Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein kelda við framúrskarandi vísdómi

Ein kelda við framúrskarandi vísdómi

3. partur

Ein kelda við framúrskarandi vísdómi

1, 2. Hví eiga vit at kanna Bíbliuna?

1 Finst hesin framúrskarandi vísdómurin í Bíbliuni? Svarar hon sannorðað týdningarmiklu spurningunum um meiningina við lívinum?

2 Bíblian er avgjørt verd at kanna. Til dømis tí hon er óvanligasta bókin sum nakrantíð er skrivað og heilt øðrvísi enn aðrar bøkur. Hugsa um upplýsingarnar niðanfyri.

Bókin sum er elst og hevur størstu útbreiðsluna

3, 4. Hvussu gomul er Bíblian?

3 Bíblian er elsta bókin sum nakrantíð er skrivað. Partar av henni vórðu skrivaðar fyri umleið 3500 árum síðani. Hon er fleiri hundrað ár eldri enn aðrar bøkur sum sigast vera heilagar. Hin fyrsta av teimum 66 bókunum hon inniheldur, varð skrivað umleið túsund ár fyri Buddha og Kungfutse og umleið tvey túsund ár fyri Muhamed.

4 Søguliga frásøgan í Bíbliuni byrjar tá mannaættin varð stovnað og greiðir frá hvussu mannalívið byrjaði her á jørðini. Ja, hon sigur eisini frá tíðini áðrenn vit vórðu skapt og kunnar okkum um hvussu jørðin varð til.

5. Hvussu nógv gomul handrit finnast av Bíbliuni, samanborið við handrit av øðrum gomlum bókum?

5 Bert fá gomul handrit eru eftir av øðrum bókum, tað veri átrúnaligar ella ikki. Umleið 13.000 hondskrivað avrit av Bíbliuni finnast á hebraiskum og grikskum og nøkur av teimum eru nærum eins gomul og upprunaritini. Hesi eru til enn hóast ágrýtnastu royndirnar ið hugsast kunnu, hava verið gjørdar til tess at beina fyri Bíbliuni.

6. Hvussu stóra útbreiðslu hevur Bíblian fingið?

6 Bíblian er harumframt bókin sum hevur fingið nógv størstu útbreiðsluna í søguni. Umleið tríggjar milliardir bíbliur ella partar av henni eru givnar út á umleið tveimum túsund málum. Tað sigst at 98 prosent av mannaættini hevur høvi at lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Eingin onnur bók hevur fingið eina útbreiðslu sum kemur í námind av hesum.

7. Hvat kunnu vit siga um neyvleika Bíbliunnar?

7 Aftrat hesum kunnu ongar bøkur úr fornøldini samanberast við Bíbliuna í neyvleika. Vísindafólk, søgufólk, fornfrøðingar, landafrøðingar, málfrøðingar og onnur hava ferð eftir ferð váttað frásagnirnar í Bíbliuni.

Vísindaligur neyvleiki

8. Hvussu neyv er Bíblian tá hon nertur við vísindalig evni?

8 Bíblian varð ikki skrivað sum ein lærubók í vísindi, men tá hon nertur við vísindalig evni samsvarar hon við sonn vísindi. Aðrar gamlar bøkur sum verða mettar at vera heilagar siga frá vísindaligum sagnum, skeivleikum og beinleiðis ósannindum. Kanna bert fýra av nógvum dømum um vísindaliga neyvleikan í Bíbliuni:

9, 10. Hvussu verður Jørðin hildin uppi sambært Bíbliuni?

9 Hvussu Jørðin verður hildin uppi. Í fornøldini tá Bíblian varð skrivað, vóru nógvar gitingar um hvussu Jørðin varð hildin uppi. Nøkur trúðu at hon stóð á fýra fílum sum stóðu á einari stórari havskjaldbøku. Aristoteles, ein grikskur heimsspekingur og vísindamaður úr fjórðu øld f.o.t., lærdi at Jørðin ikki fekk hingið í tómum rúmi. Hann vildi vera við at himmallikamini vóru fest í ymisk himinhválv av føstum, glærum tilfari og at hvørt hválv var innan í einum øðrum hválvi. Jørðin skuldi so vera í innasta hválvinum, og stjørnurnar í tí ytsta.

10 Men Bíblian er ikki ávirkað av teimum ótrúligu, óvísindaligu áskoðanunum sum vóru frammi tá hon varð skrivað. Í Bíbliuni verður heilt einfalt sagt (og tað varð skrivað umleið ár 1473 f.o.t.): „[Gud] heingir jørðina á einki.“ (Job 26:7) Orðið í hebraiska upprunaritinum sum er endurgivið „einki“ merkir „als einki“, og tað kemur bert fyri í hesum eina førinum í Bíbliuni. Tað sum her verður lýst — jørðin umgyrd av tómum rúmi — viðurkenna serkønir sum vitnisburð um einastandandi innlit, serstakliga tá á døgum. Uppslagsverkið Theological Wordbook of the Old Testament sigur: „Job 26:7 lýsir á merkisverdan hátt hin tákenda heimin sum sveimandi í rúmdini og ger soleiðis frammanundan vart við slíkt sum vísindini seinni komu fram á.“

11, 12. Nær skiltu menniskjuni at tað sum stendur í Job 26:7 er satt?

11 Bíblian kom við hesi sonnu frágreiðing meira enn 1100 ár fyri Aristoteles. Tó varð sjónarmiðið hjá Aristoteles góðtikið í umleið 2000 ár eftir at hann var deyður! Ikki fyrr enn í 1687 e.o.t. kunngjørdi sir Isaac Newton uppdagingina av atdráttarmegini; at Jørðin er har hon er í mun til onnur himmallikam í rúmdini tí tey øll toga í hvørt annað. Men tað var næstan 3200 ár eftir at Bíblian snøgt og einfalt hevði boðað frá at Jørðin hongur ’á ongum’.

12 Ja, fyri nærum 3500 árum síðani segði Bíblian frá at Jørðin ikki hevur nakað sjónligt støði, og tað samsvarar við tær lógirnar fyri atdráttarmegi og rørslu sum menniskjuni nógv seinni komu at skilja. „Hvussu Job kendi sannleikan er ein torførur spurningur hjá teimum sum nokta at Bíblian er innblást,“ hevur ein granskari sagt.

13. Hvussu hildu menniskju fyri fleiri hundrað árum síðani at jørðin sá út, og hvat fekk tey at broyta áskoðan?

13 Skapið á Jørðini. Í The Encyclopedia Americana verður sagt: „Fyrsta hugsanin nakar veit um at menniskju høvdu um jørðina, var at hon var ein fløt, hørð pláta mitt í alheiminum. . . . Ikki fyrr enn í renesansuni gjørdist tað vanligt at hugsa sær Jørðina sum eina kúlu.“ Sjófólk stúrdu enntá fyri at teir skuldu sigla út av eggini á fløtu jørðini. Við kumpassini og øðrum framstigum gjørdist tað møguligt at ferðast longri leiðir á havinum. Hesar „kanningarferðir“, sigur eitt annað uppslagsverk, „vístu at jørðin var rund, og ikki fløt, soleiðis sum tey flestu høvdu hildið“.

14. Hvussu lýsir Bíblian skapið á Jørðini, og nær varð hetta skrivað?

14 Men nógv frammanundan hesum ferðunum, ja, fyri umleið 2700 árum síðani, segði Bíblian: „Tað er Hann sum býr yvir jarðarkringinum.“ (Esaias 40:22, Ny Verden-oversættelsen) Hebraiska orðið sum her verður umsett ’kringur’ kann sambært ymiskum uppslagsverkum eisini merkja „kúla“. Aðrar bíbliuumsetingar siga tí „Jarðarbóltinum“ (Lindberg) og „hina rundu jørð“. — Moffatt.

15. Hví er Bíblian ikki ávirkað av óvísindaligum uppfatanum av Jørðini?

15 Bíblian varð sostatt ikki ávirkað av óvísindaligu sjónarmiðunum tá á døgum um skapið á Jørðini og um hvussu hon varð hildin uppi. Orsøkin er einføld: Rithøvundur Bíbliunnar er Skapari alheimsins. Tað er hann sum hevur skapt Jørðina og tí veit hann hvussu hon verður hildin uppi og hvussu hon sær út. Tá hann gav innblástur so Bíblian varð skrivað, syrgdi hann tí fyri at ongar óvísindaligar fatanir sníktu seg inn, hvussu viðurkendar tær so vóru um tað mundið.

16. Hvussu svarar samansetingin av livandi verum við tað Bíblian sigur?

16 Tilfarið í livandi verum. „Gud [Jehova] myndaði menniskjað úr moldini í jørðini,“ sigur Fyrsta Mósebók 2:7. Í uppslagsverkinum The World Book Encyclopedia stendur: „Øll tey evnisfrøðiligu frumevnini sum alt livandi er sett saman av, eru eisini at finna í lívleysum tilfari.“ So tey evnisfrøðiligu frumevnini sum allar livandi verur, eisini menniskjað, eru settar saman av, eru eisini at finna í sjálvari jørðini. Hetta samsvarar við tað Bíblian sigur um tilfarið Gud brúkti tá hann skapti menniskju og alt annað livandi.

17. Hvør er sannleikin um hvussu livandi verur vórðu til?

17 „Eftir tess slagi“. Bíblian sigur at Gud skapti bæði tey fyrstu menniskjuni, og at øll onnur menniskju eru ættað frá teimum. (1 Mósebók 1:26-28; 3:20) Hon sigur at aðrar livandi verur, tað veri fiskar, fuglar og súgdýr, vórðu til á sama hátt, „eftir tess slagi“. (1 Mósebók 1:11, 12, 21, 24, 25) Hetta er júst tað vísindini hava sæð í náttúruni — at ein og hvør livandi vera kemur frá einari foreldraveru sum er sama slag. Eingi undantøk eru. Um hetta sigur alisfrøðingurin Chet Raymo: „Lív ger lív; tað hendir alla tíðina í øllum kyknum. Men hvussu hevur tað lívleysa gjørt lív? Hetta er ein av teimum størstu ósvaraðu spurningunum í lívfrøðini, og higartil eru lívfrøðingarnir bert komnir við tilvildarligum gitingum. Onkursvegna eydnaðist tað lívleysum tilfari at skipa seg til lív. . . . Hann sum skrivaði Fyrstu Mósebók hevði kanska rætt kortini.“

Søguligur neyvleiki

18. Hvat sigur ein løgfrøðingur um søguliga neyvleikan í Bíbliuni?

18 Bíblian inniheldur neyvastu søguligu frásøguna sum finst í nakrari bók úr fornøldini. Bókin A Lawyer Examines the Bible (Ein løgfrøðingur kannar Bíbliuna) lýsir hennara søguliga neyvleika soleiðis: „Ævintýr, sagnir og ósannir vitnisburðir syrgja altíð væl fyri at hendingarnar fara fram langt burturi og í eini tíð sum tað ikki ber til at staðfesta, og bróta soleiðis fyrstu reglurnar í góðum rættarsiði sum ein løgfrøðingur lærir, nevniliga at ’ein vitnisburður má geva upp tíð og stað’. Frásøgan í Bíbliuni sigur okkum harafturímóti ógvuliga neyvt bæði nær og hvar hendingarnar fara fram.“

19. Hvat sigur eitt uppslagsverk um søguligar staklutir í Bíbliuni?

19 Uppslagsverkið The New Bible Dictionary sigur: „[Hann sum skrivaði Ápostlasøguna] byggir sína frásøgn á samtíðarsøguna; síðurnar í bókini vísa aftur og aftur til borgarstjórar, landshøvdingar, ófrælsar kongar og tílíkt, og hesar tilvísingar vísa seg hvørja ferð at hóska heilt til staðið og tíðina sum talan er um.“

20, 21. Hvat sigur ein bíbliugranskari um søguligu frásøguna í Bíbliuni?

20 Í bókini The Union Bible Companion skrivar S. Austin Allibone: „Sir Isaac Newton . . . dugdi eisini sera væl at meta um gomul skjøl, og hann kannaði Tær Heilagu Skriftirnar gjølla. Hvussu metti hann tær? ’Eg finni,’ sigur hann, ’fleiri týðilig tekin um trúskap í Nýggja Testamenti enn í nakrari verðsligari søgufrásøgn yvirhøvur.’ Dr. Johnson sigur at vit hava fleiri prógv um at Jesus doyði á Golgata, sum evangeliini siga, enn vit hava um at Julius Cesar doyði á Kapitolium. Vit hava sanniliga nógv fleiri.“

21 Hann leggur aftrat: „Spyr ein og hvønn sum ivast í at evangeliini eru álítandi, hvørja grund hann hevur til at trúgva at Cesar doyði á Kapitolium, ella at Leo III pávi í ár 800 krýndi Karlamagnus til keisara vestanfyri . . . Hvussu vita vit at ein maður sum Charles I [av Onglandi] hevur livað, at hann varð hálshøgdur, og at Oliver Cromwell gjørdist stjórnari í hansara stað? . . . Sagt verður at sir Isaac Newton uppdagaði tyngdarlógina . . . Vit trúgva øllum hesum vitnisburðum um hesar menninar, og tað gera vit tí vit hava søgulig prógv um at teir eru rættir. . . . Um nakar, eftir at slíkir vitnisburðir eru lagdir fram, noktar at trúgva, gevast vit og halda tey vera býtt og treisk ella vónleyst óvitandi.“

22. Hví vilja summi ikki viðurkenna at Bíblian er ektað?

22 Og hann kemur til hesa niðurstøðu: „Hvat skulu vit so siga um tey, sum hóast ríkiligu vitnisburðirnar sum nú finnast um at Tær Heilagu Skriftirnar eru álítandi, enn nokta seg sannførd? . . . Vit hava góða grund til at halda at tað er hjartanum heldur enn høvdinum galið er við — at tey ikki ynskja at trúgva slíkum sum særir teirra stoltleika og sum noyðir tey at liva øðrvísi.“

Samfeld og ærlig

23, 24. Hví er tað nakað serligt at Bíblian er samfeld øll sum hon er?

23 Hugsa tær at farið varð undir at skriva eina bók í rómartíðini, at hildið varð á í miðøldini og at hon varð liðugt skrivað nú í 20. øld. Og hugsa tær at teir nógvu rithøvundarnir sum tóku lut í skrivingini høvdu so ólík yrki sum hermenn, kongar, prestar, fiskarar, hirðar og læknar. Hevði tú væntað at bókin hóskaði saman og var greið? Neyvan. Men Bíblian varð skrivað undir slíkum umstøðum. Og tó er hon øll samfeld, ikki bara í síni heild men eisini í smálutum.

24 Bíblian er eitt savn við 66 bókum sum umleið 40 ólíkir rithøvundar skrivaðu í einum 1600 ára langum tíðarskeiði. Teir byrjaðu í 1513 f.o.t. og endaðu í 98 e.o.t. Rithøvundarnir komu úr ymsum samfelagsstættum, og nógvir teirra høvdu einki samband við hinar. Hóast tað hevur bókin eitt samanhangandi høvuðsevni, sum hevði bert ein skrivað hana. Og Bíblian er ikki sum nógv halda, eitt úrslit av vesturlendskari mentan, nei, eysturlendingar skrivaðu hana.

25. Hvat vátta trúfestið og falsloysið hjá teimum sum skrivaðu Bíbliuna?

25 Meðan meginparturin av fornaldarrithøvundunum bert umrøddu sínar góðu eginleikar og tað sum eydnaðist teimum, viðgingu teir sum skrivaðu Bíbliuna opinskáraðir síni egnu mistøk, og teir ræddust heldur ikki fyri at skriva um tað kongar og leiðarar teirra gjørdu skeivt. Fjórða Mósebók 20:1-13 og Fimta Mósebók 32:50-52 siga frá mistøkunum hjá Mósesi, og hann skrivaði sjálvur hesar bøkur. Í Jónas 1:1-3 og 4:1 stendur hvat Jónas, sum skrivaði frásøguna, gjørdi skeivt. Í Matteus 17:18-20; 18:1-6; 20:20-28; og Matteus 26:56 verður greitt frá vánaligu eginleikunum lærisveinarnir hjá Jesusi høvdu. At teir sum skrivaðu Bíbliuna søgdu seg vera innblástar av Gudi verður styðjað av teirra trúfesti og falsloysi.

Skilligasta eyðkennið

26, 27. Hví er Bíblian so neyv í vísindaligum og øðrum málum?

26 Bíblian avdúkar sjálv hví hon er so neyv í vísindaligum, søguligum og øðrum málum, og so samfeld og ærlig. Hon vísir at veruligi Rithøvundurin er hin Alvaldandi Gud, Skapari alheimsins. Hann brúkti bara menniskju sum skrivarar tá Bíblian skuldi skrivast, soleiðis at hann við síni sterku virknu kraft fekk teir at festa tað á blað sum hann gav teimum innblástur at skriva.

27 Paulus ápostul sigur í Bíbliuni: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ Hann skrivaði eisini: „Táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds — sum tað sanniliga eisini er!“ — 2 Timoteus 3:16, 17; 1 Tessalonika 2:13.

28. Íðan, hvaðani stavar Bíblian?

28 So Bíblian stavar frá einum Rithøvundi — Gudi. Og við síni ómetaligu kraft kundi hann lættliga tryggja sær at tað sum varð skrivað, varð varðveitt óbroytt líka til okkara tíð. Um hetta segði sir Frederic Kenyon, sum er ein leiðandi serkønur í bíbliuhandritum, í 1940: „Síðsta grundarlagið fyri at ivast í at bíbilsku skriftirnar eru varðveittar til nú í nærum sama líki sum tá tær upprunaliga vórðu skrivaðar, er nú burtur.“

29. Við hvørjum dømi kunnu vit lýsa evnini hjá Gudi at geva boð frá sær?

29 Menniskju kunnu senda langa leið til útvørp og sjónvørp, enntá av Mánanum til Jørðina. Rúmdarkanningartól hava sent mátingar og myndir heim til Jørðina frá gongustjørnum sum eru hundrað milliónir kilometrar burtur. Skapari menniskjans, sum eisini hevur skapt radiobylgjurnar, kundi sjálvandi gera meira enn hetta. Í veruleikanum var tað ikki torført hjá honum at brúka sína alvaldandi kraft til at senda orð og myndir inn í hugan á teimum sum hann vildi hava at skriva Bíbliuna.

30. Vil Gud at menniskju skulu vita hvørja ætlan hann hevur við teimum?

30 Haraftrat er nógv í samband við Jørðina og lívið á henni sum prógvar at Gud leggur í menniskjuni. Tí vil hann sjálvsagt fegin hjálpa teimum at skilja hvør hann er og hvørja ætlan hann hevur við teimum, við at greiða skilliga frá tí í eini bók — einum varandi skjali.

31. Hví eru eini innblást skrivað boð, nógv meira álítandi enn munnligar upplýsingar sum eru gingnar í arv?

31 Hugsa eisini um hvussu nógv betri tað er at hava eina bók frá Gudi enn munnligar upplýsingar sum eru gingnar í arv. Munnlig boð høvdu ikki verið álítandi, tí fólk høvdu so við og við tulkað tey og meiningin hevði horvið. Tey høvdu endurgivið boðini soleiðis sum tey sjálvi skiltu tey. Men ein skrivlig frásøgn innblást av Gudi er nógv betur tryggjað móti skeivleikum. Eisini ber til at margfalda og umseta eina bók, so fólk sum lesa ymisk mál kunnu fáa nyttu úr innihaldinum í henni. Kann tað tí ikki hugsast at Skaparin brúkti henda miðilin at geva okkum upplýsingar? Jú, tað kann ikki bara hugsast; Skaparin sigur at tað er júst hetta hann hevur gjørt.

Profetiir gingnar út

32-34. Hvat finna vit í Bíbliuni og í ongari aðrari bók?

32 Aftrat hesum er eitt einastandandi tekin í Bíbliuni um guddómligan innblástur: Í henni eru profetiir sum eru gingnar út og sum framvegis gera tað við ósvitaligari vissu.

33 Til dømis varð í Bíbliuni frammanundan gjølla sagt frá bæði oyðileggingini av fornaldar Týrus, fall Bábylons, endurbyggingini av Jerúsalem og byrjan og fall konganna í Medopersia og Grikkalandi. Profetiirnar eru so neyvar at nakrir atfinnarar, tó til fánýtis, hava roynt at prógva at tær vórðu skrivaðar eftir at hendingarnar fóru fram. — Esaias 13:17-19; 44:27–45:1; Ezekiel 26:3-6; Dániel 8:1-7, 20-22.

34 Profetorðini hjá Jesusi um oyðilegging Jerúsalems í ár 70 e.o.t. gingu út til fulnar. (Lukas 19:41-44; 21:20, 21) Og profetiirnar um ’síðstu dagarnar’ sum Jesus og Paulus ápostul bóru fram, ganga út í smálutum nú á okkara døgum. — 2 Timoteus 3:1-5, 13; Matteus 24; Markus 13; Lukas 21.

35. Hví kunnu profetiirnar í Bíbliuni einans stava frá Skaparanum?

35 Eingin, heldur ikki klókasti mannaheilin, kundi sagt so neyvt frá framtíðar hendingum. Einans alvaldandi og alvísi Skaparin hevur tey evni, sum vit lesa í Seinna brævi Pæturs 1:20, 21: „Einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.“

Hon gevur svarið

36. Hvat sigur Bíblian okkum?

36 Nógv í Bíbliuni peikar sostatt á at hon er Guds innblásta orð. Og sum Guds orð sigur hon okkum hví menniskjuni eru til, hví so nógvar líðingar eru, hvat framtíðin ber í sær og hvussu viðurskiftini verða broytt til tað betra. Hon opinberar okkum at ein alvaldandi Gud er til sum skapti menniskjuni og jørðina við eini ætlan og at henda ætlan verður framd. (Esaias 14:24) Bíblian opinberar eisini hvør trúgv er hin rætta og hvussu vit finna hana. Hon er soleiðis einasta keldan við framúrskarandi vísdómi sum kann siga okkum sannleikan um allar teir týdningarmiklu spurningarnar í lívinum. — Sálmur 146:3; Orðtøkini 3:5; Esaias 2:2-4.

37. Hvønn spurning mugu vit seta um kristinheimin?

37 Men hóast so nógv prógvar at Bíblian er ektað og sannorðað, er ikki vist at øll sum siga seg trúgva henni eisini fylgja hennara læru. Tak til dømis tjóðirnar sum nevna seg kristnar — tey londini sum undir einum verða nevnd kristinheimurin. Tey hava í øldir havt høvi at kanna Bíbliuna. Men verður Guds framúrskarandi vísdómur speglaður í teirra hugsanum og gerðum?

[Lestrarspurningar]

[Myndir á síðu 11]

Sir Isaac Newton var sannførdur um at Jørðin er har hon er í mun til onnur himmallikam í rúmdini tí tey øll toga í hvørt annað

At Bíblian lýsir jørðina umgyrda av tómum rúmi, viðurkenna serkønir sum vitnisburð um einastandandi innlit, serstakliga tá á døgum

[Mynd á síðu 12]

Sjófólk stúrdu fyri at sigla út av eggini á fløtu jørðini

[Mynd á síðu 13]

Fleiri prógv eru um at Jesus Kristus hevur livað enn um at Julius Cesar, Karlamagnus, Oliver Cromwell og Leo III pávi hava verið til

[Mynd á síðu 15]

At profetorðini hjá Jesusi um oyðilegging Jerúsalems gingu út í ár 70, verður váttað av einari framskornari mynd á Titusboganum í Róm