Far beinleiðis til innihaldið

Hvør stjórnar heiminum?

Hvør stjórnar heiminum?

Hvør stjórnar heiminum?

Mong hava helst hug at svara hesum spurninginum við bert einum orði: Gud. Men vert er at leggja til merkis at Bíblian ongastaðni sigur at antin Jesus Kristus ella Faðir hansara eru teir sum stjórna hesum heimi. Jesus segði tvørturímóti: „Høvdingin yvir hesum heimi [skal] verða kastaður út.“ Og hann legði aftrat: „Høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.“ — Jóhannes 12:31; 14:30; 16:11.

Tann sum stjórnar hesum heimi er altso í andstøðu til Jesus. Hvør kann hann vera?

Ein ábending í heimsstøðuni

Hóast øll tiltøk hjá vælmeintum menniskjum, hava ræðuligar líðingar merkt heimin gjøgnum alla søguna. Nógv hava undrast á hetta, eisini ritstjórin David Lawrence ið doyði fyri stuttum. Hann skrivaði: „’Friður á jørðini’ — tað ynskja mestsum øll. ’Góður tokki í menniskjum’ — næstan øll fólkasløg á jørðini hava tokka hvørt til annað. Hvat er so galið? Hví er krígshóttanin so sterk tá natúrliga trá menniskjans er friður?“

Tað samsvarar illa, heldur tú ikki? Natúrliga ynskið hjá menniskjum er at liva í friði, men ofta hata og drepa tey hvørt annað — og ikki við mýkindum. Hugsa einaferð um tann avskræmiliga óndskapin tey hava víst. Tey hava nýtt gasskømur, konsentratiónslegur, flammukastarar, napalmbumbur og onnur andstyggilig amboð til miskunnarleyst at pína og myrða hvørt annað.

Trýrt tú at menniskju sum leingjast eftir friði og lukku, av sær sjálvum eru før fyri at vera so ræðuliga ónd við onnur menniskju? Hvat er tað sum fær menniskju at fremja so andstyggiligar gerðir ella setir tey í støður har tey kenna seg noydd at fremja illgerðir? Hevur tú nakrantíð undrast á um tað møguliga kann vera ein ónd ósjónlig makt ið fær menniskjuni at fremja slíkan harðskap?

Teir ið stjórna heiminum gerast kendir

Okkum nýtist ikki at gita, tí Bíblian vísir greitt at ein vitugur, ósjónligur persónur hevur havt ræði bæði á menniskjum og tjóðum. Hon sigur: „Allur heimurin liggur í hinum illa.“ Og Bíblian sigur eisini hvønn talan er um: „Djevulin og Satan . . . villleiðir allan heimin.“ — 1 Jóhannes 5:19; Opinberingin 12:9.

Tá Jesus á einum sinni varð „freistaður av Djevulinum“ ivaðist hann ikki í at Satan valdar hesum heiminum. Bíblian greiðir frá hendingini: „Djevulin [tók] Hann við sær — niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan!““ — Matteus 4:1, 8-10.

Hugsa um hetta. Satan freistaði Jesus við at bjóða honum „øll ríki heimsins“. Men hevði tilboðið frá Satani verið nøkur verulig freisting um hann, tá samanum kom, ikki ráddi yvir hesum ríkjunum? Nei. Og legg til merkis at Jesus ikki noktaði fyri at Satan átti øll heimsins ríki. Tað hevði hann gjørt um Satan ikki hevði ræði á teimum. Satan Djevulin er altso ósjónligi stjórnarharri heimsins. Bíblian nevnir hann eisini ’gudin hjá hesum heimi’. (2 Korint 4:4) Men hvussu hevur hesin óndi skapningurin fingið so stórt vald?

Satan var av fyrstan tíð ein eingil sum Gud skapti, men hann øvundaði Guds støðu og bjóðaði rættvísa harradømi Guds av. Við einum ormi lumpaði hann ta fyrstu kvinnuna, Evu, og fekk á henda hátt hana og mann hennara, Ádam, at fylgja sínum boðum heldur enn Guds. (1 Mósebók 3:1-6; 2 Korint 11:3) Hann segði seg kunna venda øllum eftirkomarum Ádams og Evu, sum ikki vóru føddir enn, burtur frá Gudi. Gud læt tískil Satan fáa tíð at royna at prógva framseting sína, men tað hevur ikki eydnast honum. — Job 1:6-12; 2:1-10.

Satan stjórnar kortini ikki heiminum einsamallur. Tað eydnaðist honum at fáa nakrar av hinum einglunum við sær í uppreistrinum móti Gudi. Hesir einglarnir gjørdust illir andar, hansara samseku í andaheiminum. Bíblian nevnir teir í samband við hesa áminningina til kristin: „[Standið] tykkum móti svikaálopum Djevulsins! Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við . . . harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.“ — Efesusbrævið 6:11, 12.

Statt illu andunum ímóti

Hesir ósjónligu, óndu heimsharrar hava sett sær fyri at villleiða menniskju, fáa tey at lata vera við at tilbiðja Gud. Tað gera teir millum annað við at útbreiða hugsanina um lív eftir deyðan, hóast Guds orð skilliga vísir at deyð ikki vita til sín. (1 Mósebók 2:17; 3:19; Ezekiel 18:4; Sálmur 146:3, 4; Prædikarin 9:5, 10) Ein illur andi kann til dømis herma eftir røddini á einum deyðum og tosa við livandi skyldfólk og vinir hjá viðkomandi, antin við einum andamanara ella við eini „rødd“ úr tí ósjónliga. „Røddin“ sigur seg vera hin deyði, men er í veruleikanum ein illur andi!

Skuldi tú nakrantíð hoyrt eina slíka „rødd“, so lat teg ikki lumpa. Vís frá tær hvat hon so sigur. Sig sum Jesus: „Far burt, Satan!“ (Matteus 4:10; Jákup 4:7) Kom ikki í hóslag við illar andar av forvitni eftir at vita hvat ið fyriferst í andaheiminum. Hetta nevnist spiritisma ella andatrúgv, og Gud ávarar tænarar sínar móti allari spiritismu. Bíblian fordømir ’spámannin, tann sum fæst við svartakunst, andamanaran, tann sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum’. — 5 Mósebók 18:10-12; Galatiabrævið 5:19-21; Opinberingin 21:8.

Við spiritismu kemur eitt menniskja undir ávirkan av illum andum, vís tí alt slíkt frá tær, hvussu stuttligt ella spennandi tað enn kann tykjast. Tað kann eitt nú vera at hyggja í krystalkúlur, at brúka Ouija-borð, at fáast við ESP (yvirsansiliga uppfatan), lógvalestur og astrologi (stjørnuspádóm). Illir andar kunnu eisini larma og skapa onnur ítøkilig fyribrigdi í húsum sum teir hava tikið í sítt vald.

Illu andarnir gera sær eisini dælt av menniskjans syndiga lyndi og virka fyri lesnaði, filmum og sjónvarpssendingum við siðleysum og ónatúrligum seksuellum atburði. Illu andarnir vita at órættar hugsanir, um tær ikki verða kveistraðar burtur úr sinninum, hava ógloymandi árin og fáa menniskju at fremja siðloysi — eins og illu andarnir sjálvir. — 1 Mósebók 6:1, 2; 1 Tessalonikabræv 4:3-8; Judas 6.

Nógv munnu helst spotta hugsanina um at heimurin verður stjórnaður av illum andum. Men vantrúgv teirra kemur ikki óvart, tí Bíblian sigur: „Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljóssins.“ (2 Korint 11:14) Snildasta svikabragd hansara er at hann hevur fingið nógv at trúgva at hann og illu andar hansara als ikki eru til. Men lat teg ikki lumpa! Djevulin og hansara illu andar eru til, og tú mást alla tíðina standa teimum ímóti. — 1 Pætur 5:8, 9.

Tíbetur er tíðin nú nær tá Satan og fylgisneytar hansara ikki longur eru til! „Heimurin [við sínum óndu anda-stjórnarum] forgongur,“ vissar Bíblian okkum um, „Men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:17) Sum tað verður ein lætti tá hesar óndu andamaktirnar ikki longur kunnu ávirka okkum! Høvdu vit tí verið teirra millum ið gera Guds vilja og sleppa at liva um ævir í Guds rættvísa nýggja heimi. — Sálmur 37:9-11, 29; 2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:3, 4.

Er einki annað viðmerkt, eru skriftstøðini eftir Umseting Victors Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974.

[Mynd á síðu 4]

Kundi Satan bjóðað Jesusi allar hesar heimsins stjórnir um hann ikki átti tær?