Hvaðani kom læran um ódeyðiligu sálina?
Hvaðani kom læran um ódeyðiligu sálina?
„Einki evni hevur upptikið huga menniskjans í sama mun sum spurningurin um støðu tess eftir deyðan.“ — „Encyclopædia of Religion and Ethics.“
1-3. Hvussu stuðlaðu Sokrates og Platon læruni um ódeyðiligu sálina?
EIN 70 ÁRA gamal filosofur og lærari er ákærdur fyri gudloysi og fyri við læru síni at spilla sinnið á ungdóminum. Hann verður drigin fyri rættin, og hóast hann verjir seg framúr væl, kennir dómstólurin, sum longu frammanundan hevur tikið støðu, hann sekan til deyða. Fáar tímar áðrenn tann gamli lærarin verður avrættaður, ber hann fram eina røð av próvgrundum, sum skal vissa næmingarnar, ið hava savnað seg kring hann, um, at sálin er ódeyðilig, og at ongum nýtist at óttast deyðan.
2 Hin deyðadømdi er eingin annar enn Sokrates, gitni grikski filosofurin úr 5. øld fyri okkara tíðarrokning. Platon, sum var næmingur hjá honum, greiddi frá tilgongdini í ritgerðunum Apologien (Verjurøða Sokratesar) og Faidon. Sokrates og Platon bera orð fyri at vera millum teir fyrstu, ið komu fram við hugsanini um, at sálin er ódeyðilig. Men teir vóru ikki upphavsmenn at læruni.
3 Sum vit fáa at síggja, hevur læran um menniskjans ódeyðiligleika røtur sínar nógv longur aftur í søguni. Men Sokrates og Platon fínpussaðu og lagaðu hana til eina filosofiska læru, so hon lættari vann frama hjá mentamonnum tá í tíðini og eisini seinni.
Frá Pythagoras til pyramidurnar
4. Hvussu hugsaðu grikkar fyri Sokratesar tíð sær lívið hinumegin?
4 Grikkar trúðu, eisini áðrenn Sokrates og Platon komu til, at sálin livdi víðari eftir deyðan. Pythagoras, víðagitni grikski støddfrøðingurin úr 6. øld fyri okkara tíðarrokning, helt, at sálin var ódeyðilig, og at hon við deyðan flutti til eitt annað menniskja. Undan honum lærdi Thales úr Milet, sum ber orð fyri at vera fyrsti kendi grikski filosofurin, at ikki bara menniskju, dýr og plantur áttu eina ódeyðiliga sál, men eisini lutir sum til dømis magnetar, av tí at teir kunnu flyta jarn. Í fornøldini hildu grikkar eisini, at sálir teirra deyðu vórðu førdar um ánna Styks til eitt stórt ríki undir jørð, sum teir nevndu undirheimin. Har dømdu dómarar sálirnar antin til pínu í einum víggirdum fongsli ella til sælu í Elysium.
5, 6. Hvat trúðu persarar viðvíkjandi sálini?
5 Í 7. øld fyri okkara tíðarrokning steig ein profetur fram í Iran, ella Persia. Hann æt Sarathustra og stovnaði eina gudsdýrkan, ið gjørdist kend undir heitinum sarathustrisman. Hesa gudsdýrkanina høvdu tey í persiska heimsveldinum, sum ráddi í heiminum, áðrenn Grikkaland gjørdist stórveldi. Sarathustrisku skriftirnar siga: „Í ódeyðiligleikanum skal rættvísa sálin gleðast um ævir, men sál lygnarans skal vissuliga pínast. Og hesar lógir hevur
Ahura Masda [sum merkir „vísur gudur“] fyriskipað við fullveldis myndugleika sínum.“6 Læran um ódeyðiligu sálina var kortini ein partur av iransku gudsdýrkanini, longu áðrenn Sarathustra steig fram. Fornir iranskir ættarbólkar høvdu til dømis umsorgan fyri sálum teirra deyðu og offraðu teimum mat og klæði, sum ætlandi skuldu koma teimum til nyttu í undirheiminum.
7, 8. Hvat trúðu fornaldar egyptar viðvíkjandi sálini?
7 Trúgvin á eitt lív eftir deyðan var eisini frammarlaga í egyptiskum átrúna. Egyptar hildu, at sálin hjá tí deyða skuldi dømast av Osiris, hægsta gudinum í undirheiminum. Eitt papyrusskjal, sum sigst stava úr 14. øld fyri okkara tíðarrokning, vísir til dømis, hvussu gudur teirra deyðu, Anubis, leiðir skrivaran Hunefer fram fyri Osiris. Hjarta skrivarans, sum ímyndar samvitsku hansara, verður lagt í aðra skálina á einari vekt, og fjøðurin, sum gudinnan fyri sannleika og rættferð ber á høvdinum, verður lagdur í hina. Gudurin Thot skrivar úrslitið upp. Av tí at hjarta Hunefers ikki er tyngt av skuld, vigar tað minni enn fjøðurin, og Hunefer sleppur inn í heim Osirisar og fær ódeyðiligleika. Á papyrusskjalinum er eisini eitt kvinnuligt ódjór at síggja. Tað stendur tætt upp at vektini til reiðar at gloypa hinum deyða, um hjartað ikki stendur royndina. Egyptar balsameraðu eisini síni deyðu og goymdu teir deyðu faraonarnar í veldigum pyramidum. Sum teir vistu, megnaði sálin nevniliga bert at liva víðari, um likamið varð varðveitt.
8 Fleiri mentanir úr fornøldini høvdu sostatt eina læru í felag — læruna um ódeyðiligu sálina. Hevði henda læran sama uppruna?
Uppruni lærunnar
9. Hvør átrúni ávirkaði Egyptaland, Persia og Grikkaland í fornøldini?
9 „Í fornaldar heiminum . . . sást ávirkanin av bábelska átrúnanum aftur í Egyptalandi, Persia og Grikkalandi,“ stendur at lesa í bókini hjá Morris Jastrow yngra, professara á University of Pennsylvania, USA, The Religion of Babylonia and Assyria. Bókin sigur víðari: „Tá hugsað verður um hetta gamla sambandið millum Egyptaland og Bábel, sum talvurnar úr Tell el-Amarna siga frá, lá væl fyri, at bábelskar hugsanir og siðir kundu treingja inn í egyptisku mentanina. Persiska mithradýrkanin ber týðiligan dám av bábelskum hugtøkum . . . Sterka semitiska árinið bæði í gomlu griksku gudalæruni og í grikskum mentanum er nú so viðurkent av teimum lærdu, at fleiri viðmerkingar eru óneyðugar. Hetta semitiska árinið er fyri ein stóran part bábelskt.“ *
10, 11. Hvat hildu bábelsmenn um lívið eftir deyðan?
10 Men er bábelska fatanin av tí, sum hendir eftir deyðan, ikki nógv øðrvísi enn tann hjá egyptum, persarum og grikkum? Bábelska Gilgamesj-hetjukvæðið snýr seg um gomlu hetjuna, Gilgamesj, sum av ótta fyri deyðanum fer út at leita eftir ódeyðiligleikanum uttan kortini at finna hann. Ein ung vínpersarakvinna, sum hann møtir á ferð síni, biður hann enntá fáa sum mest burtur úr hesum lívinum, tí hann fer ikki at finna tað æviga lívið, sum hann søkir. Boðskapurin í hetjukvæðnum er, at eingin
sleppur undan deyðanum, og at vónin um ódeyðiligleika er bert gykl. Merkir tað, at bábelsmenn ikki trúðu á eitt lív eftir hetta?11 Morris Jastrow yngri, professari, sigur: „Hvørki fólkið ella trúarleiðararnir [í Bábylon] hugsaðu nakrantíð, at tað bar til fullkomiliga at týna tað, sum einaferð hevði fingið lív. Deyðin var [eftir teirra áskoðan] eitt skifti til eitt annað lív, og tá teir noktaðu, at ein persónur var ódeyðiligur, strikaði tað bert undir, hvussu ógjørligt tað var, at sleppa undan teirri tilverubroytingini, sum deyðin bar við sær.“ Jú, bábelsmenn trúðu eisini, at lívið helt áfram í einum ella øðrum líki eftir deyðan. Hetta sást av, at teir góvu teimum deyðu ymiskar lutir við í grøvina at nýta hinumegin.
12-14. (a) Hvar kyknaði læran um ódeyðiligu sálina eftir Vatnflóðina? (b) Hvussu spjaddist læran um alla jørðina?
12 Greiðir vitnisburðir vísa altso, at læran um ódeyðiligu sálina gongur heilt aftur til fornaldar Bábylon. Sambært Bíbliuni, sum er eyðkend við síni nágreiniligu søguskriving, varð tað Nimrod, langabbasonur Nóa, ið grundaði býin Bábel, ella Bábylon. * Eftir heimsumfatandi Vatnflóðina á Nóa døgum var bert eitt mál og ein átrúni. Tá Nimrod grundaði Bábel og bygdi eitt torn í býnum, byrjaði hann í roynd og veru ein nýggjan átrúna. Bíbilska frásøgan vísir, at málfløkjan í Bábel hevði við sær, at átakið hjá tornbyggimonnunum miseydnaðist. Tá teir spjaddust fyri at fara undir eina nýggja tilveru, tóku teir átrúnan við sær. (1 Mósebók 10:6-10; 11:4-9) Á henda hátt kom trúarlæran hjá bábelsmonnum út um alla jørðina.
13 Søgnin sigur, at Nimrod doyði ein harðligan deyða. Tað er væl hugsandi, at bábelsmenn eftir deyða hansara høvdu hug at heiðra hann sum stovnara, byggimeistara og fyrsta kong býarins. Men gudurin Marduk (Merodak) varð mettur sum tann, ið stovnaði Bábel, og tí eru nakrir granskarar komnir fram við teirri hugsanini, at Marduk umboðar Nimrod, ið hevur fingið gudatign. Er hetta rætt, má hugsanin um, at menniskjað eigur eina sál, sum livir víðari eftir deyðan, longu hava verið vanlig, tá Nimrod doyði. Í hvussu er vísir søgan, at læran um ódeyðiligu sálina eftir Vatnflóðina kyknaði í Bábel, ella Bábylon.
14 Men hvussu gjørdist hesin trúarsetningurin høvuðslæra í flestøllum nútíðar átrúnum? Í næsta parti skulu vit kanna, hvussu læran kom upp í eysturlendskan átrúna.
[Undirgreinar]
^ par. 9 Tell el-Amarna eru leivdirnar eftir egyptiska býnum Akhetaton, sum helst varð bygdur í 14. øld fyri okkara tíðarrokning.
^ par. 12 Sí síðu 37-54 í bókini Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.
[Lestrarspurningar]
[Myndir á síðu 6]
Egyptiska hugsanin um sálirnar í undirheiminum
[Myndir á síðu 7]
Sokrates helt fast uppá, at sálin er ódeyðilig