Er eitt lív eftir deyðan?
Er eitt lív eftir deyðan?
„Fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur . . . Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ — Móses profetur.
1-3. Hvussu royna nógv at ugga seg, tá tey hava mist ein av sínum kæru?
Í EINUM kapelli í New York ganga vinir og skyldfólk stillisliga fram við tí opnu kistuni. Tey fáa ikki eyguni av tí deyða, sum er ein 17 ára gamal drongur. Tað er ikki meir enn vinirnir úr skúlanum kenna hann aftur. Hann hevur mist nógv hár av kemoviðgerðini, og kroppurin er illa farin av krabbameini. Er hetta veruliga vinur teirra? Fáar mánaðir frammanundan var hann fullur av uppskotum, av spurningum, av orku — av lívi! Mamma dreingin roynir sorgtung at finna vón og troyst í hugsanini um, at sonur hennara onkursvegna framvegis er á lívi. Upp í saman endurtekur hon grátandi tað, sum hon hevur lært: „Tommy hevur tað nógv betri nú. Gud hevur tikið Tommy heim til sín í himli.“
2 Okkurt um 11.000 km haðani, í Jamnagar í India, hjálpa tríggir synir hvør øðrum at leggja líkið av pápanum, einum 58 ára gomlum handilsmanni, til rættis á einum líkbáli. Fyrrapartssólin skínur bjørt, tá elsti sonurin byrjar líkbrenningina. Hann festir í brenniviðin við einum kyndli og oysir eitt bland av angandi kryddurtum og roykilsi yvir lívleysa likam faðirsins. Tað er ikki meir, enn brakið frá bálinum hoyrist, tá brahman á sanskrit tekur at messa eitt mantra, sum merkir: „Gævi sálin, sum ongantíð doyr, heldur áfram í royndum sínum at gerast eitt við Hægsta Veruleikan.“
3 Meðan teir tríggir brøðurnir eygleiða líkbrenningina, spyrja teir hvør sær innantanna: ’Trúgvi eg á lív eftir deyðan?’ Teir hava nomið sær útbúgving í ymiskum heimspørtum, og tí er svarið ymiskt. Hin yngsti ivast ikki í, at elskaði pápi teirra verður reinkarneraður til lív á einum hægri støði. Næstelsti bróðurin trýr, at deyðin er sum ein svøvnur, og at tey deyðu einki vita til sín. Hin elsti roynir bara at viðurkenna deyðans veruleika. Sum hann veit, kann eingin við vissu siga, hvat hendir, tá vit doyggja.
Ein spurningur, nógv svør
4. Hvør spurningur hevur í øldir ørkymlað mannaættina?
4 Er eitt lív eftir deyðan? Hesin spurningurin hevur ørkymlað fólk í fleiri túsund ár. „Sjálvt gudfrøðingar verða illa við, spyrt tú teir beinleiðis,“ sigur Hans Küng, ein katólskur vísindamaður. Í øldir hava fólk í øllum samfeløgum grundað um spurningin, og svørini tróta ikki.
5-8. Hvat læra ymiskir átrúnar um lív eftir deyðan?
5 Nógv, sum siga seg vera kristin, trúgva á ein himmal og eitt helviti. Hinduistar trúgva harafturímóti á reinkarnatión. Viðvíkjandi
muslimsku áskoðanini sigur Amir Muawiyah, hjálparmaður á einum islamiskum átrúnadepli: „Vit trúgva á ein dómadag eftir deyðan, har tú kemur fram fyri Gud, Allah. Tað verður, sum at koma inn í eitt rættarhøli.“ Eftir islamiskari trúgv, fer Allah tá at meta um lívið hjá tí einstaka og antin loyva honum inn í paradísið ella døma hann til helvitis eld.6 Á Sri Lanka lata bæði buddhistar og katolikkar hurðar og vindeygu upp á víðan vegg, tá onkur í húsinum doyr. Ein oljulampa verður tendrað, og kistan verður sett, so føturnir á tí deyða horva móti úthurðini. Á henda hátt trúgva tey, at andin, ella sálin, hjá tí deyða lættari sleppur av húsum.
7 Upprunafólkini í Australia trúgva sambært Ronald M. Berndt, sum starvast á University of Western Australia, at „menniskjaandin er óforgeingiligur“. Ávísir ættarbólkar í Afrika trúgva, at vanlig fólk eftir deyðan gerast spøkilsi, meðan tignarfólk verða forfedraandar, sum skulu heiðrast og spyrjast til ráðs sum ósjónligu leiðarar samfelagsins.
8 Í summum londum er sálartrúgvin ein blandingur av staðbundnari siðvenju og sonevndum kristindómi. Nógvir katolikkar og protestantar í Vesturafrika hava til dømis tikið sær fyri at fjala speglini, tá onkur doyr, so eingin skal hyggja í speglið og síggja sálina hjá tí deyða. Og so, 40 dagar eftir andlátið, hátíðarhalda skyldfólk og vinir, at sálin fer til himmals.
Eitt afturvendandi evni
9, 10. Hvørja grundleggjandi trúgv hava teir flestu átrúnarnir í felag?
9 Svørini til spurningin um, hvat hendir, tá vit doyggja, eru líka fjølbroytt sum siðirnir og trúgvin hjá teimum, ið svara. Men flestu átrúnarnir læra, at okkurt í menniskjanum — sál ella andi — er ódeyðiligt og livir víðari eftir deyðan.
10 Trúgvin á, at sálin er ódeyðilig, er at kalla eitt algilt hugtak í kristinheimsins túsundtals trúarbólkum og sektum. Hon er eisini almennur lærisetningur í jødadóminum. Í hinduismuni er henda trúgvin sjálvt støðið undir reinkarnatiónslæruni. Muslimar trúgva, at sálin verður til um somu tíð sum likamið, men livir víðari, eftir at likamið er deytt. Aðrir átrúnar, eitt nú afrikanska animisman, shintotrúgvin og eisini buddhisman, læra nakað líknandi.
11. Hvussu meta summir vísindamenn hugsanina um, at sálin er ódeyðilig??
11 Nøkur meina hin vegin, at tilvitaða lívið endar, tá vit doyggja. Tey halda tankan um, at kenslur og hugsanir liva víðari í einari ópersónligari, skuggakendari sál, sum er loyst úr likaminum, vera púra burturvið. Spanski rithøvundurin og filosofurin úr 20. øld, Miguel de Unamuno, skrivar: „At trúgva á eina ódeyðiliga sál, er tað sama sum at ynskja, at sálin skal vera ódeyðilig, men ynskið er so mikið sterkt, at tað trampar vitið undir fótum og fer út um alt vanligt skil.“ Millum teirra, sum noktaðu at trúgva á menniskjans ódeyðiligleika, eru kendu fornaldar filosofar sum Aristoteles og Epikur, læknin Hippokrates, skotski filosofurin David Hume, arabiski filosofurin Averroës og fyrsti forsætisráðharrin í India eftir sjálvstýrið, Jawaharlal Nehru.
12, 13. Hvørjir týðandi spurningar reisa seg viðvíkjandi læruni um, at sálin er ódeyðilig?
12 Spurningurin er so: Hava vit eina ódeyðiliga sál? Um sálin í roynd og veru ikki er ódeyðilig, hvussu ber tað so til, at henda falslæran hevur fingið fótin fastan í meginpartinum av átrúnunum nú á døgum. Hvar byrjaði hon? Og um sálin í veruleikanum endar lív sítt við deyðanum, hvør vón er so fyri tey deyðu?
13 Kunnu vit yvirhøvur fáa satt og nøktandi svar á slíkar spurningar? Ja! Teir verða svaraðir á komandi síðunum. Men latið okkum nú fyrst kanna, hvussu læran um ódeyðiligu sálina er íkomin.
[Lestrarspurningar]