Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví doyggja vit?

Hví doyggja vit?

Hví doyggja vit?

„Yvir hædd og dalar er ró; í svalligum skógi droymir jú blikastillur friður; fuglarnir hvíla so varliga. Bíða bara! Skjótt hvílir tú við.“ — Týski yrkjarin Johann Wolfgang von Goethe.

1, 2. (a) Hvørjum ynski varð menniskjað skapt við? (b) Hvørja tilveru kundu tey bæði fyrstu menniskjuni gleðast um?

GUD skapti menniskjuni við eini tráan eftir ævigum lívi. Bíblian sigur, at hann legði ’ævina í hjarta teirra’. (Prædikarin 3:11) Men Gud gav ikki bara menniskjunum ynskið um at liva í ævir. Hann gav teimum eisini møguleikan.

2 Fyrstu foreldur okkara, Ádam og Eva, vórðu skapt fullkomin, uttan nakað brek á sinni og likami. (5 Mósebók 32:4) Hugsa tær! Onga varandi pínu, ongan ósunnan ótta og onga stúran. Aftrat tí gav Gud menniskjunum eitt vakurt paradís at búgva í. Gud ætlaði, at tey skuldu liva í allar ævir, og at jørðin sum frá leið skuldi fyllast við fullkomnu eftirkomarum teirra. (1 Mósebók 1:31; 2:15) Hví doyggja vit so?

Ólýdni elvir deyða

3. Hvør var treytin, um Ádam og Eva skuldu liva í allar ævir?

3 Gud gav Ádami hesi boð: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ (1 Mósebók 2:16, 17) Skuldu Ádam og Eva liva um ævir, máttu tey sostatt ganga undir ávísar treytir. Tey máttu akta Gud.

4. Hví mistu Ádam og Eva útlitið til ævigt lív í Paradísinum, tá tey syndaðu?

4 Tíverri valdu Ádam og Eva at bróta lóg Guds. (1 Mósebók 3:1-6) Soleiðis gjørdust tey syndarar, tí „synd er . . . lógloysi“. (1 Jóhannes 3:4) Av hesi orsøk høvdu tey ikki longur útlit til ævigt lív. Hví ikki? Tí „lønin, ið syndin gevur, er deyði“. (Rómbrævið 6:23) Gud segði: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ So vórðu fyrstu foreldur okkara rikin út úr Paradísinum. Tann dagin Ádam og Eva syndaðu, byrjaði ein drúgv, men vís gongd móti deyðanum. — 1 Mósebók 3:19, 23, 24.

’Deyðin trongdi ígjøgnum til øll menniskju’

5. Hvussu bar tað til, at deyðin fekk vald á allari mannaættini?

5 Nú stóð syndin so dyggiliga prentað í arvaeindini á Ádami og Evu. Tey vóru ikki før fyri at fáa fullkomið avkom, eins og eingin fær stoypt fullkomnar lutir í einum skaddum stoypiformi. (Job 14:4) Eitt og hvørt menniskja, sum verður føtt, prógvar, at fyrstu foreldur okkara mistu fullkomnu heilsuna og æviga lívið, bæði sínar egnu vegna og vegna eftirkomararnar. Kristni ápostulin Paulus skrivaði: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin . . . trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ — Rómbrævið 5:12; samanber Sálm 51:7.

6. Hví doyggja vit?

6 Nú á døgum vita granskarar ikki nágreiniliga, hví menniskju eldast og doyggja. Men Bíblian greiðir frá, at orsøkin er tann, at vit vórðu fødd syndig — ein støða, vit fingu í arv frá fyrstu foreldrum okkara. Men hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

[Lestrarspurningar]