Hvør er Gud?
Stykki 2
Hvør er Gud?
Hvør er hin sanni Gud, og hvat navn hevur hann? (1, 2)
Hvat likam hevur hann? (3)
Hvørjir eginleikar skara framúr hjá honum? (4)
Skulu vit nýta halgimyndir og ímyndir, tá vit tilbiðja hann? (5)
Hvørjir tveir mátar kunnu nýtast, tá vit skulu læra um Gud? (6)
1. Fólk tilbiðja mangt og hvat. Men Bíblian sigur okkum, at bara ein SANNUR Gud er til. Hann hevur skapt alt í himli og á jørð. Hann gav okkum lívið, og tí er hann tann einasti, vit skulu tilbiðja. — 1 Korintbræv 8:5, 6; Opinberingin 4:11.
2. Gud hevur nógv heiti, men bara eitt navn, og tað er JEHOVA. I flestøllum bíblium er Guds navn tíverri strikað, og heiti sum „Harrin“ ella „Gud“ eru sett í staðin. Men tá Bíblian varð skrivað, stóð navnið Jehova umleið 7000 ferðir at lesa í henni! — 2 Mósebók 3:15; Sálmur 83:19 [samanber Ny Verden- oversættelsen].
3. Jehova hevur eitt likam, hóast øðrvísi enn okkara. „Gud er Andi,“ sigur Bíblian. (Jóhannes 4:24) At hann er andi, merkir, at hann livir á einum nógv hægri støði enn vit. Einki menniskja hevur nakrantíð sæð Gud. Jehova býr í himli, men sær kortini alt. (Sálmur 11:4, 5; Jóhannes 1:18) Hvat er so heilagi andin? Ikki ein persónur sum Gud, men Guds virksami máttur. — Sálmur 104:30.
4. Bíblian lærir okkum, hvussu Jehova er sum persónur. Hon vísir, at teir eginleikarnir, ið serkenna hann, eru kærleiki, rættvísi, vísdómur og vald. (5 Mósebók 32:4; Job 12:13; Esaias 40:26; 1 Jóhannes 4:8) Bíblian sigur eisini, at hann er miskunnsamur, vinaligur, fyrigevandi, gávumildur og tolin. Vit mugu sum lýðin børn royna at taka eftir honum. — Efesusbrævið 5:1, 2.
5. Tá vit tilbiðja hann, skulu vit so níga fyri halgimyndum ella ímyndum, ella kanska biðja til tær? Nei! (2 Mósebók 20:4, 5) Jehova sigur, at vit einans mugu tilbiðja hann. Hann letur ongum øðrum dýrd sína. Halgimyndir eru als ikki mentar at hjálpa okkum. — Sálmur 115:4-8; Esaias 42:8.
6. Hvussu koma vit at kenna Gud betur? Ein máti er at eygleiða alt, ið hann hevur skapt, og hugsa gjølla um, hvat tað sigur okkum. Skapanarverkið vísir okkum, at Gud hevur stórt vald og vísdóm. Vit síggja kærleika hansara í øllum, sum hann hevur gjørt. (Sálmur 19:1-7; Rómbrævið 1:20) Ein annar máti, tá vit skulu læra um Gud, er at kanna Bíbliuna. Í henni sigur hann okkum nógv meira um, hvør hann er. Hann sigur eisini, hvat hann hevur í hyggju, og hvat hann vil hava okkum at gera. — Amos 3:7; 2 Timoteus 3:16, 17.
[Myndir á síðu 5]
Í skapanarverkinum og í Bíbliuni læra vit um Gud