Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Stykki 13

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Dámar Gudi allan átrúnað, ella bert ein? (1)

Hví siga so nógvir trúarbólkar seg vera kristnar? (2)

Hvussu kanst tú gera av, hvørji tey sonnu kristnu eru? (3-7)

1. Jesus stovnaði ein sannan kristnan átrúnað. Tí finst bara ein samkoma ella bólkur við sonnum tilbiðjarum av Jehova Gudi. (Jóhannes 4:23, 24; Efesusbrævið 4:4, 5) Bíblian lærir, at bert fá finna tann smala vegin til lívið. — Matteus 7:13, 14.

2. Bíblian boðaði frammanundan frá, at skeivar lærur og ókristnir siðir spakuliga skuldu troka seg inn í ta kristnu samkomuna, tá ápostlarnir vóru deyðir. Menn skuldu draga tey trúgvandi til sín og ikki til Kristus. (Matteus 7:15, 21-23; Ápostlasøgan 20:29, 30) Tí síggja vit so nógvar ymiskar trúarbólkar, sum siga seg vera kristnar. Hvussu skulu vit kenna tey sonnu kristnu?

3. Fremsta eyðkennið hjá sonnum kristnum er, at tey hava veruligan kærleika hvør til annan. (Jóhannes 13:34, 35) Tey hava ikki lært, at tey orsakað av ætt ella húðarliti eru betri enn onnur. Tey hava heldur ikki lært at hata fólk úr øðrum londum. (Ápostlasøgan 10:34, 35) Tí fara tey ikki í kríggj. Sonn kristin meta hvør annan sum brøður og systrar. — 1 Jóhannes 4:20, 21.

4. Eitt annað, ið eyðkennir sannan átrúnað, er, at limirnir hava djúpa virðing fyri Bíbliuni. Teir viðurkenna hana sum Guds orð og trúgva tí, sum stendur í henni. (Jóhannes 17:17; 2 Timoteus 3:16, 17) Tey meta Guds orð hægri enn menniskjans hugsanir og siðir. (Matteus 15:1-3, 7-9) Tey royna dagliga at liva eftir Bíbliuni. Tí prædika tey ikki eitt og gera nakað annað. — Titus 1:15, 16.

5. Hin sanni átrúnaðurin má eisini æra Guds navn. (Matteus 6:9) Jesus kunngjørdi øðrum Guds navn, Jehova. Sonn kristin mugu gera sum hann. (Jóhannes 17:6, 26; Rómbrævið 10:13, 14) Hvønn kennir tú, sum greiðir øðrum frá Guds navni?

6. Sonn kristin mugu boða um Guds ríki. Tað gjørdi Jesus. Hann hevði altíð Ríkið á orði. (Lukas 8:1) Hann gav lærisveinum sínum boð um at prædika henda sama boðskapin í øllum heiminum. (Matteus 24:14; 28:19, 20) Sonn kristin trúgva, at bara Guds ríki kann veita jørðini veruligan frið og trygd — Sálmur 146:3-5.

7. Jesu lærisveinar mugu ikki vera partur av hesum ónda heimi. (Jóhannes 17:16) Teir leggja seg hvørki út í heimsins politisku viðurskifti ella samfelagsligar ósemjur. Teir halda seg frá tí skaðiliga atburði, siði og hugburði, sum er vanligur í heiminum. (Jákup 1:27; 4:4) Kennir tú nakran trúarbólk, ið hevur hesi eyðkenni fyri sannan kristindóm?

[Myndir á síðu 26, 27]

Sonn kristin elska hvør annan, virða Bíbliuna og boða Guds ríki