Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Er ein meining við lívinum?

Er ein meining við lívinum?

1. partur

Er ein meining við lívinum?

1. Hvør spurningur verður ofta settur um meiningina við lívinum, og hvat segði ein ungur maður um hetta?

Nærum øll hugsa fyrr ella seinni um hvør meiningin er við lívinum. Er tað at leggja doyin á at betra sínar liviumstøður, at taka sær av familjuni, at doyggja tá kanska 70–80 ár eru umliðin — og síðan at hvørva med alla? Ein ungur maður sum hevði hesa hugsan, segði at meiningin við lívinum er bert „at liva, at fáa børn, at vera lukkuligur og síðan at doyggja“. Men er tað rætt? Og er deyðin veruliga endin á øllum?

2, 3. Hvussu vita vit at tað at savna sær materielt ríkidømi ikki gevur menniskjanum meining í tilveruni?

2 Nógv í bæði eystan- og vestanlondum halda at høvuðsendamálið við lívinum er at savna materielt ríkidømi. Tey halda at hetta kann geva teimum eitt lukkuligt lív við meining. Men hvussu so við teimum sum longu eru rík? Kanadiski rithøvundurin Harry Bruce segði: „Ótrúliga nógv múgvandi menniskju siga seg ikki vera lukkulig.“ Hann legði aftrat: „Meiningakanningar benda á at eitt ræðuligt svartskygni hevur rakt Norðuramerika . . . Er nakar í hesum heimi lukkuligur? Og um so er, hvat er so loyndarmálið?“

3 Ein fyrrverandi forseti í USA, Jimmy Carter, hevur sagt: „Vit hava uppdagað at tað at eiga og brúka ting ikki nøktar okkara longsul eftir meining. . . . At draga materiellar ognir inn undir seg fær ikki tómleikan at hvørva úr einum lívi sum ikki hevur tryggleika og endamál.“ Og ein annar politiskur leiðari hevur sagt: „Nú havi eg í fleiri ár gjørt tað eg kundi fyri at finna sannleikarnar um meg sjálvan og mítt lív; og nógv sum eg kenni gera tað sama. Fleiri enn nakrantíð áður spyrja: ’Hvørji eru vit? Hvat er okkara endamál?’“

Versnaðar umstøður

4. Hví ivast summi í at lívið hevur nakra meining?

4 Nógv ivast í at ein meining er við lívinum tá tey síggja at umstøðurnar á jørðini bara versna. Meira enn ein milliard menniskju eru álvarsliga sjúk ella fáa ov lítið at eta, og bara í Afrika doyggja tíggju milliónir børn árliga av hesum grundum. Fólkatalið á jørðini nærkast nú seks milliardum og veksur støðugt við meira enn 90 milliónum árliga, og meira enn 90 prosent av vøkstrinum fer fram í menningarlondunum. Hesin støðugi vøksturin í fólkatalinum økir tørvin á mati, íbúðum og ídnaði, sum ber við sær at jørðin, vatnið og luftin dálkast enn meira.

5. Hvussu er vorðið við skógunum á jørðini?

5 Í útgávuni World Military and Social Expenditures 1991 (Hernaðarligar og samfelagsligar útreiðslur í heiminum 1991) stendur: „Á hvørjum ári verður eitt skógarøki um somu stødd sum alt [Stóra Bretland] oyðilagt. Heldur skógarruddingin fram við somu ferð sum nú hava vit í ár 2000 ruddað 65 prosent av skógunum í teimum slavnu hitalandsøkjunum.“ Í hesum økjunum verða sambært einum ST-miðli tíggju trø feld hvørja ferð eitt træ verður plantað, og í Afrika er lutfallið meira enn 20 til 1. Oyðimarkarøkini vaksa tí, og á hvørjum ári má eitt øki so stórt sum Belgia avskrivast sum dýrkilendi.

6, 7. Hvørjar trupulleikar hava heimsins leiðarar ikki megnað at loysa, og hvørjir spurningar mugu tí svarast?

6 Haraftrat hava kríggini nú í 20. øld kravt fýra ferðir so nógv mannalív sum í teimum fýra undanfarnu øldunum tilsamans. Allastaðni veksur lógloysið, serliga harðskapurin økist. Syndraða familjulívið, rúsevnismisnýtslan, AIDS, kynsligar sjúkur og onnur negativ viðurskifti gera eisini lívið torførari. Og heimsleiðararnir hava ikki verið førir fyri at loysa trupulleikarnar sum plága mannaheimin. Tí er tað ikki løgið at nógv spyrja: Hvør er meiningin við lívinum?

7 Hvussu hava lærd og trúarleiðarar svarað hesum spurningi, sum menniskju hava hugsað um í øldir? Hava teir givið nøktandi svar?

Hvat teir siga

8, 9. (a) Hvat hevur ein lærdur kinesari sagt um meiningina við lívinum? (b) Hvat hevur ein maður sum sat í deyðslegu sagt?

8 Ein serkønur innan kungfutsianismu, Tu Wei-Ming, hevur sagt: „Veruliga meiningin við lívinum finst í okkara dagligu tilveru sum menniskju.“ Sambært hesum sjónarmiði skulu menniskju framhaldandi føðast, stríðast fyri tilveruni og doyggja. Lítil vón er í hesum útliti. Er tað so?

9 Elie Wiesel, sum kom undan deyðslegunum hjá nasistunum undir øðrum heimsbardaga við lívinum, helt fyri: „’Hví eru vit her?’ Hetta er týdningarmesti spurningurin eitt menniskja kann taka støðu til. . . . Eg trúgvi at lívið hevur meining, hóast eg havi sæð so nógvan høpisleysan deyða.“ Men hann dugdi ikki at siga hvør meiningin við lívinum er.

10, 11. (a) Hvussu vísti ein ritstjóri á at menniskju ikki hava svarini? (b) Hví eru vit ikki nøgd við tað sum tey ið taka undir við menningarlæruni siga?

10 Ritstjórin Vermont Royster hevur skrivað: „Hugsa vit um menniskjað sjálvt, . . . og støðuna tað hevur í alheiminum, eru vit ikki komin nógv longri enn tá vit byrjaðu. Enn spyrja vit hvørji vit eru, hví vit eru til og hvat fer at henda.“

11 Stephen Jay Gould sum tekur undir við menningarlæruni, segði: „Kanska leingist okkum eftir einari djúpari meining — men eingin er.“ Hjá teimum sum soleiðis taka undir við menningarlæruni er lívið bert ein bardagi har tey best egnaðu koma undan við lívinum, og deyðin er endin á øllum. Heldur eingin vón er í hesi hugsan. Og aftur spyrja vit: Er tað so?

12, 13. Hvat siga trúarleiðarar, og er hetta meira nøktandi enn tað verðsligir eygleiðarar siga?

12 Nógvir trúarleiðarar siga at meiningin við lívinum er at vera eitt gott menniskja, tí so kemur sálin eftir deyðan í himmalin og har kemur hon at liva í allar ævir. Hinvegin verða tey óndu pínd um ævir í eldinum í helviti. Hetta ber tó í sær at ónøktandi tilveran hjá menniskjum á jørðini heldur fram sum altíð. Men um tað var Guds ætlan at menniskju skuldu liva í himli sum einglarnir, hví skapti hann tey so ikki á tann hátt beinanvegin?

13 Eisini prestar finna tað trupult at greiða hesum spurningum. Dr.theol. W. R. Inge, fyrrverandi dómpróstur við St. Pauls Cathedral í London, hevur einaferð sagt: „Alt lív mítt havi eg stríðst fyri at finna meiningina við lívinum. Eg havi roynt at svara trimum spurningum sum fyri mær altíð hava verið avgerandi: Ævinleikaspurninginum; spurninginum um mannalyndið; spurninginum um óndskapin. Men til einkis. Ongum havi eg fingið greiði á.“

Úrslitið

14, 15. Hvussu ávirka tey mongu ymisku sjónarmiðini nógv menniskju?

14 Hvat hevur úrslitið verið av at lærdir menn og trúarleiðarar eru so ósamdir um hvør meiningin við lívinum er? Nógv svara sum ein eldri maður ið segði: „Meginpartin av lívinum havi eg hugsað um hví eg eri til. Nú leggi eg ikki longur í um ein meining er við lívinum ella ikki.“

15 Rættiliga nógv sum varnast hvussu nógvar ymiskar uppfatanir eru innan heimsins átrúnar, koma til ta niðurstøðu at tað ger tað sama hvat ein trýr. Tey halda at átrúni einans gevur sinninum frið og ugga, so trupulleikarnir í lívinum verða lættari at klára. Onnur halda at átrúni er hin rama pátrúgv. Tey siga at hóast vit í øldir hava grundað yvir trúarspurningar, hevur tað hvørki betrað lívið ella víst hvør meiningin við lívinum er. Jú, søgan vísir at heimsins átrúnar ofta hava forðað framstigi og elvt til hatur og kríggj.

16. Hvussu týdningarmikið er tað at finna meiningina við lívinum?

16 Nyttar tað nakað at royna at finna meiningina við lívinum? Sálarfrøðingurin Victor Frankl svarar: „Royndin at finna meining í lívinum er størsta kraftin í menniskjanum. . . . Eg tori at siga at einki í verðini hjálpir einum so væl at tola sjálvt tær ringastu umstøðurnar, sum kunnleikin um, at ein meining er við lívinum.“

17. Hvørjar spurningar mugu vit nú seta?

17 Tá hvørki heimsspekingar ella átrúnar kunnu siga okkum hvør meiningin við lívinum er, hvar finna vit so eitt nøktandi svar? Finst ein kelda við størri vísdómi sum kann siga okkum hvussu tað er vorðið?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 4]

„Á hvørjum ári verður eitt skógarøki um somu stødd sum alt [Stóra Bretland] oyðilagt“

[Mynd á síðu 5]

„Meginpartin av lívinum havi eg hugsað um hví eg eri til“