Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør er Jesus Kristus?

Hvør er Jesus Kristus?

Stykki 3

Hvør er Jesus Kristus?

Hví verður Jesus nevndur „frumborni“ sonur Guds? (1)

Hví verður hann nevndur „Orðið“? (1)

Hví kom Jesus til jarðar sum menniskja? (2-4)

Hví gjørdi hann undurverk? (5)

Hvat fer Jesus skjótt at gera? (6)

1. Áðrenn Jesus kom niður á jørðina, livdi hann í himli sum andavera. Hann var tann fyrsti skapningurin hjá Gudi, tí nevnist hann „frumborni“ sonur Guds. (Kolossebrævið 1:15; Opinberingin 3:14, Ny Verden-oversættelsen) Jesus er einasti sonurin, sum Gud skapti einsamallur. Áðrenn Jesus varð menniskja, nýtti Jehova hann sum sín „verkstjóra“ til at skapa alt annað í himli og á jørð. (Orðtøkini 8:22-31; Kolossebrævið 1:16, 17) Gud nýtti hann eisini sum sín mætasta talsmann. Tí verður Jesus nevndur „Orðið“. — Jóhannes 1:1-3; Opinberingin 19:13.

2. Gud sendi son sín til jarðar við at flyta lív hansara til móðurlívið á Mariu. Einki menniskja var sostatt faðir at Jesusi, og tí arvaði hann hvørki synd ella ófullkomileika. Gud sendi Jesus til jarðar av trimum orsøkum. Hann skuldi (1) læra okkum sannleikan um Gud (Jóhannes 18:37), (2) halda fullkomiliga fast við reinleika sín, okkum til fyrimyndar (1 Pætur 2:21) og (3) offra lív sítt, so vit kundu sleppa undan synd og deyða. Hví var tað neyðugt? — Matteus 20:28.

3. Tann fyrsti maðurin, Ádam, aktaði ikki eftir Guds boðum og framdi soleiðis tað, Bíblian nevnir „synd“. Afturfyri dømdi Gud hann til deyða. (1 Mósebók 3:17-19) Hann samsvaraði ikki Guds reglum; hann var ikki longur fullkomin. Nú tók hann so líðandi at eldast og doyði. Ádam gav øllum børnum sínum syndina í arv. Tí verða vit eisini gomul, sjúk og doyggja. Hvussu kundi mannaættin bjargast? — Rómbrævið 3:23; 5:12.

4. Jesus var eitt fullkomið menniskja eins og Ádam. Men ólíkur Ádami var Jesus í øllum royndum fullkomiliga lýðin móti Gudi. Við sínum fullkomna mannalívi kundi hann tí gjalda fyri syndina hjá Ádami. Tað er hetta, Bíblian nevnir ’loysigjaldið’. Við tí kundu eftirkomarar Ádams sleppa undan deyðadóminum. Øll, sum trúgva á Jesus, kunnu fáa syndanna fyrigeving og ævigt lív. — 1 Timoteus 2:5, 6; Jóhannes 3:16; Rómbrævið 5:18, 19.

5. Meðan Jesus var á jørðini, grøddi hann sjúk, mettaði svong og stillaði stormin. Hann vakti eisini upp frá deyðum. Hví gjørdi hann undurverk? (1) Honum tykti synd í neyðstøddum, og hann vildi fegin hjálpa teimum. (2) Undurverkini av hansara hondum prógvaðu, at hann var sonur Guds. (3) Tey vístu, hvat hann fer at gera fyri ta lýdnu mannaættina, tá hann ræður sum Kongur yvir jørðini. — Matteus 14:14; Markus 2:10-12; Jóhannes 5:28, 29.

6. Jesus doyði, varð av Gudi vaktur upp frá deyðum sum andaskapningur og fór aftur til himmalin. (1 Pætur 3:18) Seinni gjørdi Gud hann til kong. Skjótt fer Jesus at beina allan óndskap og alla neyð burtur av jørðini. — Sálmur 37:9-11; Orðtøkini 2:21, 22.

[Myndir á síðu 7]

Jesus lærdi fólk, gjørdi undurverk og offraði lív sítt fyri okkum