Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein stórfingin meining við lívinum

Ein stórfingin meining við lívinum

5. partur

Ein stórfingin meining við lívinum

1, 2. Hvussu kunnu vit vita at Gud leggur í okkum, og hvar mugu vit leita um vit skulu finna svarini á lívsins stóru spurningum?

1 Líta vit at jørðini og teimum livandi verunum sæst at Skaparin er ein Gud sum hevur kærleika og umsorgan. Og hansara orð, Bíblian, vísir at so er, tí hon gevur okkum bestu svarini til spurningarnar: Hví eru vit her á jørðini? Og hvussu fer at gangast okkum í framtíðini?

2 Fyri at finna svarini mugu vit kanna Bíbliuna. Guds orð sigur: „Leita tit eftir Honum, skal Hann lata tykkum finna Seg, men venda tit Honum bakið, skal Hann venda tykkum bakið.“ (2 Krønikubók 15:2) Hvat finna vit um vit leita í Guds orði? Hvat sigur tað um hansara ætlan við okkum?

Hví Gud skapti menniskjuni

3. Hví skapti Gud jørðina?

3 Bíblian vísir at Gud skapti jørðina serstakliga við menniskjum í huga. Esaias 45:18 sigur um jørðina, at „ikki til at liggja í oyði skapti [Gud] hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana“. Og hann útgjørdi hana við øllum tí menniskjunum fór at tørva, ikki bert til at halda seg á lívi, men so tey kundu njóta lívið til fulnar. — 1 Mósebók, kapittul 1 og 2.

4. Hví skapti Gud tey fyrstu menniskjuni?

4 Í sínum orði sigur Gud frá skapanini av teimum fyrstu menniskjunum, Ádami og Evu, og avdúkar sína ætlan við mannaættini. Hann segði: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“ (1 Mósebók 1:26) Menniskjuni skuldu hava eftirlit við „allari jørðini“ og dýrunum á henni.

5. Hvar setti Gud tey fyrstu menniskjuni?

5 Gud gjørdi ein stóran hava ella urtagarð í einum øki sum nevndist Eden og sum lá einastaðni í Miðeystri. Og síðan tók Gud „Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann“. Urtagarðurin var eitt paradís sum hevði alt tað teimum fyrstu menniskjunum tørvaði at eta. Har vóru „alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av“, umframt hópin av øðrum plantum og spennandi dýrasløgum. — 1 Mósebók 2:7-9, 15.

6. Við hvørjum likamligum og sálarligum eginleikum vórðu menniskju skapt?

6 Tey fyrstu menniskjuni vórðu skapt likamliga fullkomin, so tey hvørki skuldu gerast sjúk, eldast ella doyggja. Tey vóru eisini útgjørd við sálarligum eginleikum, teirra millum gávuni til sjálvi at velja. Sagt verður í Fyrstu Mósebók 1:27: „So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.“ At vit eru skapt í bílæti Guds merkir at vit ikki einans hava likamligar og sálarligar eginleikar, men eisini moralskan og andaligan tørv sum má nøktast skulu vit veruliga vera lukkulig. Gud fór at gera tað sum var neyðugt fyri at nøkta henda tørv, eins og hann nøktaði tørvin hjá okkum á luft, vatni og føði. Sum Jesus segði, livir menniskjað „ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni [Jehova]“. — Matteus 4:4.

7. Hvørja uppgávu fingu tey bæði fyrstu menniskjuni?

7 Umframt hetta gav Gud teimum báðum fyrstu menniskjunum eina undurfulla uppgávu meðan tey vóru í Eden: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina.“ (1 Mósebók 1:28) Ja, tey kundu nørast og bera fullkomin børn í heim. Og so við og við sum fólkatalið vaks, fóru tey at fáa ta gleðiligu uppgávu at víðka markini hin upprunaligi urtagarðurin, paradísið Eden, hevði. At enda skuldi øll jørðin verða eitt paradís har fullkomin, lukkulig menniskju kundu liva um ævir. Bíblian sigur at Gud tá hann hevði sett alt hetta í verk, „sá alt tað, ið Hann hevði gjørt — og tað var sera gott“. — 1 Mósebók 1:31; les eisini Sálm 118:17.

8. Hvussu skuldu menniskjuni fara við jørðini?

8 Tað var týðiligt at menniskjuni skuldu brúka jørðina tey løgdu undir seg, til egna nyttu. Men tey skuldu gera tað undir ábyrgd. Tey skuldu umsita jørðina við virðing fyri náttúrutilfeinginum, ikki oyða hana. Oyðingin av jørðini sum nú fer fram, stríðir ímóti vilja Guds, og tey sum taka lut í henni gera ikki sum meiningin var við lívinum á jørðini. Tey mugu taka við revsingini fyri hetta, tí Bíblian sigur at Gud fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. — Opinberingin 11:18.

Framvegis Guds ætlan

9. Hví kunnu vit líta á at Guds ætlan verður framd?

9 Sostatt var Guds ætlan frá byrjan at ein fullkomin mannaætt skuldi liva um ævir í einum paradísi á jørðini. Og hetta er enn Guds ætlan! Henda ætlan verður framd við vissu. Bíblian sigur: „[Jehova] Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast!“ „Eg havi sagt tað, og Eg skal eisini lata tað koma, Eg havi upphugsað tað, og Eg skal eisini fullføra tað.“ — Esaias 14:24; 46:11.

10, 11. Hvussu umrøddu Jesus, Pætur og sálmaskaldið Dávid Paradísið?

10 Jesus umrøddi paradísið Gud fer at endurreisa á jørðini tá hann við mannin sum ynskti eina framtíðarvón, segði: „Tú skalt vera við mær í Paradísi.“ (Lukas 23:43, Ny Verden-oversættelsen) Pætur ápostul umrøddi eisini komandi nýggju verðina tá hann frammanundan segði: „Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.“ — 2 Pætur 3:13.

11 Sálmaskaldið Dávid skrivaði somuleiðis um komandi nýggju verðina og um hvussu leingi hon skuldi vara. Hann profeteraði: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ (Sálmur 37:29) Tí kundi Jesus geva lyftið: „Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.“ — Matteus 5:5.

12, 13. Hvør er, í stuttum, Guds ætlan við menniskjunum?

12 At hugsa sær eina so undurfulla framtíð: liva um ævir á eini paradísiskari jørð har eingin óndskapur er, eingin yvirgangur, sjúka, sorg ella pína! Í síðstu bókini í Bíbliuni tekur Guds profetiska orð samanum og lýsir hesa stórfingnu ætlan soleiðis: „[Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ Lagt verður aftrat: „Hann, sum í hásætinum sat, segði: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Og Hann segði við meg: „Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.““ — Opinberingin 21:4, 5.

13 Ja, Gud hevur eina stórfingna ætlan í huga. Ein nýggj rættvís verð verður grundað, eitt ævigt paradís; tað hevur Hann frammanundan sagt frá, sum bæði kann og vil gera tað hann lovar, tí orð hansara eru „trúverd og sonn“.

[Lestrarspurningar]

[Myndir á síðu 20, 21 ]

Guds ætlan var at menniskju skuldu liva um ævir á einari paradísiskari jørð. Tað er enn hansara ætlan

[Mynd á síðu 22]

Eigarin kann draga leigarar sum oyðileggja hús hansara til svars