Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kristinheimurin hevur svikið gud og bíbliuna

Kristinheimurin hevur svikið gud og bíbliuna

4. partur

Kristinheimurin hevur svikið gud og bíbliuna

1, 2. Hví virða nøkur menniskju ikki Bíbliuna, men hvat sigur Bíblian?

1 Nógvastaðni í heiminum fara fólk uttan um Bíbliuna og virða hana lítið tí tey hava sæð atburðin hjá teimum sum siga seg fylgja henni. Í ávísum londum verður sagt at Bíblian er ein bók sum elvir til kríggj, at tað er bókin hjá tí hvíta manninum og at tað er ein bók sum styðjar hjálandaveldi. Men hesi sjónarmið eru ikki røtt.

2 Bíblian varð skrivað í Miðeystri, og hon styðjar ikki hjálandakríggini og grammligu eyðræningina sum so leingi er farin fram í navni kristindómsins. Tá Bíblian verður lisin og hin sanna kristna læran sum Jesus bar fram verður kannað, sæst harafturímóti at Bíblian harðliga fordømir krígsførslu, ólevnað og at nakar eyðrænir onnur. Bíblian hevur ikki skyldina, hana hava frek menniskju. (1 Korintbræv 13:1-6; Jákup 4:1-3; 5:1-6; 1 Jóhannes 4:7, 8) Lat tí ikki sjálvsøkin menniskju sum liva í stríð við tey góðu ráðini Bíblian gevur, forða tær í at fáa nyttu av henni.

3. Hvat vísir søgan um kristinheimin?

3 Millum teirra sum ikki liva eftir Bíbliuni eru fólkini og tjóðirnar í kristinheiminum. Við „kristinheiminum“ verður hugsað um tann partin av heiminum har kristindómurin er vanligur. Tað vil í fyrsta umfari siga í vesturheiminum við sínum kirkjuskipanum, sum gjørdust kendar í umleið fjórðu øld e.o.t. Kristinheimurin hevur havt Bíbliuna í øldir og prestarnir har siga seg prædika hennara læru og umboða Gud. Men læra prestarnir og trúboðararnir í kristinheiminum sannleikan? Vitnar atburður teirra veruliga um Gud og Bíbliuna? Er tað kristindómur sum ræður í kristinheiminum? Nei. Síðan kristinheimurin í fjórðu øld vann frama, hevur hann víst seg at vera fíggindi Guds og Bíbliunnar. Ja, søgan vísir at kristinheimurin hevur svikið Gud og Bíbliuna.

Óbíbilskar trúarlærur

4, 5. Hvørjar óbíbilskar trúarlærur lærir kristinheimurin?

4 Tær grundleggjandi trúarlærurnar í kristinheiminum byggja ikki á Bíbliuna men á gamlar sagnir — úr Grikkalandi, Egyptalandi, Bábylon og øðrum londum. Lærur sum tær um at mannasálin hevur ódeyðiligleika, um æviga pínu í einum brennandi helviti, um reinsingareldin og um tríeindina (tríggir persónar í einum Gudi), eru ikki at finna í Bíbliuni.

5 Tak til dømis læruna um at menniskju verða pínd um ævir í einum brennandi helviti. Hvat heldur tú um hesa hugsan? Nógv halda hana vera andstyggiliga. Tey skilja ikki at Gud fær seg at pína menniskju um ævir við ótolandi líðingum. Ein so djevulsett hugsan stríðir ímóti persónmenskuni hjá Gudi Bíbliunnar, tí „Gud er kærleiki“. (1 Jóhannes 4:8) Bíblian sigur eisini heilt greitt at ein slík læra „aldri hevur verið“ tí alvaldandi Gudi í huga. — Jeremias 7:31; 19:5; 32:35.

6. Hvussu vísir Bíblian læruni um ódeyðiligu sálina aftur?

6 Í dag læra nógvir átrúnar, eisini kirkjurnar í kristinheiminum, at menniskju hava eina ódeyðiliga sál sum fer til himmals ella í helviti tá tey doyggja. Hetta er ikki ein læra úr Bíbliuni. Bíblian sigur ístaðin: „Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki. . . . Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.“ (Prædikarin 9:5, 10) Og sálmaskaldið sigur at menniskjað tá tað doyr „verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara“. — Sálmur 146:4.

7. Hvørja revsing fingu Ádam og Eva tá tey brutu Guds lóg?

7 Minst eisini til at tá Ádam og Eva brutu Guds lóg, var revsingin ikki ódeyðiligleiki. Tað hevði ikki verið ein revsing, men ein løn! Nei, tey fingu boð um at tey skuldu ’fara aftur í jørðina; tí úr henni vóru tey tikin’. Gud greiddi Ádami frá: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða.“ (1 Mósebók 3:19) Læran um at sálin er ódeyðilig er tí ikki at finna í Bíbliuni, men er lænt frá ikkikristnum fólkasløgum sum vóru til áðrenn kristinheimurin.

8. Hvussu vísir Bíblian tríeindarlæruni í kristinheiminum aftur?

8 Tak eisini tríeindarlæruna í kristinheiminum, sum gevur einum varhugan av at Gud er ein gátuførur tríggir-í-einum Gud. Hesa læruna finna vit heldur ikki í Bíbliuni. Gud sigur greitt í Esaias 40:25: „Hvønn ætla tit tá at líkna Meg við, so Eg skuldi verið sum hann?“ Svarið er sjálvsagt: Eingin kann líknast við Gud. Sálmur 83:19 sigur eisini skilliga: „Eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini.“ — Les eisini Esaias 45:5; 46:9; Jóhannes 5:19; 6:38; 7:16.

9. Hvat kunnu vit siga um Bíbliunnar læru og um kristinheimsins læru?

9 Bíbliunnar læra um Gud og hansara ætlanir er greið, skillig og skilagóð. Hetta kann ikki sigast um trúarlærurnar hjá kristinheiminum. Og haraftrat mótsiga tær Bíbliuni.

Ógudiligar gerðir

10, 11. Hvussu er Bíbliunnar læra í stríð við læruna í kirkjum kristinheimsins?

10 Umframt at bera falska læru hevur kristinheimurin svikið Gud og Bíbliuna við sínum gerðum. Tað prestarnir og kirkjurnar hava gjørt farnu øldirnar — og halda áfram at gera í okkara tíð — er beint tað øvugta av tí Gud og Bíblian krevja, og av tí hann sum grundlegði kristindómin, Jesus Kristus, segði og gjørdi.

11 Jesus lærdi til dømis sínar lærisveinar at teir ikki skuldu leggja seg út í politisk viðurskifti í heiminum og heldur ikki koma sær upp í kríggj. Hann lærdi teir eisini at vera friðarelskandi og lóglýdnir, og at teir uttan fordómar skuldu elska síni medmenniskju, enntá vera til reiðar at lata sítt egna lív heldur enn at taka lívið hjá øðrum. — Jóhannes 15:13; Ápostlasøgan 10:34, 35; 1 Jóhannes 4:20, 21.

12. Hvat segði Jesus skuldi eyðkenna sonn kristin?

12 Jesus segði bart út at kærleiki til onnur menniskju skuldi vera tað eyðkennið sum skilti sonn kristin frá følskum, hyklarunum. Við teir sum fylgdu honum segði hann: „Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ — Jóhannes 13:34, 35; 15:12.

13, 14. Hvat vísir at kirkjurnar í kristinheiminum ikki umboða Gud?

13 Tó hevur prestastættin í kristinheiminum øld eftir øld lagt seg út í politikk og styðjað síni lond í kríggjum. Teir hava enntá styðjað hvør sín part í kríggjum millum lond í kristinheiminum, til dømis í báðum heimsbardøgunum í hesi øld. Í hesum ósemjunum bóðu prestarnir hvør síni megin um sigur, og kirkjulimir úr einum landi drupu limir í somu kirkjuni úr einum øðrum landi. Men sambært Bíbliuni er hetta nakað børn Djevulsins gera, og ikki børn Guds. (1 Jóhannes 3:10-12, 15) Hóast prestarnir og sóknarbørnini hava sagt seg vera kristin, hevur atburður teirra sostatt verið í stríð við læruna hjá Jesusi um at hansara lærisveinar skuldu ’stinga svørðið aftur, hagar sum tað eigur at vera’. — Matteus 26:51, 52.

14 Í øldir arbeiddu kirkjurnar tætt saman við politisku stjórnunum meðan londini í kristinheiminum hertóku, trælbundu og eyðmýktu onnur fólkasløg í tíðini við imperialismu. Soleiðis var støðan leingi í Afrika. Kina upplivdi tað eisini, tá tjóðir úr vesturheiminum við valdi rændu sær ávirkan, til dømis í Opiumskríggjunum og Boksarauppreistrinum.

15. Hvørjar ógerðir hevur kristinheimurin framt?

15 Í tí sum søgan nevnir myrku miðøldina høvdu kirkjurnar í kristinheiminum heldur einki ímóti at forfylgja, pína og enntá drepa tey sum vóru ósamd við tær. Í inkvisitiónini, sum helt á í fleiri hundrað ár, vórðu djevulsett stig tikin til at ósek, heiðurlig menniskju vórðu pínd og myrd. Gerningsmenninir vóru prestarnir og sóknarbørn teirra, og øll søgdu tey seg vera kristin. Tey royndu enntá at beina fyri Bíbliuni, so vanlig fólk ikki fingu lisið hana.

Ikki kristin

16, 17. Hví kunnu vit siga at kirkjurnar ikki eru kristnar?

16 Nei, londini og kirkjurnar í kristinheiminum vóru ikki, og eru ikki, kristin. Tey eru ikki tænarar Guds. Hansara innblásta orð sigur um slík: „Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.“ — Titus 1:16.

17 Jesus segði at falskur átrúni kennist á tí hann alir fram, fruktunum. Hann segði: „Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan! Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. . . . Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst. Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst. Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin. Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.“ — Matteus 7:15-20.

18. Hvat hava læra og atburður kristinheimsins havt við sær?

18 Kirkjurnar í kristinheiminum hava soleiðis við tí tær hava lært og við tí tær hava gjørt, víst at tær lúgva tá tær siga seg trúgva Bíbliuni, hava gudsótta og vera kristnar. Tær hava svikið Gud og Bíbliuna. Harvið hava tær givið milliónum av menniskjum vaml og fingið tey at vísa trúnni á ein alvaldandi Gud frá sær.

19. Hetta at kristinheimurin hevur svikið, merkir tað at Gud og Bíblian eisini hava svikið?

19 Men hóast prestarnir og kirkjurnar hava svikið, og hóast átrúnar uttanfyri kristinheimin eisini hava svikið, merkir tað ikki at Bíblian hevur svikið. Heldur ikki hevur Gud svikið. Bíblian greiðir tvørturímóti frá at ein Gud er, og at hann leggur í okkum og okkara framtíð. Hon vísir hvussu hann fer at løna reinlyntum menniskjum sum ynskja at gera tað sum er rætt og sum ynskja rættvísi og frið á jørðini. Hon vísir eisini hví Gud hevur loyvt óndskap og líðingar og hvussu hann fer at sleppa jørðini frá teimum sum skaða síni medmenniskju, teirra millum tey sum siga seg tæna honum men ikki gera tað.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 17]

“Inferno” hjá Dante

[Kelduávísing]

Ein mynd hjá Doré til „Guddómliga Skemtileikin“ hjá Dante

[Mynd á síðu 17]

Tríeind kristinheimsins

[Mynd á síðu 17]

Hinduisk tríeind

[Kelduávísing]

Við vælvild frá The British Museum

[Mynd á síðu 17]

Egyptisk tríeind

[Kelduávísing]

Museo Egizio, Torino

[Myndir á síðu 18]

Í stríð við læruna hjá Jesusi hava prestar hvør síni megin styðjað kríggj

[Kelduávísing]

Mynd: U.S. Army