Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tín avgerð um at tæna Gudi

Tín avgerð um at tæna Gudi

Stykki 16

Tín avgerð um at tæna Gudi

Hvat mást tú gera, fyri at verða vinur Guds? (1, 2)

Hvussu verður tú vígdur Gudi? (1)

Nær eigur tú at verða doyptur? (2)

Hvussu fært tú styrki at verða trúgvur Gudi? (3)

1. Fyri at verða ein Guds vinur, mást tú hava hollan kunnskap um Bíbliuna (1 Timoteus 2:3, 4), trúgva tí, tú hevur lært (Hebrearabrævið 11:6), angra syndir tínar (Ápostlasøgan 17:30, 31, Ny Verden-oversættelsen), og venda við (broyta lívshátt). (Ápostlasøgan 3:19) So skuldi kærleikin til Gud fingið teg at vígt teg til hansara. Tað merkir, at tú í eini bøn inniliga sigur honum, at tú gevur teg í hansara hendur fyri at gera hansara vilja. — Matteus 16:24; 22:37.

2. Tá tú hevur vígt teg til Gud, mást tú verða doyptur. (Matteus 28:19, 20) Við dópinum vísir tú øllum, at tú hevur vígt teg til Jehova. Tí er dópurin bert fyri tey, ið eru so mikið tilkomin, at tey sjálvi kunnu taka avgerð um at tæna Gudi. Dópurin fer fram á tann hátt, at persónurin eina stutta løtu verður koyrdur heilt undir vatn. * — Markus 1:9, 10; Ápostlasøgan 8:36.

3. Tá tú hevur vígt teg til Jehova, væntar hann teg at halda tað, tú hevur lovað. (Sálmur 50:14; Prædikarin 5:3, 4) Djevulin roynir at forða tær í at tæna Jehova. (1 Pætur 5:8) Men tú kanst vera Gudi nær í bøn. (Filippibrævið 4:6, 7) Les orð hansara hvønn dag. (Sálmur 1:1-3) Halt teg tætt at samkomuni. (Hebrearabrævið 13:17) Gert tú alt hetta, fært tú styrki til at verða trúgvur Gudi. So kanst tú í allar ævir gera tað, Gud krevur av tær!

[Fodnote]

^ par. 8 Teimum, sum fegin vilja verða doypt, mæla vit til fyrst at kanna bókina Kunnskapur sum førir til ævigt lív ella líknandi útgávu frá Watch Tower Bible and Tract Society.