Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit kunnu nærkast Gudi í bøn

Vit kunnu nærkast Gudi í bøn

Stykki 7

Vit kunnu nærkast Gudi í bøn

Hví mugu vit biðja regluliga? (1)

Hvønn skulu vit biðja til, og hvussu? (2, 3)

Hvat er hóskandi at biðja um? (4)

Nær eiga vit at biðja? (5, 6)

Hoyrir Gud allar bønir? (7)

1. At biðja er at tala eyðmjúkt við Gud. Tað skuldu vit gjørt ofta. Tá kennist hann okkum líka nær sum ein góður vinur. Hóast alvaldur og hátt hevjaður lurtar Jehova kortini eftir bønum okkara! Biður tú regluliga til Gud? — Sálmur 65:3; 1 Tessalonikabræv 5:17.

2. Bøn er ein partur av gudsdýrkan okkara. Tí mugu vit einans biðja til Gud, Jehova. Tá Jesus var á jørðini, bað hann altíð til Faðir sín og ongan annan. Vit mugu gera sum hann. (Matteus 4:10; 6:9) Kortini eiga vit altíð at biðja í navni Jesusar. Tað ber boð um, at vit viðurkenna støðu Jesusar, og at vit trúgva á hansara endurloysingaroffur. — Jóhannes 14:6; 1 Jóhannes 2:1, 2.

3. Tá vit biðja til Gud, mugu vit tala frá hjartanum. Vit eiga ikki at siga bønir, sum vit hava lært uttanat ella lesa upp úr eini bønabók. (Matteus 6:7, 8) Vit kunnu biðja, nær tað skal vera, hvar tað skal vera og hvussu tað skal vera, bara vit vísa virðing. Gud hoyrir eisini stillar bønir, sum vit biðja innantanna. (1 Sámuel 1:12, 13) Til persónligar bønir er tað gott at leita sær frið burtur frá øðrum. — Markus 1:35.

4. Hvat kunnu vit biðja til Gud um? Alt sum ávirkar okkara vinalag við hann. (Filippibrævið 4:6, 7) Fyrimyndarbønin ’Faðirvár’ vísir, at bønin eigur at snúgva seg um Guds navn og Guds vilja. Vit kunnu eisini biðja um tað tímiliga, sum okkum tørvar, um at syndir okkara kunnu verða fyrigivnar og um hjálp til at standa ímóti freistingum. (Matteus 6:9-13) Men bønirnar, vit biðja, mugu ikki vera sjálvsøknar. Vit eiga bert at biðja um tað, sum er í samsvar við Guds vilja. — 1 Jóhannes 5:14.

5. Vit kunnu biðja, nær sum helst vit í hjartanum kenna trongd til at takka ella prísa Gudi. (1 Krønikubók 29:10-13) Vit eiga at biðja, tá vit hava trupulleikar, og tá trúgv okkara verður roynd. (Sálmur 55:23; 120:1) Tað er eisini hóskandi at biðja, áðrenn vit eta. (Matteus 14:19) Jehova bjóðar okkum at biðja „eina og hvørja tíð“. — Efesusbrævið 6:18.

6. Okkum tørvar serstakliga at biðja, um vit hava framt álvarsama synd. Tá mugu vit bøna Jehova um miskunn og fyrigeving. Játta vit so syndir okkara fyri honum og gera okkara ítasta fyri ikki at endurtaka tær, er Gud „til reiðar at fyrigeva“. — Sálmur 86:5; Orðtøkini 28:13.

7. Jehova hoyrir einans bønirnar hjá rættvísum fólki. Skal Gud hoyra tínar bønir, mást tú av øllum alvi royna at fylgja hansara lógum. (Orðtøkini 15:29; 28:9) Ver eyðmjúkur, tá tú biður. (Lukas 18:9-14) Tú mást liva samsvarandi tí, tú biður um. Soleiðis vísir tú, at tú hevur trúgv, og at tú veruliga meinar tað, tú sigur. Bert tá svarar Jehova bøn tíni. — Hebrearabrævið 11:6.