Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds tænarar mugu vera reinir

Guds tænarar mugu vera reinir

Stykki 9

Guds tænarar mugu vera reinir

Hví mugu vit vera rein á øllum økjum? (1)

Hvat merkir tað at vera andaliga reinur? (2) moralskt reinur? (3) sálarliga reinur? (4) kropsliga reinur? (5)

Hvat ber tað í sær at skýggja óreina talu? (6)

1. Jehova Gud er reinur og heilagur. Hann væntar, at tey, sum tilbiðja hann, halda seg rein — andaliga, moralskt, sálarliga og kropsliga. (1 Pætur 1:16) At standa rein í Guds eygum krevur rættiligt stríð. Vit liva í einum óreinum heimi. Samstundis mugu vit berjast ímóti okkara egna lyndi til at gera tað skeiva. Men vit mugu ikki geva uppat.

2. Andaligur reinleiki: Vilja vit tæna Jehova, kunnu vit ikki halda fast við lærur ella siðir, sum hoyra følskum átrúnaði til. Vit mugu taka okkum burtur úr følskum átrúnaði, so vit ikki longur stuðla hann á nakran hátt. (2 Korintbræv 6:14-18; Opinberingin 18:4) Tá vit hava lært sannleikan um Gud, mugu vit ansa eftir, at eingin aftur villleiðir okkum við falskari læru. — 2 Jóhannes 10, 11.

3. Moralskur reinleiki: Jehova vil, at tey, sum tæna honum, altíð bera seg at sum sonn kristin. (1 Pætur 2:12) Hann sær alt, vit havast at, eisini í loyndum. (Hebrearabrævið 4:13) Vit mugu halda okkum frá kynsligum siðloysi og øðrum óreinum gerðum, sum hoyra heiminum til. — 1 Korintbræv 6:9-11.

4. Sálarligur reinleiki: Fylla vit sinnið við reinum tonkum, verður atburður okkara eisini reinur. (Filippibrævið 4:8) Men fáast vit við okkurt óreint, elvir tað til óndar gerðir. (Matteus 15:18-20) Vit eiga at skýggja undirhald, sum kann dálka sinnið. Kanna vit hinvegin Guds orð, kunnu vit fylla sinnið við reinum tonkum.

5. Kropsligur reinleiki: Ein kristin umboðar Gud og má tí halda bæði seg sjálvan og klæði síni rein. Vit mugu minnast til at vaska hendur, tá vit hava verið á vesi, og áðrenn vit eta ella handfara matvørur. Hava vit einki rættiligt vesi, má skarnið gravast niður og tyrvast. (5 Mósebók 23:12, 13) Reinføri styrkir heilsuna. Heimið hjá einum kristnum eigur at vera reint og ruddiligt bæði innan og uttan. Tað skuldi verið øðrum á staðnum ein fyrimynd.

6. Rein tala: Guds tænarar mugu altíð tala satt. Lygnarar sleppa ikki inn í Guds ríki. (Efesusbrævið 4:25; Opinberingin 21:8) Kristin nýta ikki illbønir. Tey koma ikki við ónæriligum skemti ella søgum og lurta heldur ikki eftir slíkum. Við síni reinu talu líkjast tey frá bæði í skúlanum, á arbeiðsplássinum og í grannalagnum. — Efesusbrævið 4:29, 31; 5:3.

[Myndir á síðu 18, 19]

Guds tænarar mugu vera reinir á øllum økjum