Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Atferð sum Gud hatar

Atferð sum Gud hatar

Stykki 10

Atferð sum Gud hatar

Hvat skulu vit halda um tað, sum Gud sigur er skeivt? (1)

Hvørjar kynsligar gerðir eru skeivar? (2)

Hvørja áskoðan eigur ein kristin at hava á lygn? (3) pengaspæl? (3) stuldur? (3) harðskap? (4) spiritismu? (5) drykkjuskap? (6)

Hvussu kunnu vit sleppa skeivum vanum? (7)

1. Guds tænarar elska hitt góða. Men teir mugu eisini læra at hata hitt illa. (Sálmur 97:10) Tað merkir, at teir mugu halda seg frá ávísum atburði, sum Gud hatar. Hvat kundi tað verið?

2. Siðloysi: Kynsligt samband ímillum ógift, hjúnabandsbrot, homoseksualitetur, blóðskemd og kynsligt samband við kríatúr — alt hetta eru álvarsamar syndir ímóti Gudi. (3 Mósebók 18:6; Rómbrævið 1:26, 27; 1 Korintbræv 6:9, 10) Um tvey liva saman uttan at vera gift, mugu tey antin fara hvør frá øðrum ella giftast í samsvar við lógina. — Hebrearabrævið 13:4.

3. Lygn, pengaspæl, stuldur: Jehova Gud lýgur ikki. (Titus 1:2) Tey, sum vilja verða góðkend av honum, mugu heldur ikki lúgva. (Orðtøkini 6:16-19; Kolossebrævið 3:9, 10) Alt pengaspæl er ávirkað av girnd. Tí taka kristin ikki lut í pengaspæli yvirhøvur — hvørki happadrátti, bingo, vedding ella øðrum slíkum. (Efesusbrævið 5:3-5) Og kristin stjala ikki. Tey keypa heldur ikki við vilja nakað, sum er stolið, og taka ikki ogn hjá øðrum uttan loyvi. — 2 Mósebók 20:15; Efesusbrævið 4:28.

4. Illsinnisherðindi, harðskapur: Ótálmað vreiði kann elva til harðskap. (1 Mósebók 4:5-8) Tann, ið nýtir harðskap, kann ikki vera vinur Guds. (Sálmur 11:5, Ny Verden-oversættelsen; Orðtøkini 22:24, 25) Tað er skeivt at hevna seg ella løna tað illa, onnur kanska hava gjørt okkum, við illum. — Orðtøkini 24:29; Rómbrævið 12:17-21.

5. Gandaráð og spiritisma: Summi royna at grøða sjúkur við at ákalla andarnar. Onnur biðja ilt yvir fíggindar sínar fyri at gera teir sjúkar ella taka lívið av teimum. Tann, sum stendur aftan fyri alt hetta, er Satan. Tí mugu kristin ikki hava nakran lut í tí. (5 Mósebók 18:9-13) At halda seg nær til Jehova er besta verjan, um onkur roynir at biðja ilt yvir okkum. — Orðtøkini 18:10.

6. Drykkjuskapur: Tað er ikki skeivt at njóta eitt sindur av víni, øli ella øðrum rúsdrekka. (Sálmur 104:15; 1 Timoteus 5:23) Men fyllskapur ella óhóvsamur drykkjuskapur er skeivt í Guds eygum. (1 Korintbræv 5:11-13; 1 Timoteus 3:8) Drykkjuskapur kann skaða heilsuna og syndra eitt húski. Tað kann eisini gera okkum veikari fyri øðrum freistingum. — Orðtøkini 23:20, 21, 29-35.

7. Tey, sum gera tað, Gud sigur, er ilt, skulu „ikki arva ríki Guds“. (Galatiabrævið 5:19-21) Um tú veruliga elskar Gud og fegin vilt gera honum til vildar, kanst tú sleppa slíkum gerðum. (1 Jóhannes 5:3) Lær teg at hata tað, Gud sigur, er skeivt. (Rómbrævið 12:9) Kom saman við fólki, sum hava gudsóttandi atferð. (Orðtøkini 13:20) Góð hjálp kann vera í búnum kristnum vinum. (Jákup 5:14) Fram um alt: Bið til Gud og lít á hjálpina frá honum. — Filippibrævið 4:6, 7, 13.

[Myndir á síðu 20, 21]

Gud hatar drykkjuskap, stuldur, pengaspæl og harðskap