Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Skjótt verður Guds ætlan framd

Skjótt verður Guds ætlan framd

7. partur

Skjótt verður Guds ætlan framd

1, 2. Hví kunnu vit vera vís í at Gud fer at leggja uppí og gera enda á óndskapi og líðing?

1 Hóast Gud hevur loyvt ófullkomileika og líðing so leingi, sæð frá einum menniskjaligum sjónarmiði, fer hann ikki at loyva hesum vánaligu viðurskiftunum at halda áfram í óvissa tíð. Bíblian sigur okkum at Gud bert gevur tí eina avmarkaða tíð.

2 „Alt hevur stund sína.“ (Prædikarin 3:1) Tá tíðin Gud hevur loyvt óndskap og líðing er liðin, fer hann at leggja upp í viðurskiftini hjá menniskjum. Hann fer at gera enda á óndskapi og líðing og fremja sína upprunaligu ætlan — at fylla jørðina við einari fullkomnari og lukkuligari mannaætt sum kann gleða seg um veruligan frið og fíggjarligan tryggleika í einum paradísi.

Guds dómar

3, 4. Hvussu verða úrslitini av uppíleggingini hjá Gudi lýst í Orðtøkunum?

3 Gev tær far um nakrar av teimum nógvu bíbliuprofetiunum sum siga hvat uppíleggingin hjá Gudi — úrslitið av hansara dómum — skjótt fer at týða fyri mannaættina:

4 „Hini reiðiligu eru tey sum skulu búgva á jørðini, og hini ólastandi verða eftir á henni. Men hini óndu verða oydd av jørðini; og hini svikafullu verða rykt burtur av henni.“ — Orðtøkini 2:21, 22, Ny Verden-oversættelsen.

5, 6. Hvussu vísir Sálmur 37 hvat skal henda tá Gud leggur uppí?

5 „Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir [Jehova], skulu arva landið [taka jørðina í ogn, Ny Verden-oversættelsen.] Um lítla stund — so er hin gudleysi ikki til . . . Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ — Sálmur 37:9-11.

6 „Bíða eftir [Jehova] og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verða týnd. Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð; men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.“ — Sálmur 37:34, 37, 38.

7. Hvørji góð ráð fáa vit í Guds orði?

7 Við tí stórfingnu framtíðini í huga sum bíðar teimum ið viðurkenna at hin alvaldandi Skaparin hevur rættin at stjórna menniskjunum, verða vit eggjað: „Lat hjarta títt goyma boð míni! Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.“ Ja, Gud gevur teimum sum velja at gera hansara vilja ævigt lív! Tí gevur Guds orð okkum hesi ráð: „Lít á [Jehova] av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“ — Orðtøkini 3:1, 2, 5, 6.

Guds ræði úr himli

8, 9. Við hvørjum skal Gud reinsa jørðina?

8 Gud skal reinsa jørðina við bestu stjórnini menniskju kunnu fáa. Stjórnin hevur himmalskan vísdóm tí hon ræður úr himli undir Guds leiðslu. Og henda himmalska stjórn skal rudda alt mannaræði á jørðini burtur. Menniskju fáa aldri aftur møguleikan at ráða óheft av Gudi.

9 Í hesum sambandi sigur profetiin í Dániel 2:44: „Á teimum døgum ið hesir kongar [stjórnirnar nú á døgum] eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki [í himli], sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur [menniskjuni sleppa ongantíð aftur at stjórna óheft av Gudi]; tað skal sora øll hini [núverandi] ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ — Les eisini Opinberingina 19:11-21; 20:4-6.

10. Hví kunnu vit vera vís í at stjórnin ikki aftur verður spilt tá Guds ríki í himli hevur valdið?

10 Hetta merkir at spiltar stjórnarskipanir aldri aftur verða á jørðini, tí tá Gud hevur gjørt enda á skipanini sum nú er, skulu menniskju ongantíð aftur ráða óheft av honum. Og Ríkið sum ræður úr himli verður aldri spilt, tí Gud hevur stovnað tað og Gud skal varðveita tað. Tað fer altíð at virka tegnunum á jørðini til gleði og gagn. Tá verður vilji Guds á allari jørðini, eins og í himli. Tí kundi Jesus læra sínar lærisveinar at biðja til Gud: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ — Matteus 6:10.

Nær verður tað?

11. Hvar í Bíbliuni finna vit profetiir sum hjálpa okkum at avgera hvussu nær vit eru endanum?

11 Nær kunnu vit vænta at ótrygga skipanin sum nú er á jørðini fær ein enda og at Guds nýggja verð byrjar? Profetiirnar í Bíbliuni geva okkum greitt svar. Jesus segði til dømis frammanundan hvørjum vit skulu ansa eftir fyri at gera av um vit liva í tí Bíblian nevnir ’endan á tíðini’. Tað stendur skrivað í Matteus, kapittul 24 og 25, Markus 13 og Lukas 21. Og í 2 Timoteus, kapittul 3, boðaði Paulus ápostul frá einum tíðarskeiði nevnt ’síðstu dagarnir’, tá ymisk viðurskifti skuldu vísa enn greiðari hvar á tíðini vit eru.

12, 13. Hvat søgdu Jesus og Paulus um tíð endans?

12 Jesus segði at hetta skeiðið skuldi byrja við hesum hendingum: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7) Sambært Lukas 21:11 segði hann eisini at pestur skuldi verða „bæði her og har“. Og hann ávaraði eisini um at „lógloysið fær yvirhond“. — Matteus 24:12.

13 Paulus ápostul profeteraði: „Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. . . . Ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.“ — 2 Timoteus 3:1-5, 13.

14, 15. Hvussu vátta hendingarnar nú í 20. øld at vit liva í síðstu døgunum?

14 Er alt hetta sum Jesus og Paulus profeteraðu, hent í okkara tíð? Ja, heilt avgjørt. Fyrri heimsbardagi var nógv tað ringasta kríggið sum hevði verið inntil tá. Tað var fyrsti bardagin sum fevndi um alla jørðina og hann broytti søguna. Í kjalarvørrinum á honum komu matvørutrot, farsóttir og aðrar ræðuligar vanlukkur. Hesar hendingar í 1914 og fram vóru, sum Jesus málbar seg, „hinir fyrstu verkirnir“. (Matteus 24:8) Tær byrjaðu ta fyriboðaða skeiðið sum nevnist ’síðstu dagarnir’, og tær byrjaðu síðsta ættarliðið sum upplivir at Gud loyvir óndskap og líðing.

15 Tú veitst ivaleyst hvat er hent nú í 20. øld. Tú veitst um allan ruðuleikan sum er komin burturúr. Umleið 100 milliónir hava latið lív í kríggjum. Aðrar hundraðtals milliónir eru deyð í hungri og av sjúkum. Jarðskjálvtar hava kravt óteljandi offur. Lív og ognir verða minni og minni vird. Óttin fyri brotsverkum er vorðin ein partur av gerandisdegnum. Siðareglur vera skúgvaðar til viks. At fólkatalið veksur so øgiligt gevur trupulleikar sum ikki verða loystir. Dálkingin spillir lívið og setir tað beinleiðis í vanda. Ja, vit hava avgjørt livað í teimum síðstu døgunum síðan 1914 og skjótt náa bíbliuprofetiirnar um okkara tíð hámarkið og ganga út á stórfingnan hátt.

16. Hvussu leingi skuldu síðstu dagarnir vara?

16 Hvussu leingi skuldu hesir síðstu dagarnir vara? Um tey sum komu at uppliva ’fyrstu verkirnar’ í 1914 og fram, segði Jesus: „Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.“ (Matteus 24:8, 34-36) Alt tað sum eyðkennir síðstu dagarnar skal sostatt henda meðan eitt ættarlið livir, ættarliðið frá 1914. Nøkur menniskju sum livdu í 1914, verða tí framvegis á lívi tá núverandi skipanin heldur uppat. Hetta ættarliðið hevur nú nógv ár á baki og tí kann tað ikki vara leingi fyrr enn Gud ger enda á hesi heimsskipan.

17, 18. Hvør profeti vísir at endi heimsins er ógvuliga nær?

17 Paulus ápostul bar eina aðra profeti fram sum vísir at endin á hesi skipanini er ógvuliga nær. Hann segði: „Dagur [Jehova] kemur sum tjóvur á nátt. Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ — tá kemur bráður undirgangur á tey, . . . og tey skulu als ikki sleppa undan.“ — 1 Tessalonika 5:2, 3; les eisini Lukas 21:34, 35.

18 Í dag er kalda kríggið av, og altjóða kríggj tykjast ikki at vera nøkur stórvegis hóttan. Tí halda tjóðirnar seg kanska skjótt hava eina nýggja heimsskipan. Men júst tá tær halda royndir sínar vera um at eydnast, merkir tað júst tað øvugta, tí hetta verður síðsta tekinið um at Gud ger bráðan enda á hesi skipan. Minst til at politiskar samráðingar og semjur ikki veruliga broyta fólk. Tær fáa ikki menniskju at elska hvørt annað. Og heimsleiðararnir fáa ikki steðgað brotsverkunum, og teir fáa heldur ikki beint fyri sjúkum og deyða. Set tí ikki títt álit á at menniskju fara at skipa fyri friði og tryggleika ella at heimurin er um at fáa loyst sínar trupulleikar. (Sálmur 146:3) Hesi tíðindi merkja í veruleikanum at endin á hesum heimi er í hondum.

Eini gleðiboð verða borin

19, 20. Hvørja profeti um boðan í teimum síðstu døgunum síggja vit ganga út?

19 Ein onnur profeti sum vísir at vit hava livað á síðstu døgunum síðan 1914, er henda sum Jesus setti fram: „Evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum.“ (Markus 13:10) Ella sum tað verður endurgivið í Matteus 24:14: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“

20 Nú verður gleðiboðskapurin um at hesin heimurin endar og at Paradísið í nýggju verðini undir Guds ríki verður stovnað, boðaður um alla jørðina sum ongantíð áður í søguni. Hvørji gera tað? Milliónir av Jehova vitnum. Tey boða í øllum londum á jørðini.

21, 22. Hvat vísir í serligan mun at Jehova vitni eru sonn kristin?

21 Umframt at Jehova vitni boða um Guds ríki, liva tey soleiðis at tað sæst at tey eru sannir lærisveinar hjá Kristusi, tí hann kunngjørdi: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ Júst soleiðis knýtir eitt fast kærleiksband Jehova vitni saman í eitt heimsumfatandi brøðrasamfelag. — Jóhannes 13:35; les eisini Esaias 2:2-4; Kolossebrævið 3:14; Jóhannes 15:12-14; 1 Jóhannes 3:10-12; 4:20, 21; Opinberingina 7:9, 10.

22 Jehova vitni trúgva hesum sum Bíblian sigur: „Gud ger ikki mannamun, men . . . í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ (Ápostlasøgan 10:34, 35) Tey meta sínar trúarfelagar í øllum londum sum andaligar brøður og systrar, uttan mun til ættarslag ella húðalit. (Matteus 23:8) At eitt heimsumfatandi brøðrasamfelag sum hetta finst í dag, styrkir sannføringina um at Guds ætlan skjótt verður framd.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 26]

Guds fullkomna himmalska ríki verður einasta stjórnin hjá menniskjum í nýggju verðini