Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Familjulív sum gleðir Gud

Familjulív sum gleðir Gud

Stykki 8

Familjulív sum gleðir Gud

Hvørja støðu hevur maðurin í familjuni? (1)

Hvussu eigur maðurin at fara við konu síni? (2)

Hvørjar skyldur hevur ein faðir? (3)

Hvønn leiklut hevur konan í familjuni? (4)

Hvat krevur Gud av foreldrunum? Og av børnunum? (5)

Hvat lærir Bíblian um sundurlesing og hjúnaskilnað? (6, 7)

1. Sambært Bíbliuni er maðurin høvur í familjuni hjá sær. (1 Korintbræv 11:3) Ein maður má bara hava eina konu. Og tey bæði skulu vera gift á rættan hátt samsvarandi lógini. — 1 Timoteus 3:2; Titus 3:1.

2. Ein maður má elska konu sína, sum hann elskar seg sjálvan. Hann eigur at fara við henni, sum Jesus fór við lærisveinum sínum. (Efesusbrævið 5:25, 28, 29) Hann má á ongum sinni sláa ella fara illa við konu síni. Nei, hann skal heiðra hana og vísa henni virðing. — Kolossebrævið 3:19; 1 Pætur 3:7.

3. Faðirin eigur at arbeiða hart fyri at syrgja fyri familjuni. Hann má skaffa konu og børnum sínum mat, klæði og bústað. Hann má eisini hava umsorgan fyri tí, familjuni tørvar á andaliga økinum. (1 Timoteus 5:8) Hann gongur á odda og hjálpir familju síni at læra um Gud og hansara ætlanir. — 5 Mósebók 6:4-9; Efesusbrævið 6:4.

4. Konan eigur at vera manni sínum ein dyggur stuðul. (1 Mósebók 2:18) Hon má hjálpa honum at læra og venja børnini. (Orðtøkini 1:8) Jehova krevur, at ein kona hevur eyma umsorgan fyri familju síni. (Orðtøkini 31:10, 15, 26, 27; Titus 2:4, 5) Hon eigur at hava djúpa virðing fyri manninum hjá sær. — Efesusbrævið 5:22, 23, 33.

5. Gud krevur, at børn akta foreldur síni. (Efesusbrævið 6:1-3) Hann væntar, at foreldrini læra og venja børnini hjá sær. Foreldur mugu brúka tíð saman við børnunum og lesa Bíbliuna við teimum, so tey nøkta tann andaliga og kensluliga tørvin, børnini hava. (5 Mósebók 11:18, 19; Orðtøkini 22:6, 15) Foreldur mugu ongantíð tukta børn síni harðliga ella eirindaleyst. — Kolossebrævið 3:21.

6. Semjast hjúnini illa, mugu tey royna at fylgja teimum ráðunum, Bíblian gevur. Bíblian eggjar okkum til at vísa kærleika og fyrigeva. (Kolossebrævið 3:12-14) Guds orð mælir okkum ikki til at fara hvør frá øðrum, tá smærri trupulleikar stinga seg upp. Men ein kona kann velja at fara frá manninum, um (1) hann treiskliga noktar at uppihalda familju síni, (2) hann er so harðligur, at vandi er fyri lívi og heilsu hjá henni, ella (3) mótstøða hansara er so ógvuslig, at tað verður ógjørligt hjá henni at tilbiðja Jehova. — 1 Korintbræv 7:12, 13.

7. Hjúnafelagar mugu vera trúgvir hvør móti øðrum. Ótrúskapur er ein synd, bæði ímóti Gudi og hjúnafelaganum. (Hebrearabrævið 13:4) Kynsligt samband uttan um hjúnabandið er tað einasta, sum loyvir einum kristnum at skilja seg frá hjúnafelaganum og giftast uppaftur. (Matteus 19:6-9; Rómbrævið 7:2, 3) Jehova hatar, at fólk verða skild uttan bíbilska orsøk og gifta seg við øðrum. — Malakias 2:14-16.

[Myndir á síðu 16, 17]

Gud væntar, at foreldur læra og venja børn síni

[Mynd á síðu 17]

Ein góður faðir syrgir fyri familjuni bæði tímiliga og andaliga