Hví so nógv neyð og órættvísi?
6. partur
Hví so nógv neyð og órættvísi?
1, 2. Hvørjar spurningar kunnu vit seta, tá vit hugsa um tað menniskjum hevur verið fyri?
1 Men um tað var Guds ætlan at fullkomin menniskju skuldu liva á jørðini um ævir í einum paradísi og tað enn er hansara ætlan, hví er so einki paradís nú? Hví hevur mannaættin ístaðin upplivað so nógvar øldir við líðingum og órættvísi?
2 Øll søga mannaættarinnar er sanniliga full í neyð sum stendst av kríggjum, imperialismu, eyðræning, órættvísi, fátækdømi, vanlukkum, sjúkum og deyða. Hví mugu so nógv ósek líða so nógv? Um Gud er almáttugur, hví hevur hann tá loyvt allar hesar líðingar í fleiri túsund ár? Hví loyvir hann óskil og oyðing á jørðini tá hann skapti og skipaði alheimin so væl?
Eitt dømi
3-5 (a) Hvør samanbering hjálpir okkum at skilja hví Gud skils kann hava loyvt óskil á jørðini? (b) Hvør av teimum trimum møguleikunum svarar til støðuna á jørðini?
3 Vit kunnu við einum dømi vísa hví Gud skils hevur loyvt óskil á jørðini. Hugsa tær at tú spákar í einum skógi og kemur fram á eini hús. Tú hyggur at teimum og sær at tey eru ógvuliga illa farin. Rútarnir eru knústir, takið hevur stóran skaða, hurðin hongur og innleggingarnar rigga ikki.
4 Høvdu øll hesi brek fingið teg at ivast í at nakar hevði bygt húsini? Hevði óskilið sannført teg um at húsini vórðu til av tilvild? Ella hevði tú hugsað at onkur ivaleyst hevði bygt húsini, men at hann ikki hevði dugað nóg væl og ikki hevði hugsað seg um?
5 Tá tú kannar bygningin gjøllari, sært tú
at hann í grundini er bygdur væl og tað sæst at hann sum bygdi, gjørdi tað við skili. Húsini eru bara misrøkt og eru nú rættiliga um at farast. Hvat kundu brekini bent á? Tey kundu bent á (1) at eigarin er deyður, (2) at hann dugdi væl at byggja men ikki longur leggur í húsini, ella (3) at onkur fyribils hevur leigað húsini men einki leggur í tey. Tað síðsta líkist tí sum er hent jørðini.Hvat miseydnaðist?
6, 7. Hvat hendi Ádami og Evu tá tey brutu Guds lóg?
6 Hin fyrsta frásøgan í Bíbliuni lærir okkum at tað ikki var Guds ætlan at menniskjuni skuldu líða og doyggja. Okkara fyrstu foreldur, Ádam og Eva, doyðu einans tí tey ikki aktaðu Gud. (1 Mósebók, kapittul 2 og 3) Tá tey vóru ólýðin, gjørdu tey ikki Guds vilja longur. Tey vrakaðu Guds umsorgan, ja tey kvettu sambandið við Gud, ’keldu lívsins’. — Sálmur 36:10.
7 Ein maskina missir ferðina og steðgar at enda tá kraftveitingin verður kvett. Nakað tað sama hendi likaminum og sinninum hjá teimum fyrstu menniskjunum. Ádam og Eva versnaðu, gjørdust gomul og doyðu at enda. Hvat hendi síðan? Tey fóru aftur haðani tey komu: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ Gud hevði ávarað tey um at avleiðingin fór at verða deyðin, lýddu tey ikki hansara lógir: ’Tú skalt vissuliga doyggja.’ — 1 Mósebók 2:17; 3:19.
8. Hvørja avleiðing fekk syndin hjá okkara fyrstu foreldrum fyri mannaættina?
8 Ikki einans doyðu okkara fyrstu foreldur, men deyðin fekk eisini ræðið á øllum eftirkomarunum, allari mannaættini. Hví? Tí sambært lógunum um arvafrøði, arva børn eyðkennini hjá foreldrunum. Og tað sum øll børnini hjá okkara fyrstu foreldrum arvaðu var ófullkomileiki og deyði. Rómbrævið 5:12 sigur okkum: „Tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja [Ádami, mannaættarinnar forfaðir], og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu [Arvaðu syndiga lyndið, tað er ófullkomileika].“ Og av tí at synd, ófullkomileiki og deyði er tað einasta vit nú vita um, halda summi tað vera natúrligt og at ikki slepst undan tí. Men tey fyrstu menniskjuni vórðu skapt so tey ynsktu og vóru før fyri at liva um ævir. Av hesi orsøk kenna tey flestu menniskjuni seg vónleys tá tey hugsa um at deyðin ein dagin ger enda á lívinum.
Hví so leingi?
9. Hví hevur Gud loyvt líðingar so leingi?
9 Hví hevur Gud loyvt menniskjum at gera sum teimum lystir so leingi? Hví hevur hann loyvt líðingar so nógvar øldir? Ein avgerandi orsøk er at ein ógvuliga týdningarmikil stríðsspurningur varð reistur: Hvør hevur rættin at stjórna? Skuldi Gud stjórna menniskjum, ella kundu tey stjórna sær sjálvum við góðum úrsliti, óheft av honum?
10. Hvørja gávu hevur Gud givið menniskjunum, og við hvørjari ábyrgd?
10 Menniskjuni vórðu skapt við einum fríum vilja, tað vil siga, før fyri at velja. Tey vórðu ikki skapt sum robottar ella sum dýrini, sum fyri tað mesta verða stýrd av instinktum. So menniskju kunnu velja hvørjum tey vilja tæna. (5 Mósebók 30:19; 2 Korintbræv 3:17) Guds orð sigur: „[Verið] sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.“ (1 Pætur 2:16) Men samstundis sum menniskjuni hava tað undurfullu gávu at tey frítt kunnu velja, mugu tey eisini taka við avleiðingunum av tí tey velja at gera.
11. Hvør var hin einasti møguleikin at fáa staðfest um tað fór at bera lukku við sær at liva óheft av Gudi?
11 Okkara fyrstu foreldur valdu skeivt. Tey valdu at gera seg óheft av Gudi. Gud kundi sjálvandi alt fyri eitt beint fyri teimum fyrstu uppreistrarfólkunum tá tey høvdu misbrúkt fría viljan. Men tað hevði
ikki avgjørt spurningin um rættin hjá Gudi at stjórna menniskjunum. Nú bæði tey fyrstu menniskjuni ynsktu at vera óheft av Gudi, mátti hesin spurningur verða svaraður: Kundi hetta føra til eitt lukkuligt, væleydnað lív? Bert við at lata okkara fyrstu foreldur og eftirkomarar teirra ganga sína egnu leið, nú hetta var tað tey høvdu valt, kundi spurningurin verða svaraður. Tíðin skuldi vísa um menniskjuni vórðu skapt at klára seg væl í egnari megi, óheft av Skapara sínum.12. Hvussu metti Jeremias mannaræði, og hví er tað so?
12 Bíbliuskrivarin Jeremias visti hvat úrslitið fór at verða. Leiddur av Guds mektiga heilaga anda, ella virksomu kraft, skrivaði hann sum satt er: „Eg veit, [Jehova], at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni! Tykta meg, [Jehova].“ (Jeremias 10:23, 24) Hann visti at menniskju mugu verða leidd av Guds himmalska vísdómi. Hví? Rætt og slætt tí Gud ikki skapti menniskjuni til at klára seg uttan hansara leiðslu.
13. Hvat vísa úrslitini greitt nú menniskju hava stjórnað í fleiri túsund ár?
13 Úrslitini av mannaræði í fleiri túsund ár vísa greitt at menniskjuni ikki eru ment at stýra sínum egnu viðurskiftum óheft av Skaparanum. Nú tey hava roynt tað, hava tey bert sær sjálvum at takka fyri tey syndarligu úrslitini. Bíblian ger tað greitt: „Kletturin [Gud] — fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann! Man Hann hava ført oyðing yvir fólk Sítt! Nei, børn Hansara, teirra er skommin.“ — 5 Mósebók 32:4, 5.
Gud fer skjótt at leggja uppí
14. Hví fer Gud ikki longur at drála við at leggja upp í viðurskiftini hjá menniskjum?
14 Eftir at tað nú í øldir hevur verið greitt at menniskjans royndir at stjórna eru miseydnaðar, kann Gud saktans leggja upp í viðurskiftini og gera enda á sorg, sjúku, líðing og deyða. Nú menniskjuni eru komin
so langt innan vísindi, ídnað, medisin og onnur øki, nýtist Gudi ikki longur at geva teimum fleiri øldir til at vísa um tey óheft av Skaparanum kunnu skipa fyri einari friðarligari, paradísiskari verð. Tey hava ikki gjørt tað og kunnu heldur ikki gera tað. Sjálvræði óheft av Gudi hevur bert ført eina ógvuliga ljóta, andstyggiliga og deyðiliga verð við sær.15. Hvørjum ráðum í Bíbliuni áttu vit at fylgt?
15 Hóast einstakir reinmeintir stjórnarar hava ynskt at hjálpa mannaættini, so hava teirra royndir verið til fánýtis. Í dag síggja vit allastaðni ábendingar um at stjórnirnar hjá menniskjum ganga til grundar. Tí sigur Bíblian: „Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa!“ — Sálmur 146:3.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 24, 25]
Ei heldur reinmeintir stjórnarar hava megnað at skipa fyri einari friðarligari paradísiskari verð