Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat hendir sálini, tá vit doyggja?

Hvat hendir sálini, tá vit doyggja?

Hvat hendir sálini, tá vit doyggja?

„Læran um at menniskjasálin er ódeyðilig og framhaldandi livir, eftir at menniskjað er deytt og likamið upployst, er ein av grundstuðlunum í kristnari filosofi og gudfrøði.“ — New Catholic Encyclopedia.

1. Hvat sigur New Catholic Encyclopedia í samband við, um sálin livir víðari eftir deyðan?

OMANFYRI nevnda alfrøðibókin viðgongur kortini, at ’tann hugsanin, at sálin livir víðari eftir deyðan, ikki kemur skilliga fram í Bíbliuni’. Hvat lærir Bíblian í grundini um tað, sum hendir sálini eftir deyðan?

Tey deyðu vita ikki til sín

2, 3. Hvussu er støða teirra deyðu, og hvørji skriftorð vísa tað?

2 Støðan hjá teimum deyðu kemur skilliga fram í Prædikaranum 9:5, 10, har vit lesa: „Hini deyðu vita einki . . . Eingin stremban, eingin ráðlegging, eingin kunnskapur ella vísdómur er í grøvini.“ (Moffatt) Deyðin er sostatt ein ikkiveru-støða. Sálmaskaldið skrivaði, at tá eitt menniskja doyr „verður [hann] mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara“. — Sálmur 146:4.

3 Tey deyðu eru tí uttan vit og óvirkin. Tá Gud lýsti dómin yvir Ádam, segði hann: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) Áðrenn Gud gjørdi Ádam úr moldini og gav honum lív, var Ádam ikki til. Tá hann doyði, fór hann aftur í somu støðu. Revsing hansara var, at hann skuldi doyggja, ikki flytast til ein annan heim.

Sálin kann doyggja

4, 5. Hvørji dømi úr Bíbliuni vísa, at sálin kann doyggja?

4 Hvat hendi sál Ádams, tá hann doyði? Vit skulu minnast til, at tá Bíblian nýtir orðið „sál“, er merkingin ofta bert eitt menniskja. Siga vit, at Ádam doyði, merkir tað tí, at sálin, sum bar navnið Ádam, doyði. Hetta ljóðar kanska óvanligt í teirra oyrum, sum trúgva á ódeyðiligu sálina. Men Bíblian sigur: „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ (Ezekiel 18:4, Løggilda Føroyska týðingin) Triðja Mósebók 21:1 (NV) talar um eina „deyða sál“ („lík“, Umseting Victors Danielsens). Ein nasireari fekk boð um ikki at koma „nakrari deyðari sál nær“ („líki“, Umseting Victors Danielsens). — 4 Mósebók 6:6, NV.

5 Soleiðis verður sálin eisini umrødd í Fyrru Kongabók 19:4 (NV) Elias var so tungur í huga, at hann „bað um, at sál hansara skuldi doyggja“. Somuleiðis bað Jónas um „at sál hansara skuldi doyggja, og hann segði: ’Mær er betri at doyggja enn at liva.’“ (Jónas 4:8) Jesus nýtti málburðin „at drepa eina sál“, orð, sum í umseting Victors Danielsens eru týdd til „at drepa“. (Markus 3:4) At sálin doyr, merkir altso heilt einfalt, at menniskjað doyr.

Sálin ’fer út’ og ’vendir aftur’

6. Hvussu skal tað skiljast, at sál Rakular „var um at fara út“?

6 Í Fyrstu Mósebók 35:18 lesa vit um syndarliga deyða Rakular, tá hon átti annan sonin. Har stendur sambært Ny Verden-oversættelsen: „Tá sál hennara var um at fara út — tí hon doyði — nevndi hon hann Ben-Oni; men faðir hansara nevndi hann Benjamin.“ Vísir hetta skriftstaðið, at Rakul hevði nakað innan í sær, sum fór úr henni, tá hon doyði? Nei. Vit skulu minnast til, at orðið „sál“ eisini kann merkja tað lívið, eitt menniskja hevur. Í hesum føri merkir orðið „sál“ tí bert lív Rakular. Tí skriva aðrar bíbliutýðingar (Umseting Victors Danielsens) „í tí hon andaðist“ og (Løggilda Føroyska týðingin) „meðan tað stóð um lívið hjá henni“ í staðin fyri „tá sál hennara var um at fara út“. Einki bendir á, at onkur gátuførur partur av Rakul livdi víðari eftir deyða hennara.

7. Í hvørjari merking, kom sálin í aftur son einkjunnar, sum varð vaktur upp frá deyðum?

7 Tað sama ger seg galdandi við syni einkjunnar, sum vit lesa um í Fyrru Kongabók, kapittul 17. Í ørindi 22 stendur, at Jehova, tá Elias bað yvir tí lítla dreinginum,„hoyrdi bøn Eliasar; sál drongsins kom í hann aftur, so at hann livnaði upp aftur“. Her merkir orðið „sál“ eisini „lív“. Tí endurgevur Løggilda Føroyska týðingin tað soleiðis: „Og lívið kom aftur í sveinin, so at hann livnaði uppaftur.“ Tað var sostatt lívið og ikki okkurt ódefinerandi, ið kom aftur í dreingin. Hetta samsvarar eisini við tað, Elias segði við móður dreingin: „Hygg — sonur tín [allur persónurin] livir!“ — 1 Kongabók 17:23.

Trupulleikin við „millumstøðuni“

8. Hvat trúgva nógv, ið játta seg sum kristin, viðvíkjandi uppreisnini?

8 Nógv, ið játta seg sum kristin, trúgva á eina framtíðar uppreisn, har likamið aftur sameinist við sálina, sum er ódeyðilig. Síðani fáa tey upprisnu endaligu lagnu sína avgjørda. Tey, ið livdu eitt heiðurligt lív, fáa løn, og tey, sum vóru ónd, verða revsað.

9. Hvussu skal orðið „millumstøðan“ skiljast, og hvat siga summi, hendir sálini í hesum tíðarskeiði?

9 Henda fatanin ljóðar einføld. Men fólk, sum trúgva á ódeyðiligu sálina, duga illa at greiða frá, hvussu sálini veit við í millumbilinum eftir deyðan og áðrenn uppreisnina. Henda sonevnda „millumstøðan“ hevur í øldir volt nógv høvuðbrýggj. Summi siga, at sálin hetta tíðarskeiðið er í reinsingareldinum, so hon kann verða reinsað fyri syndir, ið kunnu fyrigevast, og gerast skikkað til lívið í himli. *

10. Hví er tað óbíbilskt at trúgva, at sálirnar eftir deyðan eru í reinsingareldinum, og hvussu sæst hetta av tí, sum hendi Lazarusi?

10 Men, sum vit hava sæð, er sálin rætt og slætt persónurin. Tá persónurin doyr, doyr sálin. Tí er einki tilvitað lív eftir deyðan. Tá Lazarus doyði, segði Jesus Kristus ikki, at hann var staddur í reinsingareldinum, limbus ella nakrari aðrari „millumstøðu“. Nei, Jesus segði heilt einfalt: „Lazarus . . . er sovnaður.“ (Jóhannes 11:11) Jesus, sum visti, hvat ið hendir sálini við deyðan, meinti eyðsæð, at Lazarus ikki visti til sín, at hann ikki var til.

Hvat er andin?

11. Hví kann orðið „andi“ ikki sipa til ein ólikamligan part av menniskjanum, sum livir víðari, tá vit doyggja?

11 Bíblian sigur, at tá eitt menniskja doyr, ’fer andi hansara út, og hann verður mold aftur’. (Sálmur 146:4) Merkir tað, at ein ólikamligur andi bókstavliga fer úr likaminum og livir víðari, tá eitt menniskja er deytt? Tað ber ikki til, tí sálmaskaldið heldur áfram: „Sama dag er úti við hugsanum hansara“ („enda allar hugsanir hansara“, The New English Bible). Hvat er andin, og hvussu ’fer hann út’, tá eitt menniskja doyr?

12. Hvat merkja tey hebraisku og griksku orðini, sum í Bíbliuni verða týdd til „andi“?

12 Tey orðini, sum í Bíbliuni verða týdd til „andi“ (á hebraiskum: ruʹach; á grikskum: pneuʹma), stava frá einum sagnorði, sum merkir „at anda“. Í staðin fyri at siga, at „Andi hansara fer út“, sigur ein týðing hjá R. A. Knox, at „andadráttur hansara fer úr likaminum“. (Sálmur 145:4, Knox) Men orðið „andi“ hevur nógv breiðari merking enn „andadráttur“. Í Fyrstu Mósebók 7:22 lesa vit til dømis hetta í samband við tað, sum hendi, tá menniskju og dýr vórðu týnd í eini heimsumfatandi vatnflóð: „Alt, sum hevði lívs [ella: andans; hebraiskt: ruʹach] andadrátt í nøsini, alt tað, ið var á tí turra landinum, tað doyði.“ Orðið „andi“ kann altso merkja lívsmegin, sum virkar í øllum livandi skapningum, bæði í menniskjum og dýrum, og sum verður hildin uppi við andadráttinum.

13. Í hvørjari merking kann andin samanberast við elektriskan streym?

13 Hetta kann lýsast við einum dømi: Elektriskur streymur kann reka eitt tól. Verður streymurin slitin, heldur tólið uppat at virka. Streymurin broytist ikki til eitt annað tól. Tá eitt menniskja doyr, heldur andin uppat at geva likamskyknunum lív. Hann fer ikki úr menniskjalikaminum og burtur í ein annan heim. — Sálmur 104:29.

14, 15. Hvussu fer andin aftur til Gud, tá vit doyggja?

14 Hví lesa vit so í Prædikaranum 12:7, at andin, tá eitt menniskja doyr, ’fer aftur til Gud, sum gav hann’? Merkir tað, at andin heilt ítøkiliga ferðast gjøgnum rúmdina til Gud? Nei, als ikki. Minst til, at andin er lívsmegin. Tá lívsmegin er burtur, kann eingin uttan Gud geva einum menniskja hana aftur. „Andin fer aftur til Gud“ soleiðis at skilja, at møguleiki menniskjans fyri einaferð í framtíðini at fáa lívið aftur, nú fullkomiliga liggur í Guds hondum.

15 Bert Gud kann geva einum menniskja andan ella lívsmegina aftur, so viðkomandi livnar aftur. (Sálmur 104:30) Men er tað tað, Gud ætlar?

[Undirgrein]

^ par. 9 Sambært New Catholic Encyclopedia „er millum kirkjufedrarnar breið semja um, at ein reinsingareldur er til“. Alfrøðibókin viðgongur kortini, at „katólska læran um reinsingareldin byggir á gamlan sið, ikki á Heilagu Skriftirnar“.

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 23]

MINNI ÚR EINUM UNDANFARNUM LÍVI

UM einki livir víðari, tá likamið er deytt, hvussu greiða vit so frá teimum minnunum úr einum undanfarnum lívi, sum summi siga seg hava?

Hindufilosofurin Nikhilananda sigur, at ’⁠upplivilsi eftir deyðan ikki kunnu ávísast við skili⁠’. Í fyrilestrinum „Ymiskar ævinleikafatanir í átrúnunum“ vísir gudfrøðingurin Hans Küng á: „Eingin frásøga um minni úr einum undanfarnum lívi — oftast frá børnum ella londum, har fólk trúgva á reinkarnatión — er vorðin staðfest.“ Hann leggur aftrat: „Teir flestu [granskarar, sum arbeiða í álvara og vísindaliga á hesum øki) viðganga, at upplivingarnar, sum teir hava savnað, ikki eru álítandi prógv um, at nakar hevur havt eitt lív á jørðini fyrr.“

Men hvat so, um tú sjálvur heldur teg minnast okkurt úr einum undanfarnum lívi? Slíkar kenslur kunnu koma av ymiskum orsøkum. Nógvar upplýsingar, sum vit fáa, verða goymdar í einum fjarum króki í dulvitinum, tí okkum ikki tørvar tær her og nú. Tá slík gloymd minni koma undan kavi, tulka summi tað sum prógv um, at tey hava livað fyrr. Kortini kunnu ongar upplivingar, sum kunnu prógvast, setast í samband við nakað annað enn tað lívið, vit liva nú. Tey allarflestu minnast einki um eitt undanfarið lív og trúgva heldur ikki, at tey hava livað fyrr.