Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu Jehova Vitni eru skipað

Hvussu Jehova Vitni eru skipað

Stykki 14

Hvussu Jehova Vitni eru skipað

Nær byrjaðu Jehova Vitni nú á døgum? (1)

Hvussu verða møtini hildin hjá Jehova Vitnum? (2)

Hvussu verða útreiðslurnar goldnar? (3)

Hvør stendur fyri í tí einstøku samkomuni? (4)

Hvørji størri møti verða hildin á hvørjum ári? (5)

Hvat fer fram á høvuðsskrivstovuni og deildarskrivstovunum? (6)

1. Nú á døgum byrjaðu Jehova Vitni í 1870’unum. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliustudentarnir. Men í 1931 tóku tey við tí bíbilska navninum Jehova Vitni. (Esaias 43:10) Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at fleiri milliónir vitni íðin boða í meira enn 230 londum.

2. Tær flestu samkomurnar hjá Jehova Vitnum hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Tú ert vælkomin á øll møtini. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Frálæran er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini ’andaligur lovsongur’, sum øll hjartans glað taka undir við. (Efesusbrævið 5:18, 19) Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. — Matteus 10:8.

3. Tær flestu samkomurnar halda møtini í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Tú finnur hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt í ríkissalinum. Útreiðslurnar verða goldnar við sjálvbodnum gávum. Tey, sum hava hug at lata eina pengagávu, kunnu leggja hana í eina stuðulsbússu. — 2 Korintbræv 9:7.

4. Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. (1 Timoteus 3:1-7; 5:17) Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. (1 Timoteus 3:8-10, 12, 13) Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. (2 Korintbræv 1:24) Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. (Matteus 23:8-10) Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. — Jákup 5:14-16; 1 Pætur 5:2, 3.

5. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni. — Matteus 3:13-17; 28:19, 20.

6. Alheims høvuðsskrivstovan hjá Jehova Vitnum er í New York. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani. Tú ert vælkomin at vitja ta nærmastu deildarskrivstovuna.