Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat er Guds ríki?

Hvat er Guds ríki?

Stykki 6

Hvat er Guds ríki?

Hvar er Guds ríki? (1)

Hvør er kongur har? (2)

Stjórnar nakar saman við konginum? Hvussu nógv? (3)

Hvat vísir, at vit liva á síðstu døgum? (4)

Hvat fer Guds ríki at gera fyri mannaættina í framtíðini? (5-7)

1. Tá Jesus var á jørðini, lærdi hann lærisveinar sínar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma. Guds ríki er ein stjórn — ein heilt serstøk stjórn — við einum kongi á odda. Ríkið er stovnað í himli og skal ráða yvir jørðini. Tað skal halga Guds navn og syrgja fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini, eins og hann verður í himli. — Matteus 6:9, 10.

2. Gud lovaði, at Jesus skuldi vera kongur í Guds ríki. (Lukas 1:30-33) Meðan Jesus var á jørðini, prógvaði hann, at hann fór at verða ein góður, rættvísur og fullkomin stjórnari. Afturkomin til himmalin fekk hann ikki alt fyri eitt sæti sum kongur í Guds ríki. (Hebrearabrævið 10:12, 13) Men í 1914 læt Jehova Jesusi tann myndugleikan, hann hevði lovað honum. Síðan tá hevur Jesus stjórnað í himli sum kongur, tilnevndur av Jehova. — Dániel 7:13, 14.

3. Jehova hevur eisini kosið nakrar trúfastar menn og kvinnur á jørðini til lív í himli. Saman við Jesusi skulu tey stjórna mannaættini sum kongar, dómarar og prestar. (Lukas 22:28-30; Opinberingin 5:9, 10, Ny Verden-oversættelsen) Hesar samstjórnarar sínar í Ríkinum nevndi Jesus „lítla fylgi“. Teir eru 144.000 í tali. — Lukas 12:32; Opinberingin 14:1-3.

4. So skjótt sum Jesus gjørdist kongur, kastaði hann Satan og hansara óndu einglar út úr himli og niður í námind av jørðini. Tí er óndskapurin øktur so nógv á jørðini síðan 1914. (Opinberingin 12:9, 12) Kríggj, hungur, pestur, vaksandi lógloysi — alt hetta er ein partur av einum ’tekni’, sum vísir, at Jesus stjórnar, og at henda heimsskipanin livir sínar síðstu dagar. — Matteus 24:3, 7, 8, 12; Lukas 21:10, 11; 2 Timoteus 3:1-5.

5. Skjótt fer Jesus at døma menniskjuni, skilja tey sundur sum ein hirði „skilir seyðin frá bukkunum“. ’Seyðurin’ eru tey, sum hava víst seg at vera hansara loyalu tegnar. Tey fáa ævigt lív á jørðini. ’Bukkarnir’ eru tey, sum hava víst Guds ríki frá sær. (Matteus 25:31-34, 46) Áðrenn langt um líður, fer Jesus at beina fyri øllum, ið eru sum „bukkar“. (2 Tessalonikabræv 1:6-9) Vilja vit fegin teljast millum „seyðin“ hjá Jesusi, mugu vit lurta eftir boðskapinum um Ríkið og akta eftir tí, vit læra. — Matteus 24:14.

6. Nú í tíðini er jørðin býtt sundur í nógv lond, sum hava hvørt sína egnu stjórn. Ofta er stríð landanna millum. Men Guds ríki kemur í staðin fyri allar menniskjans stjórnir. Tað skal einsamalt stjórna allari jørðini. (Dániel 2:44) Tá verður einki kríggj longur, ei heldur brotsverk og harðskapur. Øll liva saman í friði og góðari semju. — Mika 4:3, 4.

7. Tey túsund árini Jesus stjórnar, verða tey trúføstu menniskjuni fullkomin, og øll jørðin verður eitt paradís. Tá tey túsund árini eru liðin, hevur Jesus gjørt alt tað, Gud bað hann gera. So handar hann aftur Faðir sínum Ríkið. (1 Korintbræv 15:24) Tú kundi kanska sagt fyri vinfólki og næstringum, hvat Guds ríki ber við sær, ja, hví ikki?

[Mynd á síðu 13]

Tá Jesus ræður, verða eingir fordómar og einki hatur longur