Stórfingin framtíðarútlit
Stórfingin framtíðarútlit
„Hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja.“ — Jóhannes 11:26.
1. Hvussu verða umstøðurnar hjá teimum milliónunum, ið rísa upp frá deyðum?
TÁ MILLIÓNIR rísa upp, koma tey ikki aftur til lívið á eini jørð, sum er oyðin og ber. (Ápostlasøgan 24:15) Tey vakna í einum vøkrum umhvørvi, har bústaðir, ov mikið av føði og klæðum er gjørt teimum til reiðar. Hvør syrgir fyri øllum hesum? Tey sum longu eru í tí nýggja heiminum, altso áðrenn uppreisnin til lív á jørðini byrjar. Men hvørji eru tey?
2-4. Hvørji stórfingin framtíðarútlit bíða teimum, sum liva „á síðstu døgum“?
2 Bíbliuprofetiir, sum ganga út, vísa, at vit liva „á síðstu døgum“ í verandi heimsskipanini. * (2 Timoteus 3:1) Jehova Gud fer skjótt at leggja seg út í viðurskiftini og beina óndskapin burtur av jørðini. (Sálmur 37:10, 11; Orðtøkini 2:21, 22) Hvat verður so av teimum, sum trúføst tæna Gudi?
3 Jehova forkemur ikki rættvísum saman við gudleysum. (Sálmur 145:20) Tað hevur hann ongantíð gjørt fyrr, og tað ger hann heldur ikki, tá hann reinsar allan óndskap burtur av jørðini. (Samanber Fyrstu Mósebók 18:22, 23, 26.) Í roynd og veru nevnir seinasta bókin í Bíbliuni ein „stóran skara, sum eingin [kann] telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“, sum kemur „út úr hini stóru trongd“. (Opinberingin 7:9-14) Ein stórur skari av menniskjum kemur altso livandi undan stóru trongdini, sum ger enda á hesum gudleysa heimi, og sleppur inn í Guds nýggju verð. Har kunnu tey, sum fegin vilja lýða Gud, fáa fult gagn av tí, Gud hevur gjørt fyri at sleppa menniskjunum undan synd og deyða. (Opinberingin 22:1, 2) ’Stóra skaranum’ nýtist tí ongantíð at doyggja. Eru hetta ikki stórfingin framtíðarútlit?
4 Kunnu vit líta á, at henda einastandandi vónin gerst veruleiki? Ja, tí Jesus Kristus boðaði sjálvur frá eini tíð, tá fólk als ikki skuldu doyggja. Beint áðrenn Jesus vakti vin sín, Lazarus, upp frá deyðum, segði hann við Martu: „Hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja.“ — Jóhannes 11:26.
Tú kanst eisini fáa ævigt lív
5, 6. Hvat mugu vit gera, um vit fegin vilja hava ævigt lív í einum paradísi á jørðini?
5 Hevði tú viljað livað í allar ævir í einum paradísi á jørðini? Leingist tær at hitta skyldfólk og vinir aftur, tá tey rísa upp frá deyðum? So mást tú læra um Guds vilja og ætlan. Jesus segði í bøn til Gud: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ — Jóhannes 17:3.
6 Gud vil, at „alskyns menniskju skulu frelsast 1 Timoteus 2:3, 4, NV) Nú er tíð hjá tær at læra, hvussu tú saman við fleiri milliónum øðrum, sum longu gera Guds vilja, kanst fáa ævigt lív í einum paradísi á jørðini. Jehova vitni vilja fegin hjálpa tær at læra meira um Gud og krøv hansara. Hví ikki leita tey upp í einum av ríkissølum teirra ella skriva til nærmastu adressuna á næstu síðu?
og koma til nágreiniligan kunnskap um sannleikan“. ([Undirgrein]
^ par. 2 Les síðu 98-107 í bókini Kunnskapur sum førir til ævigt lív, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 31]
’Einum stórum skara’ nýtist als ikki at doyggja