Hvar svørini eru at finna
Hvar svørini eru at finna
„Teoriin um æviga pínu samsvarar ikki við trúnna á, at Gud elskar skapningin. . . . At trúgva, at sálin skal revsast í allar ævir fyri mistøk í nøkur fá ár, uttan at henni verður givið nakað høvi at betra seg, stríðir ímóti øllum vanligum skili.“ — Hindufilosofurin Nikhilananda.
1, 2. Hvørjir spurningar reisa seg, tá hugsað verður um allar tær nógvu fatanirnar av tí, sum er hinumegin?
N Ú Á DØGUM munnu nógv, eins og hindufilosofurin, vera illa við av læruni um æviga pínu. Onnur hava ilt við at skilja hugtakið nirvana og tað at gerast eitt við tao.
2 Og kortini hava bæði eysturlendskir og vesturlendskir átrúnar, orsakað av trúnni á eina ódeyðiliga sál, nógvar fjølbroyttar og fløkjasligar fatanir av tí, sum er hinumegin. Kunnu vit fáa greiðu á, hvat ið hendir, tá vit doyggja? Er sálin veruliga ódeyðilig? Hvar fáa vit svarað slíkum spurningum?
Vísindi og filosofi
3. Kunnu vísindini ella tann vísindaligi kanningarhátturin svara spurningunum viðvíkjandi einum lívi eftir deyðan?
3 Kunnu vísindini ella vísindaligi kanningarhátturin svara spurningunum um, hvat ið hendir, tá vit doyggja? Við støði í nýggjum frásøgum um tað, tey nevna „nær-deyða-upplivingar“ ella „úr-likaminum-upplivingar“, hava summir granskarar roynt at fáa nakað at vita um lívið eftir deyðan. Katólski gudfrøðingurin Hans Küng greiddi frá nøkrum av tí, teir eru komnir fram við, í einum fyrilestri undir heitinum „Er deyðin inngongdin til ljósið?“. Hann sigur: „Royndir sum hesar prógva einki um eitt møguligt lív eftir deyðan. Talan er um teir seinastu fimm minuttirnar áðrenn deyðan og ikki um eitt ævigt lív eftir deyðan.“ Hann leggur aftrat: „Spurningurin um eitt møguligt lív eftir deyðan hevur alstóran týdning fyri lívið áðrenn deyðan. Hann krevur svar, og kunnu læknavísindini ikki koma við tí, verður leitað aðrastaðni.“
4. Kann filosofiin hjálpa okkum fram á svørini ímillum teir mongu møguleikarnar fyri lívi eftir deyðan, sum allir átrúnarnir hava at bjóða?
4 Kann filosofiin hjálpa okkum at finna svørini í øllum hópinum av møguleikum fyri lívi eftir deyðan, sum teir ymisku átrúnarnir bjóða fram? Enski filosofurin, Bertrand Russell, sigur, at filosofiska kanningin eisini fevnir um „spekulativt virksemi“. Sambært The World Book Encyclopedia er filosofi „ein kanningarháttur — ein mannagongd við sundurgreining, meting, tulking og spekulatión.“ Viðvíkjandi tí, sum er hinumegin, eru nógv ymisk úrslit komin burtur úr teimum filosofisku spekulatiónunum. Ódeyðiligleikin hevur bæði verið nevndur ynskishugsan og viðfødd rættindi hjá øllum menniskjum.
Svør úr framúrskarandi keldu
5. Hvør bók er tann elsta, sum nakrantíð er skrivað?
5 Men ein bók er til, sum hevur sonn svør til teir týdningarmiklu spurningarnar um lívið og deyðan. Hon er elsta bókin, sum nakrantíð er skrivað; okkurt í henni varð greitt úr hondum fyri umleið 3500 árum síðani. Fyrsti parturin varð skrivaður nøkur fá hundrað ár fyrr enn teir fyrstu lovsongirnir í hinduistisku *
Vedabókunum, og umleið túsund ár áðrenn Buddha, Mahāvīra og Kungfutse gingu á fold. Bókin var liðug í ár 98 e.o.t., meira enn 500 ár áðrenn Muhamed profetur stovnaði islam. Henda framúrskarandi vísdómskeldan er Bíblian.6. Hví kunnu vit vænta, at Bíblian kann siga okkum, hvat sálin er?
6 Í Bíbliuni stendur nágreiniligasta frásøgnin um elstu søgu mannaættarinnar, sum nakrantíð er skrivað. Søguligu uppskriftirnar í Bíbliuni leita heilt aftur til menniskjans byrjan og greiða frá, hvussu tað bar til, at vit komu at liva her á jørðini. Hon sigur eisini frá tíðini undan skapan menniskjans. Ja, henda bókin kann siga okkum, hvussu menniskjað varð til, og hvat sálin er.
7, 8. Hví kunnu vit trygg leita til Bíbliuna, um vit vilja hava sonn og nøktandi svør uppá, hvat ið hendir, tá vit doyggja?
7 Í Bíbliuni eru eisini profetiir, sum gingu út stundisliga í øllum lutum. Til dømis segði hon frammanundan nágreiniliga, hvussu heimsveldini Medo-Persia og Grikkaland komu til valdið og fullu. Talan er um so útgreinaðar profetiir, at summir atfinnarar til fánýtis hava roynt at prógva, at tær vórðu skrivaðar, tá hendingarnar vóru farnar fram. (Dániel 8:1-7, 20-22) Nakrar profetiir í Bíbliuni ganga nágreiniliga út júst nú. * — Matteus, kapittul 24; Markus, kapittul 13; Lukas, kapittul 21; 2 Timoteus 3:1-5, 13.
8 Einki menniskja kann so gjølla boða frá framtíðar hendingum. Tað kann eingin uttan alheimsins alvaldi og alvísi Skapari. (2 Timoteus 3:16, 17; 2 Pætur 1:20, 21) Bíblian er veruliga ein bók frá Gudi. Ein slík bók kann geva okkum sonn og nøktandi svør uppá, hvat ið hendir, tá vit doyggja. Latið okkum fyrst vita, hvat hon hevur at siga um sálina.
[Undirgreinar]
^ par. 5 Sí heftið Ein bók fyri øll fólk, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.
^ par. 7 Sí bókina Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 18]
Elsta bókin ið er til
[Mynd á síðu 18]
Ein bók við álítandi og nøktandi svørum