Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sannleikin um sálina hevur týdning

Sannleikin um sálina hevur týdning

Sannleikin um sálina hevur týdning

„Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ — Jóhannes 8:32.

1. Hví er tað týdningarmikið at finna út av, hvat vit trúgva viðvíkjandi sálini og deyðanum?

OKKARA fatan av deyðanum og tí, sum er hinumegin, veldst í stóran mun um átrúnaðarligu og mentanarligu bakgrund okkara. Sum vit hava sæð, eru fatanirnar nógvar og ymiskar. Summi halda, at sálin skal endurføðast nógvar ferðir, áðrenn hon kemur á mál, og onnur, at endaliga lagna okkara verður avgjørd í einum einstøkum lívi. Summi eru sannførd um, at tey, tá tey doyggja, verða eitt við Hægsta Veruleikan, onnur halda seg røkka nirvana, og uppaftur onnur trúgva, at tey koma í himmalin. Hvat er sannleikin? Trúgvin ávirkar okkara hugburð, gerðir og avgerðir, skuldu vit so ikki lagt í at funnið svarið til henda spurningin?

2, 3. (a) Hví kunnu vit líta á tað, Bíblian sigur um sálina? (b) Hvat er sambært Bíbliuni sannleikin um sálina?

2 Elsta bókin í heiminum, Bíblian, førir søgu menniskjans aftur til tíðina, tá fyrsta menniskjasálin varð skapt. Læran í Bíbliuni er leys av menniskjans filosofi og sagnum. Hon greiðir týðiliga frá sannleikanum um sálina: Sál tín er tú; tey deyðu eru í eini ikkiveru-støðu, og tey, sum eru goymd í Guds minni, fáa til sína tíð eina uppreisn. Hvønn týdning kann tað hava fyri okkum at vita hetta?

3 „Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar,“ segði Jesus Kristus við lærisveinar sínar. (Jóhannes 8:32) Ja, sannleikin ger okkum frí. Hvat ger sannleikin um sálina okkum frí fyri?

Frí fyri ótta og vónloysi

4, 5. (a) Hvørjum ótta beinir sannleikin um sálina fyri? (b) Hvussu gav uppreisnarvónin eini deyðiliga sjúkari gentu dirvi?

4 „Tey flestu óttast deyðan og royna ikki at hugsa um hann,“ sigur The World Book Encyclopedia. „Orðið ’deyður’ er næstan vorðið ónevniligt í vesturheiminum,“ sigur ein søgufrøðingur. Tá fólk í summum mentanum skulu siga, at onkur er deyður, nýta tey ofta umskrivingar, sum „hann er sloknaður“, ella „hann er farin“. Hesin óttin fyri deyðanum er í veruleikanum ein ótti fyri tí ókenda, tí deyðin fyri tey flestu er eitt loyndarmál. Kenna vit sannleikan um tað, ið hendir, tá vit doyggja, hava vit ikki henda óttan.

5 Eitt dømi um hetta er 15 ára gamla Michaelyn. Hon hevði blóðkrabbamein og visti, at hon skuldi doyggja. Mamma hennara, Paula, greiðir frá: „Michaelyn segði, at tað ikki bilaði, um hon doyði, tí hon visti, at deyðin bert var fyribils. Vit tosaðu nógv um Guds nýggju verð og øll tey, sum tá skulu rísa upp. Michaelyn hevði eina sera sterka trúgv á Jehova Gud og uppreisnina. Hon ivaðist onga løtu.“ Uppreisnarvónin fríaði hesa djørvu gentuna undan sansaleysum ótta fyri deyðanum.

6, 7. Hvørjum vónloysi sleppur sannleikin um sálina okkum undan? Greið frá við einum dømi.

6 Hvørja ávirkan hevði sannleikin á foreldrini hjá Michaelyn? „At okkara lítla genta doyði, var tað svárasta, vit nakrantíð hava upplivað,“ sigur Jeff, pápi hennara. „Men vit líta treytaleyst á lyfti Jehova um uppreisnina og gleða okkum til dagin, tá vit aftur kunnu leggja armarnar um okkara kæru Michaelyn. Á sum tað verður gott at síggja hana aftur!“

7 Ja, at kenna sannleikan um sálina sleppur teimum avvarðandi undan at søkka niður í svartasta vónloysi. Einki kann sjálvandi forða heilt fyri pínuni og sorgini, sum stendst av at missa ein kæran. Men uppreisnarvónin kann kortini linna sorgina, so vit lættari fáa borið pínuna.

8, 9. Hvørjum ótta sleppur sannleikin um støðu teirra deyðu okkum undan?

8 Sannleikin um støðu teirra deyðu, sum vit finna í Bíbliuni, sleppur okkum eisini undan at óttast tey deyðu. Nógv, sum fyrr trælkaðu undir pátrúarsiðum í samband við tey deyðu, hava lært henda sannleikan at kenna og hugsa nú ikki longur um banningar, feigdarboð, amulettir og halgilutir. Tey lata heldur ikki kostnaðarmiklar offurgávur fyri at blíðka forfedrarnar, so teir ikki koma aftur at plága tey livandi. Slíkir siðir eru til fánýtis, tí „hini deyðu vita einki“. — Prædikarin 9:5.

9 Sannleikin um sálina, sum stendur í Bíbliuni, er álítandi og ger menniskju frí. Men latið okkum kanna eitt annað framtíðarútlit, sum Bíblian setur fram fyri okkum.

[Lestrarspurningar]

[Tekstsendurgeving á síðu 29]

Sannleikin um sálina fríar okkum undan óttanum fyri deyðanum, óttanum fyri teimum deyðu og vónloysinum, tá vit missa ein, sum vit eru góð við