Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør kann geva okkum svarið?

Hvør kann geva okkum svarið?

2. partur

Hvør kann geva okkum svarið?

1, 2. Hvat er tað besta vit kunnu gera um vit vilja vita hvat okkurt er ætlað til?

1 Hvør kann siga okkum hvør meiningin er við lívinum? Um tú vitjaði ein konstruktør og sást hann arbeiða upp á eina torgreidda maskinu sum tú ikki hevði sæð fyrr, hvussu kundi tú so fáa at vita hvat hon var til? Tað besta hevði verið at spurt konstruktørin.

2 Hugsa so um alt tað undurfulla vit síggja rundan um okkum á jørðini, til dømis alt sum livir, heilt niður í minstu livandi kyknurnar. Enntá mýlini og atomini innan í kyknunum sum eru nógv minni, eru skipað og eyðkend av skili. Og er tað ikki eisini so við mannaheilanum? Og sólarskipanini, og vetrarbreytini hjá okkum, ja, øllum alheiminum? Bendir alt hetta ikki á at ein konstruktørur hevur gjørt tað? Sjálvandi fær hann eisini sagt okkum hví hann hevur gjørt alt hetta.

Varð lívið til av tilvild?

3, 4. Hvussu stórur er møguleikin fyri at lívið er komið av sær sjálvum?

3 The Encyclopedia Americana umrøður hvussu „heilt óvanliga torgreitt og skipað alt livandi er“ og heldur so fram: „Ein gjøllig kanning av blómum, smákyktum ella súgdýrum avdúkar hvussu ótrúliga neyvt allir lutir eru skipaðir.“ Bretski stjørnufrøðingurin Sir Bernard Lovell hevur um evnisfrøðiligu samansetingina hjá livandi verum skrivað: „Líkindini fyri . . . at eitt av teimum minstu proteinmýlunum varð til av tilvild eru ómetaliga lítil. . . . Tey eru so at siga null.“

4 Stjørnufrøðingurin Fred Hoyle hevur somuleiðis sagt: „Øll hin ortodoksa lívfrøðin byggir enn á at lívið kom av sær sjálvum. Men so við og við sum lívevnisfrøðingar læra alt meira um ærumiklu fløkju lívsins, verður tað greitt at møguleikarnir fyri at tað kundi komið av tilvild eru so evarska lítlir at okkum ikki nýtist at hugsa um teir. Lívið kann ikki vera komið av tilvild.“

5-7. Hvussu prógvar mýllívfrøðin at lívið ikki kann vera íkomið av sær sjálvum?

5 Ein av teimum nýggjaru greinunum innan vísindi er kanningin av kyknum, mýlum og atomum í livandi verum. Mýllívfrøðingurin Michael Denton sigur um úrslitini av granskingini: „Einfaldasta kyknan vit kenna er so torgreidd, at eingin fær seg at trúgva at sovorðið er uppkomið í onkrum løgnum og sera ósannlíkum tilburði.“ „Men tað er ikki bara tað torgreidda í øllum livandi sum er ein stór avbjóðing, eisini tað ómetaliga uppfinningarsemið sum so ofta sæst í sniðinum.“ „Tað er á mýløkinum at . . . framúrskarandi lívfrøðiliga sniðið og fullkomileikin í úrslitunum eru skilligast.“

6 Denton heldur fram: „Hvørjum vit so hyggja at og hvussu gjølla vit so kanna tað, finna vit heilt einastandandi fínleika og uppfinningarsemi sum so dyggiliga fær hugsanina um tilvild at vikna. Er tað trúligt at tilvildarligar tilgongdir hava konstruerað ein veruleika, har hin minsti luturin — eitt arbeiðsført protein ella eitt gen — er meira torgreitt enn teir vit sjálvi megna at skapa, ein veruleika sum er heilt tað øvugta av tilvild, ein veruleika sum á øllum økjum ber av tí mannavitið nakrantíð hevur framleitt?“ Hann sigur eisini: „Millum eina livandi kyknu og tær best skipaðu ikkilívfrøðiligu skipanirnar, til dømis ein krystall ella eina kavaflykru, er ein so ovurstór og avgjørd kluft sum hugsast kann.“ Og Chet Raymo, sum er professari í alisfrøði, sigur: „Eg eri púra bergtikin . . . Øll mýl tykjast undurfult gjørd til sína uppgávu.“

7 Michael Denton kemur til ta niðurstøðu at „tey sum enn sjálvklók verja tað sjónarmiðið at alt vit síggja er íkomið av tilvild“, trúgva eini søgn. Darwintrúnna á at lívið er íkomið av tilvild nevnir hann „stóru søgnina í tjúgundu øld um alheimsins uppruna“.

Snið krevur ein konstruktør

8, 9. Vís við eini mynd at tað gjørda krevur at onkur hevur gjørt tað.

8 At lívleys evni av sær sjálvum kunnu gerast livandi er so burturvið at tað má sigast at vera ógjørligt. Nei, allar tær undurfult samansettu livandi verurnar á jørðini vórðu ikki til av tilvild, tí tað gjørda krevur at onkur hevur gjørt tað. Veitst tú um nøkur undantøk? Eingi eru. Jú fløktari okkurt er gjørt, tess dugnaligari má konstruktørurin vera.

9 Vit kunnu eisini lýsa tað soleiðis: Tá vit síggja ein málning, halda vit at hann ber prógv um ein málara. Lesa vit eina bók góðtaka vit at hon hevur ein rithøvund. Síggja vit eini hús, góðtaka vit at onkur hevur smíðað tey. Tá vit síggja eitt ferðsluljós, vita vit at ein lóggevandi myndugleiki er. Alt hetta gjørdi onkur sum hevði eina ætlan við tí. Og hóast vit ikki vita alt um hesi sum gjørdu tey, ivast vit ikki í at tey eru til.

10. Hvørjir vitnisburðir eru um ein Konstruktør sum er yvir øllum?

10 Somuleiðis vitna sniðið, skipanin og torgreiddi bygnaðurin í øllum livandi verum á jørðini um ein Konstruktør sum er yvir øllum. Tær bera allar prógv um ein sum hevur ómetaligt vit. Á sama hátt er við sniðinum, skipanini og torgreidda bygnaðinum í alheiminum við galaksum í milliardatali sum allir hava milliardir av stjørnum. Allir hesir himinknøttar eru stýrdir av neyvum lógum; til dømis lógum fyri rørslu, hita, ljósi, ljóði, elektromagnetismu og tyngdarmátti. Eru lógir til sum eingin hevur smíðað? Rakettserfrøðingurin Dr. Wernher von Braun segði einaferð: „Náttúrulógirnar í alheiminum eru so neyvar at vit uttan trupulleikar kunnu byggja eitt rúmdarfar sum flýgur til mánan og leggja eina tíðarætlan fyri ferðina har avvikið bert er ein brotpartur av einum sekundi. Onkur man hava smíðað hesar lógir.“

11. Hví eiga vit ikki at nokta at ein stórur Konstruktørur er til bert tí vit ikki síggja hann?

11 Tað er rætt at vit ikki síggja henda stóra Konstruktør og Lóggevara. Men nokta vit at sovorðið sum tyngdarmáttur, magnetisma, elektrisitet, ella radiobylgjur eru til, bara tí vit ikki síggja tað? Nei, tí vit síggja árinið av tí. Hví skuldu vit tá noktað at hesin stóri Konstruktørurin og Lóggevarin er til bert tí vit ikki síggja hann, tá vit síggja tað hann hevur gjørt?

12, 13. Hvat siga vitnisburðirnir um Skaparan?

12 Paul Davies, professari í alisfrøði, er komin til ta niðurstøðu at tað ikki bert er av skemtiligari tilvild at menniskjað er til. Hann sigur: „Vit eru avgjørt ætlað at vera her.“ Um alheimin sigur hann: „Í mínum vísindaliga arbeiði verði eg alt meiri sannførdur um at alheimurin er settur saman við ótrúligum snildi. Tí kann eg ikki góðtaka at tað bara er soleiðis, tað tykist mær at ein djúpari frágreiðing má vera.“

13 Vitnisburðirnir siga okkum soleiðis at alheimurin, jørðin og alt sum livir á henni ikki kann vera íkomið av tilvild. Alt ber tigandi vitnisburð um ein ómetaliga vitigan og máttmiklan Skapara.

Hvat Bíblian sigur

14. Hvørja niðurstøðu kemur Bíblian til viðvíkjandi Skaparanum?

14 Bíblian, elsta bókin menniskju hava, kemur til somu niðurstøðu. Í Hebrearabrævinum, sum Paulus ápostul skrivaði, stendur til dømis: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Síðsta bókin í Bíbliuni, sum Jóhannes ápostul skrivaði, sigur eisini: „Verdur ert Tú, Harri [Jehova] og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ — Opinberingin 4:11.

15. Hvussu kunnu vit læra um nakrar av eginleikunum hjá Gudi?

15 Bíblian vísir at hóast vit ikki síggja Gud, kunnu vit meta um hvussu hann er við at kanna tað hann hevur gjørt. Hon sigur: „Ósjónligu eginleikar [Skaparans], tað vil siga æviga kraft og guddómleiki hansara, kundu, frá tí heimurin byrjaði, síggjast við skynsemis eygum, í tí hann hevur skapt.“ — Rómbrævið 1:20, The New English Bible.

16. Hví kunnu vit fegnast um at menniskju ikki eru før fyri at síggja Gud?

16 Bíblian vísur soleiðis til meginregluna um atvold og avleiðing. Avleiðingin — tað sum er skapt — er prógv um vitigu, máttmiklu Atvoldina: Gud. Og aftrat tí kunnu vit fegnast um at hann er ósjónligur, tí Skapari alheimsins man eiga so ómetaliga kraft at menniskju úr holdi og blóði ikki kunnu síggja hann og liva. Og júst hetta sigur Bíblian: „Einki menniskja kann síggja [Gud] og liva.“ — 2 Mósebók 33:20.

17, 18. Hví eigur tað at ávirka okkum at ein Skapari er til?

17 Hetta at ein stórur Konstruktørur — Gud — finst, eigur at hava stóran týdning fyri okkum. Um ein Skapari hevur gjørt okkum, hevur hann sjálvandi havt eina orsøk, eina meining, tá hann skapti okkum. Um vit eru skapt við einum endamáli, kunnu vit av góðum grundum vóna at viðurskiftini hjá okkum verða betri í framtíðini. Annars liva og doyggja vit uttan nakra vón. So tað er ógvuliga týdningarmikið at vit fáa greiði á hvørja ætlan Gud hevur við okkum. Síðan kunnu vit sjálvi velja antin vit ynskja at liva samsvarandi henni ella ikki.

18 Í Bíbliuni verður eisini sagt at Skaparin er ein Gud sum hevur kærleika og stóra umsorgan fyri okkum. Pætur ápostul segði at Gud ’hevur umsorgan fyri okkum’. (1 Pætur 5:7; les eisini Jóhannes 3:16 og 1 Bræv Jóhannesar 4:8, 16.) Hetta skilja vit millum annað tí hann hevur skapt okkum so undurfult, bæði likamliga og andaliga.

Undurfult virkað’

19. Hvønn sannleika fær sálmaskaldið Dávid okkum at hugsa um?

19 Sálmaskaldið Dávid viðgekk í Bíbliuni: „Eg eri virkaður so ómetaliga undurfult.“ (Sálmur 139:14) Ja, mannalikamið hevur stóri Konstruktørurin skapt ótrúliga væl.

20. Hvussu lýsir ein uppslagsbók mannaheilan?

20 Heilin er til dømis nógv torgreiddari enn nøkur telda. The New Encyclopædia Britannica greiðir frá: „Flutningurin av upplýsingum í nervaskipanini er torgreiddari enn í teimum størstu telefonstøðunum; mannaheilin loysir trupulleikar nógv betur enn tær størstu teldurnar megna.“

21. Hvørja niðurstøðu eiga vit at koma til tá vit síggja hvat heilin megnar?

21 Fleiri hundrað milliónir upplýsingar og myndir eru goymdar í heilanum, men hann er meira enn ein goymsla við upplýsingum. Við heilanum kunnu vit læra at bríksla, baka breyð, tosa fremmand mál, brúka eina teldu ella flúgva einum flogfari. Vit kunnu ímynda okkum hvussu ein feria verður ella hvussu leskilig ein frukt er at eta. Vit kunnu greina sundur og finna uppá. Vit kunnu eisini leggja ætlanir, vísa takksemi og kærleika, og hugsa um fortíðina, nútíðina og framtíðina. Av tí at vit menniskju ikki kunnu skapa nakað sum kemur í námind av mannaheilanum, má hann sum hevur gjørt heilan hava nógv størri vísdóm og duga nógv betur enn nakað menniskja.

22. Hvat viðganga vísindamenn viðvíkjandi mannaheilanum?

22 Viðvíkjandi heilanum viðgongur ein vísindamaður: „Hvussu hetta framúrskarandi væl skipaða, regluliga og ótrúliga torgreidda tólið ger alt hetta er okkum púra ógreitt. . . . Kanska fara menniskju aldri at loysa allar tær ymsu gáturnar heilin vísir okkum á.“ (Scientific American) Og Chet Raymo, professari í alisfrøði, sigur: „Fyri at siga sum er, so vita vit framvegis ikki serliga nógv um hvussu heilin goymir upplýsingar, ella hvussu hann eftir vild leitar minni fram. . . . Ikki færri enn hundrað milliardir nervakyknur eru í mannaheilanum. Hvør kykna hevur samskifti við túsundtals aðrar kyknur gjøgnum trælíkar skipanir av synapsum. Ógjørligt er at fáa greiðu á øllum møguleikunum fyri sínámillum sambondum.“

23, 24. Sig frá likamslutum sum eru undurfult gjørdir, og hvørja viðmerking hevði ein verkfrøðingur?

23 Eyguni eru so neyv og eftirlagandi at einki myndatól kann javnmetast við tey; tey eru í veruleikanum fult sjálvvirkin myndatól sum sjálvi seta í brennidepil og taka livandi litmyndir. Oyruni kunnu hoyra eina mongd av ljóðum og geva kenslu av leið og javnvág. Hjartað er ein pumpa við førleikum sum teir bestu verkfrøðingarnir ikki kunnu gera eftir. Aðrir likamslutir eru eisini stórfingnir: Nøsin, tungan, hendurnar, blóðrenslið og sodningarlagið, fyri bert at nevna nakrar fáar.

24 Ein verkfrøðingur sum varð settur at konstruera eina stóra teldu kom til hesa niðurstøðu: „Um teldan hjá mær kravdi ein konstruktør, hvussu mikið meira krevst hetta so ikki av tí torgreidda alis-, evnis- og lívfrøðiliga tólinum sum mannalikamið er — sum tó bert er ein evarska lítil partur av tí at kalla óendaliga kosmos?“

25, 26. Hvat man hin stóri Konstruktørurin duga at siga okkum?

25 Eins og menniskju hava eina ætlan tá tey gera flogfør, teldur, súkklur og annað, man hann sum skapti heilan og mannalikamið eisini hava havt eina ætlan tá hann gjørdi okkum. Og hesin konstruktørurin má vera nógv vísari menniskju, tí vit eru ikki før fyri at gera tað hann hevur gjørt. Tí er tað sjálvsagt at hann kann siga okkum hví hann hevur skapt okkum, hví hann hevur sett okkum á jørðina og hvussu framtíðin verður.

26 Tá vit fáa greiði á hesum spurningunum kunnu vit við tí undurfulla heilanum og likaminum Gud gav okkum, liva samsvarandi meiningini við lívinum. Men hvussu koma vit at kenna Guds ætlanir? Hvar sigur hann okkum frá teimum?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 7]

Um tú ynskir at vita hvat okkurt er til, er best at spyrja konstruktørin

[Mynd á síðu 8]

DNA-mýlið vísir hvussu torgreitt og skipað alt livandi er

[Mynd á síðu 9]

„Mannaheilin loysir trupulleikar nógv betur enn tær størstu teldurnar megna“