Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hjálp øðrum at gera Guds vilja

Hjálp øðrum at gera Guds vilja

Stykki 15

Hjálp øðrum at gera Guds vilja

Hví skuldi tú sagt øðrum frá tí, tú lærir? (1)

Hvørjum kanst tú bera gleðiboðini? (2)

Hvussu kann tín atburður ávirka onnur? (2)

Nær kanst tú boða saman við samkomuni? (3)

1. Nú hevur tú lært nógv gott úr Bíbliuni. Kunnskapurin skuldi fingið teg at ment eina kristna persónmensku. (Efesusbrævið 4:22-24) Slíkur kunnskapur hevur alstóran týdning, um tú skalt fáa ævigt lív. (Jóhannes 17:3) Men øðrum tørvar eisini at hoyra gleðiboðini, so tey kunnu verða frelst. Øll sonn kristin mugu vitna fyri øðrum. Tað hevur Gud álagt teimum. — Rómbrævið 10:10; 1 Korintbræv 9:16; 1 Timoteus 4:16.

2. Tú kanst leggja fyri við at siga tínum nærmastu frá tí, tú lærir. Sig tað fyri vinum, skyldfólki, skúlafelagum og arbeiðsfelagum. Tosa vinaliga og tolin við tey. (2 Timoteus 2:24, 25) Minst til, at tað, vit gera, ofta ger størri mun hjá fólki enn tað, vit siga. Tín góði atburður kann geva øðrum hug at lurta eftir tí, tú sigur. — Matteus 5:16; 1 Pætur 3:1, 2, 16.

3. Sum frá líður, lýkur tú kanska treytirnar fyri at kunna boða saman við samkomuni av Jehova Vitnum á staðnum. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini. (Matteus 24:14) Hevði tað ikki verið gott, um tú kundi hjálpt onkrum øðrum at gerast tænari fyri Jehova og fáa ævigt lív? — 1 Tessalonikabræv 2:19, 20.