður ævigt: „[Gud] skal við alla gera deyðan til einkis.“ — Esaias 25:8.

26. Hvussu kemur ein at liva um ævir í Guds nýggju verð?

26 Hevur tú hug at liva um ævir í Paradísinum í nýggju verðini sum nú er nær? Kanska spyrt tú hvat tú skalt gera fyri at verða góðkendur av Gudi og liva víðari í hansara nýggju verð tá hesin heimurin endar. Í eini bøn til Gud segði Jesus: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ — Jóhannes 17:3.

27. Hvat mást tú gera fyri at koma upp í part tá Gud fremur sína ætlan?

27 Fá tær tí eina Bíbliu, og vissa teg um at tað tú hevur lisið í hesum heftinum er satt. Finn tær onnur sum lesa Bíbliuna og bera hennara sonnu læru fram. Kvett sambandið við hyklandi átrúnar sum læra og gera slíkt sum stríðir við Bíbliuna. Lær hvussu tú, saman við milliónum av øðrum sum longu gera Guds vilja, eisini kanst koma upp í part tá Gud letur menniskju liva um ævir í Paradísinum á jørðini, soleiðis sum hann hevur ætlað tað. Og minst til tað sum Guds innblásta orð sigur um tíðina sum nærkast: „Heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:17.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 31]

Gud skal skjótt endurreisa Paradísið á jørðini, sum hann hevur ætlað tað