„Hygg, eg geri alt nýtt!“
„Hygg, eg geri alt nýtt!“
1-4. (a) Hvat hevði tú viljað upplivað av tí sum sæst á permumyndini? (b) Hvørji frálík framtíðarútlit fært tú her? (c) Hvørji vers í Bíbliuni tala fyri at hesar vónir eru álítandi?
HYGG at teimum lukkuligu fólkunum á permumyndini. Hevði tú viljað verið ein teirra? ’Ja, sjálvandi,’ sigur tú. Her er friðurin og samljóðið sum øllum leingist eftir. Øll fólkasløg — svørt, hvít, gul — liva saman sum ein familja. Her er gleði! Her er semja! Tað sær ikki út sum hesi menniskjuni stúra fyri geislavirknum avfalli ella hóttandi yvirgangi. Óljóð frá jetflogførum syndrar ikki luftina í hesum friðsama og vakra náttúruumhvørvinum. Her eru eingir hermenn, eingir stríðsvognar, ongar kanónir. Her er ikki tørvur á løgreglumonnum at halda skil á. Kríggj og brotsgerðir eru als ikki til. Og bústaðarneyð er eingin, tí ein og hvør hevur eitt vakurt heim sum hann kann kalla sítt egna.
2 Hygg nú at børnunum! Tað er ein fragd at síggja tey spæla. Hvat heldur tú um djórini tey spæla við? Her nýtast ongar jarnrimar, tí øll djór liva í friði við menniskjum og hvørt við øðrum. Sjálvt leyvan og lambið eru vinir. Hygg at teimum litføgru fuglunum ið flúgva higar og hagar, og hoyr teirra vakra sang sum saman við barnalátrinum fyllir luftina. Eingi búr? Nei, tí her er bert frælsi og markleys gleði. Kenn angan av blómunum, hoyr áarløkin skvatla, føl tann darrandi hitan frá sólini. Á, hevði tað nú borið til at smakka fruktina í hasari kurvini, tí tað er tann besta fruktin jørðin kann bera fram, tann allarbesta, eins og alt hitt ið er at síggja og gleðast um í hesum stóra urtagarðinum.
3 ’Men bíða nú,’ sigur onkur, ’hvar eru tey gomlu? Sleppa tey ikki eisini at gleða seg um hesi lukkuligu viðurskifti?’ Jú, víst eru tey gomlu við, men tey eru nú ung aftur. Í hesum urtagarðinum doyr eingin av elli. Tey ungu búnast til vaksið fólk, men tey eldast ikki. Annaðhvørt tey eru tjúgu ár ella tvey hundrað ár, gleða allar milliónirnar sum liva í urtagarðinum seg um at hava ungdómsins styrki og góða heilsu. Søgdu vit milliónir? Ja, milliónir, tí hesin urtagarðurin fevnir um alla jørðina. Ovurnøgd er av lívi, friði og vakurleika frá Fujiyama til Andesfjøllini, úr Hongkong til Meðalhavið, tí øll jørðin er broytt til eitt paradísiskt náttúruumhvørvi. Paradísið verður endurreist allastaðni.
4 Segði tú: ’Ótrúligt’? Hugsa fyrst um sannroyndirnar ið tala fyri tí. Tú og familjan hjá tær kunnu yvirliva endan á tí vandafullu heimsskipanini sum nú er, og koma inn í paradísið sum er avmyndað á permuni hjá okkum. *
Bókin ið greiðir frá Paradísinum
5. (a) Hvør bók sigur frá hesum? (b) Á hvønn hátt er henda bókin framúrskarandi?
5 Allar hesar herligu frágreiðingarnar og trygdin fyri at tær kunnu gerast veruleiki, finnast í einari bók, undursamastu bókini ið nakrantíð er skrivað. Hon eitur Bíblian. Tað er ein sera gomul bók. Partar í henni eru skrivaðir fyri umleið 3500 árum síðani. Samstundis er hon við sínum skilagóðu, ítøkiligu ráðum til nútíðar menniskju tann mest tíðarhóskandi bókin í heiminum. Hennara profetorð geva okkum eina bjarta framtíðarvón. Hon er ein ’bestseller’ ið ber av øllum. Meir enn 2.000.000.000 eintøk, antin av allari bókini ella av stórum pørtum av henni, eru givin út á góðum 1800 málum.
6. Hvør munur er á Bíbliuni og øðrum skriftum ið roknast fyri at vera heilagar?
6 Eingin onnur heilag bók hevur fingið slíka heimsumfatandi útbreiðslu, og fáar eru bert nærtil so gamlar sum hon. Koranin, heilaga bókin hjá islam, er enn ikki 1400 ára gomul. Buddha og Kungfutse livdu fyri umleið 2500 árum síðan, og skriftirnar hjá teimum eru frá teirri tíðini. Shintoistisku skriftirnar fingu sítt núverandi skap fyri bert 1200 árum síðan. Mormons bók er einans 160 ára gomul. Eingin av hesum heilagu bókunum kann so nágreiniliga sum Bíblian fylgja mannasøguni 6000 ár aftur í tíðina. Tað er tann einasta bókin við einum boðskapi ið talar til alla mannaættina.
7. Hvat hava hugsandi menniskju sagt um Bíbliuna?
7 Hugsandi menniskju úr øllum tjóðum og samfelagsstættum hava lovað vísdóminum og vakurleikanum í Bíbliunnar boðskapi. Tann kendi vísindamaðurin sum uppdagaði tyngdarlógina, Sir Isaac Newton, tók einaferð soleiðis til: „Eingi vísindi eru betur váttað enn Bíblian.“ Patrick Henry, hin amerikanski kollveltingarleiðarin sum er kendur fyri orðini: „Gev mær frælsi, ella gev mær deyða,“ hevur eisini sagt: „Bíblian hevur størri virði enn allar aðrar bøkur ið nakrantíð eru prentaðar.“ Enntá hin stóri hinduvísmaðurin Mohandas K. Gandhi segði einaferð soleiðis við bretska varakongin í India: „Tá land tygara og land mítt kunnu samlast um lærusetningarnar sum Jesus setti fram í hesi fjallaprædikuni, hava vit loyst trupulleikarnar ikki bert í okkara egnu londum, men í øllum heiminum.“ Gandhi tosaði um Matteus-evangeliið, kapitlini 5 til 7, í Bíbliuni. Far tú eisini og les hesi kapitlini, og vita um tú ikki fert at gleða teg um tann máttmikla boðskapin í teimum.
Bíblian — ein eysturlendsk bók
8, 9. (a) Hví er tað skeivt at nevna Bíbliuna eina vesturlendska bók? (b) Hvussu varð Bíblian skrivað, og í hvørjum tíðarskeiði? (c) Hví kunnu vit siga at Bíblian er eitt bókasavn? (d) Hvussu nógvir menn skrivaðu Bíbliuna? (e) Hvat hava summir av hesum monnunum sagt um Bíbliunnar upphav?
8 Beint tvørturímóti tí vanligu uppfatanini er Bíblian ikki eitt úrslit av vesturlendskari mentan, sum hon í roynd og veru heldur ikki prísar. Næstan øll Bíblian varð skrivað í eysturlondum. Menninir ið skrivaðu hana vóru allir eysturlendingar. Túsund ár áðrenn Buddha, í 1513 f.o.t., fekk Móses, sum livdi í Miðeystri, innblástur frá Gudi at skriva ta fyrstu bókina í Bíbliuni, hon verður nevnd Genesis ella Fyrsta Mósebók. Úr hesi byrjan og til ta seinastu bókina, Opinberingina, fylgir Bíblian einum samfeldum evni. Tann seinasta bókin varð skrivað í árinum 98 e.o.t., umleið 600 ár eftir Buddha. Visti tú at Bíblian fevnir um 66 ymiskar bøkur? Ja, Bíblian er í sjálvari sær eitt heilt bókasavn!
9 Í einum tíðarskeiði ið vardi 1600 ár, frá Mósesi og fram, skrivaðu umleið 40 menn ta samljóðandi frásøguna í Bíbliuni. Teir játta at teirra skriftir vórðu innblástar av einari megi ið er nógv hægri enn deyðilig menniskju. Hin kristni ápostulin Paulus skrivaði: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi.“ * (2 Timoteus 3:16) Og ápostulin Pætur greiðir frá: „Einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.“ — 2 Pætur 1:20, 21; 2 Sámuel 23:2; Lukas 1:70.
10. (a) Hvussu er Bíblian varðveidd til okkara tíð? (b) Hvørja trygd hava vit fyri at tann bíbliuteksturin vit hava, svarar til hin upprunaliga, sum Gud innblásti?
10 Nakað ið eisini er áhugavert, er hvussu Bíblian er varðveidd til okkara dagar. Í fleiri túsund ár, inntil prentlistin varð uppfunnin fyri umleið 500 árum síðan, máttu avrit av Bíbliuni skrivast í hond. Einki annað bókmentaverk úr fornøldini er avskrivað við so stórum ídni aftur og aftur. Avskrivingarnar vórðu altíð gjørdar av einslistum. Tær villurnar ið komu við avskrivingini vóru fáar og høvdu lítið upp á seg, og við at samanbera tær hevur tað borið til at finna fram til upprunatekstin ið varð innblástur av Gudi. Ein viðurkendur myndugleiki tá tað snýr seg um gransking av bíbliuhandritum, Sir Frederic Kenyon, sigur: „Tað seinasta grundarlagið fyri at ivast í at Bíbliunnar skriftir eru komnar til okkara nærum í sama líki sum tær vórðu skrivaðar, er nú beint burtur.“ Í dag finnast okkurt um 16.000 hondskrivað avrit av Bíbliuni, ella pørtum av Bíbliuni, og summi stava heilt frá aðru øld áðrenn Kristus. Haraftrat eru nágreiniligar týðingar gjørdar til næstan øll mál á jørðini úr tí hebraiska, aramaiska og grikska málinum sum Bíblian upprunaliga varð skrivað á.
11. Hvat er avdúkað í nýggjari tíð sum samsvarar við frásøgurnar í Bíbliuni?
11 Summi hava sátt iva um Bíbliuna við at siga at hon ikki er eftirfarandi. Men tey seinnu árini hava fornfrøðingar avdúkað toftir úr gomlum býum í bíbilskum londum og funnið innskriftir og aðrar vitnisburðir sum greitt prógva, at enntá fólkini og støðini ið verða nevnd í teimum elstu bíbilsku frásøgunum veruliga hava verið til. Teir hava avdúkað nógv próvtilfar sum vitnar um eina heimsumfatandi vatnflóð, sum sambært Bíbliuni kom yvir jørðina á Nóa døgum, fyri meira enn 4000 árum síðani. Um hetta sigur Mikasa prinsur, ein kendur fornfrøðingur: „Hevur ein vatnflóð verið? Fornfrøðiligir útgrevstrar . . . hava givið sannførandi prógv um at Vatnflóðin veruliga hevur verið.“ *
Bíbliunnar Gud
12. (a) Hví siga summi at eingin Gud er til? (b) Hví sigur Bíblian „Faðir“ um Gud? (c) Hvat vísir Bíblian at Gud eitur?
12 Eins og nøkur menniskju vísa Bíbliuna frá sær, vísa onnur hugsanina um ein almáttugan Gud frá sær. (2 Pætur 3:3-7) Tey siga: ’Hvussu kann eg trúgva á Gud, tá ið eg ikki síggi hann? Er nakað sum prógvar at ein ósjónligur Skapari, sum er hægri enn menniskjað, er til? Er Gud ikki at finna í øllum lutum?’ Onnur siga: ’Eingin Gud ella Buddha er til.’ Men Bíblian sigur at eins og vit øll fáa lív gjøgnum ein jørðiskan faðir, soleiðis fingu fyrstu foreldur okkara lívið frá einum himmalskum Faðir ella Skapara, hvørs navn er Jehova. — Sálmur 83:18, Ny Verden-oversættelsen; 100:3; Esaias 12:2; 26:4.
13. Á hvørjar tveir mátar hevur Gud opinberað seg fyri menniskjunum?
13 Á tveir serligar mátar hevur Jehova opinberað seg fyri menniskjum. Tann mest týðandi mátin er gjøgnum Bíbliuna, sum kunnger hansara sannleika og hansara ævigu ætlanir. (Jóhannes 17:17; 1 Pætur 1:24, 25) Hin mátin er ígjøgnum skaparaverkið. Fólk ið hava eygleitt tey nógvu undrini uttan um okkum, hava í mongum førum viðurkent at ein Gud má vera til, ein Skapari, hvørs stóra persónmenska sæst í hansara verkum. — Opinberingin 15:3, 4.
14. Hvat sigur Bíblian okkum um Jehova?
14 Rithøvundur Bíbliunnar er Jehova Gud. Hann er tann stóri Andin sum livir um allar ævir. (Jóhannes 4:24; Sálmur 90:1, 2) Hansara navn „Jehova“ ger vart við tað hann hevur ætlað við sínum skapningum. Hansara ætlan er at hevja sítt stóra navn tá hann beinir fyri teimum óndu og bjargar teimum ið elska hann, so tey kunnu liva í einum paradísi á jørðini. (2 Mósebók 6:2-8; Esaias 35:1, 2) Av tí at hann er Gud hin alvaldi er hann mentur at útinna hetta. Sum alheimsins Skapari er hann hátt hevjaður yvir tjóðskaparligum gudum og avgudum. — Esaias 42:5, 8; Sálmur 115:1, 4-8.
15. Hvørji úrslit eru vitig menniskju komin til, tá tey hava granskað skaparaverkið?
15 Tær seinastu øldirnar hava vísindamenn brúkt nógva tíð til at granska skaparaverkið. Hvat eru teir so komnir fram á? Ein undangongumaður innan ravmagnsgransking, hin kendi bretski vísindamaðurin Lord Kelvin, hevur sagt: „Eg trúgvi, at tess gjølligari vit granska vísindini, jú longri taka tey okkum burtur frá øllum ið hevur við gudsnoktan at gera.“ Vísindamaðurin Albert Einstein, sum varð føddur í Europa og kendur sum gudsnoktari, ásannaði: „Tað er mær nóg mikið at . . . hugsa um tann undursama bygnaðin í alheiminum, sum vit bert so dánt eru før fyri at granska, og eyðmjúkur royna at fata bara ein lítlan brotpart av tí vitinum sum ger seg galdandi í náttúruni.“ Tann amerikanski vísindamaðurin sum fekk nobelvirðislønina, Arthur Holly Compton, segði: „Ein so vælskipaður og stundisligur alheimur játtar sannleikan í teimum hátignarligastu orðunum sum nakrantíð hava ljóðað — ’Í upphavi skapti Gud’.“ Hann sipaði til tey fyrstu orðini í Bíbliuni.
16. Á hvønn hátt lovprísar alheimurin Guds skapanarvísdómi og mátti?
16 Stjórnarharrar yvir veldigum tjóðum kunnu reypa av sínum viti og sínum vísindaligu avrikum í samband við hertøkur í rúmdini. Men hvussu lítið hava teirra rúmdarfylgisveinar ikki upp á seg, tá vit meta teir saman við mánan ið sveimar um Jørðina, og gongustjørnurnar ið sveima um sólina! Hvussu neyðarslig eru ikki avrikini hjá deyðiligum menniskjum samanborin við skaparaverk Jehova, sum fevnir um milliardir av himmalskum vetrarbreytum, hvør við milliardum av sólum sum okkara, og samanborin við at hann hevur givið hvørjum einstøkum pláss í rúmdini til ævigar tíðir! (Sálmur 19:2, 3; Job 26:7, 14) Einki undur er í, at menniskju í Jehova eygum bert eru sum grashoppur, og veldigar tjóðir „sum einki“. — Esaias 40:13-18, 22.
17. Hví er tað rímiligt at trúgva á ein Skapara?
17 Býrt tú í einum húsi? Helst er tað ikki tú sum hevur bygt húsið, og kanska veitst tú heldur ikki hvør ið hevur gjørt tað. Men tað at tú ikki kennir byggimeistaran forðar tær tó ikki í at viðurkenna tann sannleikan, at onkur vitigur persónur hevur bygt tað. At hugsa sum so, at húsið hevur bygt seg sjálvt, hevði verið tápuligt! Av tí at tað má hava kravt óendaliga nógv størri vit at byggja alheimin og alt sum í honum er, er tað so ikki rímiligt at koma til tað úrslitið, at ein vitigur Skapari má vera til? Avgjørt. Bert hin óskynsami vil í hjartanum siga: „Eingin [Jehova] er!“ — Sálmur 14:1; Hebrearabrævið 3:4.
18. Av hvørjum skilja vit at Gud er ein persónur, og at hann er allan heiður og prís verdur?
18 Tey stórfingnu undrini ið eru uttan um okkum — blómurnar, fuglarnir, djórini, tað undurfulla skaparaverkið ið er nevnt menniskjað, lívsins og føðingarinnar undur — alt vitnar um vitið ið skapti tað. (Rómbrævið 1:20) Har sum vit er, er ein heili. Har sum heili er, er ein persónur. Tað hægsta vitið hevur tann hægsti ella ovasti persónurin, Skaparin av øllum livandi, lívsins kelda í sjálvum sær. (Sálmur 36:10) Skaparin er sanniliga allan heiður og prís verdur. — Sálmur 104:24. Opinberingin 4:11.
19. (a) Hví kann eingin tjóð í dag av røttum siga at Gud letur hana vinna sigur í kríggi? (b) Hví hevur Gud ongan lut í bardøgunum tjóðanna millum?
19 Trongdirnar í seinna heimsbardaga skakaðu hjá summum menniskjum trúnna á Gud. Í hesum krígnum kallaði hvørt land á sín „Gud“, antin landið so hoyrdi til ta katólsku ella ta protestantisku trúnna ella til ein eysturlendskan átrúna. Ber tað til at siga at „Gud“ læt summar tjóðir sigra og aðrar hava ósigur? Bíblian vísir at eingin teirra ákallaði hin sanna Gud. Jehova Gud, Skapari himmalsins og jarðar, hevur ikki ábyrgdina av bardøgunum og ráðaloysinum tjóðanna millum. (1 Korintbræv 14:33) Hugsanir hansara eru nógv hægri enn tær hjá teimum politisku og hernaðarsinnaðu tjóðunum. (Esaias 55:8, 9) Á sama hátt hevur tann sanni átrúnin og tilbiðjanin av Jehova ongan lut í bardøgunum tjóðanna millum. Jehova er hátt hevjaður yvir tjóðskaparligum gudum. Hann, og eina hann, er Gud fyri friðarelskandi menn og kvinnur í øllum tjóðum. Sum Bíblian sigur: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun, men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ (Ápostlasøgan 10:34, 35) Rættsint menniskju í øllum tjóðum læra nú at kenna Bíbliuna og fylkjast um tilbiðjanina av ’Gudi friðarins’, Skaparanum, sum skapti alla mannaættina. — Rómbrævið 16:20; Ápostlasøgan 17:24-27.
20. Av hvørjum skilja vit at kristniheimurin er ókristin og ímóti Gudi?
20 Summi seta fingurin á spjaðingina og hyklið í kirkjunum í kristniheiminum, sum siga seg fylgja Bíbliuni. Tey siga eisini: ’Hvussu kann eg trúgva á Bíbliunnar Gud, tá tjóðirnar sum hava Bíbliuna eru teirra millum, ið altráar byggja sær atomvápnagoymslur?’ Støðan er tann, at meðan Bíblian altíð vil vera sonn, eru tjóðirnar í kristniheiminum í dag líka so langt frá Bíbliunnar kristindómi sum norðpólurin frá suðurpólinum. Tær hykla, tá tær siga seg vera kristnar. Tær hava Bíbliuna, men tær liva ikki eftir tí hon lærir. Tann amerikanski forsetin sum gav boð um at kasta ta fyrstu atombumbuna yvir Hiroshima, tók einaferð soleiðis til: „Høvdu vit nú havt ein Esaias ella ein Paulus!“ — at leiða menniskjuni í hesi heimskreppu. Hevði hann verið samdur við Bíbliunnar Esaias hevði hann aldri kastað nakra atombombu, tí Esaias mælti til at ’smíða svørð um til plógjørn og spjót til víngarðsknívar’. Haraftrat var tað Bíbliunnar Paulus ið segði: „Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum; vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum.“ (Esaias 1:4; 2 Korintbræv 10:3, 4) Men í staðin fyri at fylgja teimum vísu ráðunum í Bíbliuni hava tjóðirnar komið sær út í eina sjálvmorðskenda vápnakappdubbing. Tá tær siga seg vera kristnar tjóðir ið liva eftir Bíbliuni, lúgva tær. Tær kunnu bert bíða eftir dóminum, sum Gud fellir yvir tey ið ikki gera hansara vilja. — Matteus 7:18-23; Zefanias 1:17, 18.
Undur og skaparaverk Jehova
21. Hví er tað skynsamt at trúgva undurverkum Guds?
21 Jehova skapar, og hann ger undur. Hevur tú nakrantíð undrast á vatnið ið varð til blóð, Reyðahavið ið skiltist sundur, Jesus ið varð føddur av einari moyggj, og hini undrini sum eru umrødd í Bíbliuni? Tað er avmarkað hvat menniskju fata, tí fara tey helst ongantíð at skilja á hvønn hátt nógv av hesum undrunum hendu, eins og tey heldur ikki til fulnar skilja undrið ið endurtekur seg hvønn dag tá sólin kemur upp og fer niður. Skapanin av menniskjanum var eitt undur. Vit sóu ikki hetta undrið, men vit vita tað hendi, tí tað verður prógvað av at vit liva í dag. Alt livandi og allur alheimurin er eitt framhaldandi undur. Skulu vit so ivast tá Guds orð, Bíblian, sigur at Gud gjørdi ávís undur til ávísar tíðir, hóast tørvur ikki er á teimum somu undrunum í dag?
22. Greið frá fyrsta skaparaverki Guds.
22 Alt sum Jehova hevur skapt er undurfult og undursamt! Men undursamast av øllum var tað sum Gud skapti allarfyrst — ein andaligur sonur, hansara „frumborni“. (Kolossebrævið 1:15) Hesin himmalski sonurin nevndist „Orðið“. Óteljandi øldir eftir at hann varð skaptur kom hann til jarðar og gjørdist „menniskjað Kristus Jesus“. (1 Timoteus 2:5) Síðani varð sagt um hann: „Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.“ — Jóhannes 1:14.
23. (a) Hvussu kunnu vit greiða frá sambandinum millum Gud og son hansara? (b) Hvat skapti Gud við soni sínum?
23 Sambandið millum Jehova og son hansara kann samanberast við sambandið millum ein faðir ið rekur eina verksmiðju og son hansara, sum hjálpir at framleiða teir lutirnar faðirin teknar ella sniðar. Við frumborna soni og starvsfelaga sínum skapti Jehova nógvar aðrar andaskapningar, gudssynir. Seinni frøddust hesir andaskapningarnir tá teir sóu son Jehova, verkstjóra hansara, framleiða teir evnisbundnu himlarnar og jørðina sum vit búgva á. Ivast tú í at alt hetta varð skapt? Fleiri túsund ár seinni spurdi Jehova ein trúgvandi mann: „Hvar vart tú, táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur! . . . — meðan allar morgunstjørnurnar frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!“ — Job 38:4, 7; Orðtøkini 8:22-31; Jóhannes 1:3.
24. (a) Hvat er serstaklinga framúrskarandi av tí Jehova hevur skapt á jørðini, og hvussu? (b) Hví er tað órímiligt at siga at menniskjað menti seg frá djórunum?
24 Sum frá leið skapti Jehova ymiskt evnisbundið lív á jørðini, urtirnar, trøini, blómurnar, fiskarnar, fuglarnar og djórini á landi. (1 Mósebók 1:11-13, 20-25) Síðan segði Gud við verkstjóra sín: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík . . . So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.“ (1 Mósebók 1:26, 27) Av tí at menniskjað varð skapt í Guds bílæti, líkt honum, við Guds stóru eginleikum kærleika, vísdómi, rættvísi og makt, var tað nógv fremri enn djórini. Menniskjað hevur tað fram um djórini at tað er ført fyri at tilbiðja Gud, at hugsa og gera framtíðarætlanir. Djórini hava ikki vit sum hjálpir teimum at gera skilagóðar metingar, tey verða leidd av loynivitsku, instinkti. Er tað ikki órímiligt at siga at eingin Skapari er til, men at tann gávuríki, vitigi menniskjaskapningurin menti seg frá óvitigum djórum? — Salmúr 92:6, 7; 139:14.
25, 26. (a) Hvørjar frálíkar møguleikar fingu menniskjuni? (b) Hví skuldi fólkavøksturin ikki elvt trupulleikar?
25 Gud setti menniskjað í „ein urtagarð í Eden, úti eysturi“. Tað var ein gleðinnar urtagarður, sum urtagarðurin á permumyndini, hóast bert tvey menniskju vóru har, Ádam og kona hansara. Tað upprunaliga paradísið er ikki til longur — tað varð oyðilagt í Vatnflóðini á Nóa døgum — men kortini vita vit á leið hvar í Miðeystri tað lá, tí enn tann dag í dag finnast nakrar áir sum sambært Bíbliuni runnu gjøgnum Paradísið. (1 Mósebók 2:7-14) Tað lá væl fyri hjá menniskjunum at brúka henda urtagarðin sum støði tá tey skuldu fjølgast og dyrka alla jørðina, og so við og við gera hana alla til eitt paradís. — Esaias 45:12, 18.
26 Bæði Gud og sonur hansara arbeiða, og tí gav hann eisini menniskjunum eitt arbeiði at gera á jørðini. (Jóhannes 5:17) Við Ádam og Evu, tann fyrsta mannin og ta fyrstu kvinnuna, segði hann: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist.“ (1 Mósebók 1:28) Merkti hetta at menniskjað skuldi nørast, fylla jørðina, og halda áfram at nørast til jørðin var ovfylt? Nei. Tá onkur biður teg fylla ein kopp við te, stoytir tú ikki til tað rennur yvir, og teið flýtur um alt borðið. Tú fyllir koppin og einki meir. Á sama hátt merkti tað tá Jehova segði: „Fyllið jørðina,“ at menniskjuni skuldu fylla jørðina passaliga fulla, og so skuldi nøring menniskjanna halda uppat. Hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki í einum fullkomnum mannasamfelag. Tað er bert í nútíðar heiminum við einari ófullkomnari mannaætt at fólkavøksturin økist so mikið at tað elvir trupulleikar.
Hví loyvir Gud líðingum og óndskapi?
27. Hvørjir spurningar mugu nú svarast?
27 Um Gud hevur í hyggju at skapa eina paradísiska jørð, hvussu ber tað so til at jørðin í dag er so full av óndskapi, líðing og sorg? Um Gud er alvaldur, hví hevur hann so loyvt hesum viðurskiftum so leingi? Er nøkur vón um at trupulleikarnir fáa ein enda? Hvat sigur Bíblian?
28. Hvussu byrjaði uppreisturin í Paradísinum?
28 Bíblian vísir at trupulleikarnir hjá menniskjum byrjaðu tá ein sonur Guds í tí andaliga heiminum gjørdi uppreistur ímóti fullveldi ella yvirvaldsrætti Jehova. (Rómbrævið 1:20; Sálmur 103:22, NW, lestrarútgávan, undirgr.) Hesin eingilin var ivaleyst at finna millum gudssynirnar ið frøddust tá menniskjað varð skapt. Men girnd og stoltleiki rótfestust í hjarta hansara, og hann varð drigin og lokkaður av ynskinum um at fáa Ádam og Evu at tilbiðja seg í staðin fyri Skapara teirra, Jehova. Nakað sum ein búktalari brúkar eina dukku, tosaði hesin eingilin ígjøgnum eina slangu og lokkaði Evu til ólýdni móti Gudi. Maður hennara, Ádam, fylgdi henni í ólýdni. — 1 Mósebók 2:15-17; 3:1-6; Jákup 1:14, 15.
29. (a) Hvør stríðsspurningur varð reistur og mátti avgerast? (b) Hvussu hevur Gud tikið við avbjóðing Satans? (c) Hvussu kunnu vit øll vera við til at geva Gudi eitt svar til Satan?
29 Hesin uppreistrarhugaði eingilin varð nevndur ’hin gamli ormurin’. (Opinberingin 12:9; 2 Korintbræv 11:3) Hann fekk eisini navnið Satan, sum merkir „Mótstøðumaður“, og Djevulin, ið merkir „Útspillari“. Hann ivaðist um at harradømi Jehova á jørðini var rætt og rættvíst, og hann bjóðaði Gudi av við at pástanda at hann, Satan, nú kundi venda allari mannaættini burtur frá tí sonnu tilbiðjanini. Gud hevur givið Satani umleið 6000 ár at prógva hetta, soleiðis at stríðsspurningurin um fullveldi Jehova kundi verða avgjørdur eina ferð med alla. Mannasjálvstýri óheft av Gudi hevur víst seg at vera eitt syndarligt mistak. Men trúgvandi menn og kvinnur, og teirra millum er Jesus tað besta dømið, hava hildið fast við sakloysi sítt fyri Gudi í teimum ringastu royndunum, og á tann hátt hava tey hevjað Jehova og prógvað at Djevulin er ein lygnari. (Lukas 4:1-13; Job 1:7-12; 2:1-6; 27:5) Tú kanst eisini halda fast við sakloysi títt. (Orðtøkini 27:11) Men Satan er ikki einasti fíggindi okkara. Hvør annar fíggindi er?
Deyðin ein fíggindi
30. Hvat sigur Bíblian um revsingina fyri ólýdni?
30 Gud hevði ásett revsingina fyri ólýdni — deyðan. Tá hann feldi dómin yvir ta fyrstu kvinnuna, segði hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“ Við mannin Ádam segði hann: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:16-19) Tey ólýdnu hjúnini vórðu víst burtur úr tí eydnuríka paradísinum til ta ódyrkaðu jørðina. Sum tíðin leið doyðu tey. — 1 Mósebók 5:5.
31. Hvat er synd, og hvørjar fylgjur hevur syndin havt fyri menniskjuni?
31 Ikki fyrr enn Ádam og Eva høvdu mist fullkomileikan fingu tey børn. Øll menniskju í dag eru eftirkomarar teirra í ófullkomileika, og tí doyggja øll. Ein bíbliuskrivari greiðir soleiðis frá tí: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin . . . trongdi [soleiðis] ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ Hvatt er „syndin“? Tað er ikki at liva upp til markið fyri fullkomileika. Jehova Gud góðkennir ikki tað ið er ófullkomið og letur tað tí heldur ikki liva. Av tí at øll menniskju arvaðu synd og ófullkomileika frá tí fyrsta menniskjanum, Ádami, hevur ’deyðin rátt’ yvir teimum. (Rómbrævið 5:12, 14) Syndig menniskju doyggja, akkurát sum djórini. — Prædikarin 3:19-21.
32. Hvussu greiðir Bíblian frá deyðanum sum vit arvaðu?
32 Hvat er so „deyðin“? Deyði er tað mótsetta av lívi. Gud gav manninum útlit til endaleyst lív á jørðini um hann var lýðin. Men hann var ólýðin, og revsingin var deyði, ikki-tilvera. Gud segði einki um at lívið hjá manninum skuldi flytast til ein andaheim ella til eitt brennandi „helviti“ um hann var ólýðin ella doyði. Hann hevði ávarað mannin: „Tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ Tað var manndráparin, Djevulin, sum leyg tá hann segði: „Einki skulu tit doyggja.“ (1 Mósebók 1:17; 3:4; Jóhannes 8:44) Tað øll menniskju arvaðu frá Ádami er deyðin, at verða mold aftur. — Prædikarin 9:5, 10; Sálmur 115:17; 146:4.
33. (a) Hvør frálík framtíð væntar menniskjunum og jørðini? (b) Hvørji trý mál fremur Jehova við soni sínum?
33 Er so eingin framtíð fyri ta doyggjandi mannaættina? Jú, ein undursom framtíð! Bíblian vísir at Guds ætlan um eitt paradís á jørðini fyri øll menniskju, eisini tey sum nú eru deyð, ikki skal svitast. Jehova sigur: „Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín.“ „Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.“ (Esaias 66:1; 60:13) Í sínum ómetaliga kærleika sendi Jehova son sín, Orðið, til jørðina so menniskjaheimurin kundi fáa lív gjøgnum hann. (Jóhannes 3:16; 1 Jóhannes 4:9) Vit skulu nú kanna trý tiltøk sum Jehova fremur gjøgnum son sín, tey eru (1) ein loysn verður fingin úr deyðans veldi, (2) deyð fáa uppreisn til lív, og (3) ein fullkomin stjórn verður sett á stovn fyri alla mannaættina.
Loysn úr deyðanum
34, 35. (a) Hvørji vóru einastu ráðini um menniskjuni skuldu loysast úr deyðanum? (b) Hvat er eitt loysigjald?
34 Úr gamlari tíð hava Guds profetar víst álit, ikki á ódeyðiligleika menniskjans, men á vónina um at Gud vildi „loysa tey“ úr deyðanum. (Hoseas 13:14) Men hvussu kundu menniskju verða loyst úr deyðans bandi? Fullkomna rættvísi Jehova kravdi „lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn“. (5 Mósebók 19:21) Tá nú Ádam við vilja var ólýðin og spilti sítt fullkomna lív burtur so øll menniskju frá honum arvaðu deyðan, mátti eitt annað fullkomið menniskja altso koma í Ádams stað og við sínum fullkomna lívi lata tað gjaldið, ið kundi keypa tað aftur sum Ádam hevði mist.
35 Tann rættvísa meginreglan at gjalda ’líka fyri líka’ hevur upp gjøgnum søguna havt almenna viðurkenning. Tosað verður um at „rinda eitt loysigjald“. Hvat er eitt loysigjald? Tað er „eitt gjald ið verður latið fyri at fáa ein persón ella ein lut aftur frá tí sum heldur henda persónin ella lutin í fangilsi. Vit siga soleiðis at krígsfangar ella trælir verða keyptir leysir, tá teir verða latnir leysir móti einum gjaldi. . . . Eitt og hvørt ið verður latið í staðin fyri ella sum bót fyri persónin, er hansara loysigjald.“ * Síðan Ádam syndaði hava øll menniskju verið sum krígsfangar ella trælir, bundin av ófullkomileika og deyða. Fyri at loysa tey, mátti eitt loysigjald fáast til vega. Fyri at eingin ivi skuldi verða nú ella seinni um hvørt loysigjaldið var nóg gott, var tað neyðugt at offra eitt fullkomið menniskjalív, eitt lív ið svaraði fullkomiliga til tað Ádam oyddi burtur.
36. Hvussu útvegaði Jehova tað fullkomna mannalívið sum var neyðugt til loysigjald?
36 Men hvar var eitt slíkt fullkomið menniskjalív at finna? Øll menniskju eru fødd ófullkomin, tí tey stava frá tí ófullkomna Ádami. „Maður kann ikki keypa bróður sín leysan, hann kann ikki geva Gudi loysigjald fyri hann.“ (Sálmur 49:8) Jehova nøktaði tørvin tá hann, av djúpa kærleika sínum til menniskjuni, læt sín dýrabara frumborna son verða tað neyðuga offrið. Hann flutti tað fullkomna lívið sum andaligi sonur hansara, Orðið, hevði, til móðurlívið hjá tí jødisku moynni Mariu. Tann unga kvinnan varð við barn og átti ein son ið fekk navnið „Jesus“. (Matteus 1:18-25) Tann ið skapti lívið var sjálvandi eisini førur fyri at gera eitt so stórbart undur.
37. Hvussu vísti Jesus øllum menniskjum ið ynskja lívið kærleika?
37 Jesus vaks til manndóm, bjóðaði seg fram fyri Jehova og varð doyptur. Við dópinum heimilaði Gud honum at gera hansara vilja. (Matteus 3:13, 16, 17) Av tí at jørðiska lívið hjá Jesusi kom úr himlinum og var fullkomið, kundi hann brúka tað sum offur og loysa alla mannaættina úr deyðanum. (Rómbrævið 6:23; 5:18, 19) Sum hann segði: „Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava tað í yvirflóð.“ „Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.“ (Jóhannes 10:10, Ny Verden-oversættelsen; 15:13) Tá Satan læt Jesus avrætta á einum pínslutræi, gav Jesus seg yvir til henda ræðuliga deyða, væl vitandi at tey menniskjuni ið trúðu á hann skuldu fáa lív gjøgnum hesa endurloysingarskipanina. — Matteus 20:28; 1 Timoteus 2:5, 6.
Uppreisn til lív
38. Hvussu varð Guds sonur vaktur upp frá deyðum, og hvørji prógv eru um hetta?
38 Hóast fíggindar drupu Guds son, misti hann ongantíð rættin til fullkomið lív sum menniskja, tí hann helt fast við sakloysi sítt fyri Gudi. Men hvussu skuldi Jesus, deyður og grivin, brúka hetta stóra virðið — rættin til lív sum menniskja — so tað kom at gagna mannaættini? Aftur gjørdi Jehova eitt undur, tað fyrsta av sínum slag. Tann triðja dagin Jesus lá í grøvini læt Jehova hann rísa upp frá deyðum til lív sum ein ódeyðiligur andaskapningur. (Rómbrævið 6:9; 1 Pætur 3:18) Fyri at grundfesta trúnna á uppreisnina materialiseraði Jesus seg í fleiri førum og vísti seg í mannalíki fyri lærisveinunum, einaferð fyri meir enn 500 í senn. Eingin teirra, heldur ikki ápostulin Paulus, sum seinni varð blindaður tá tann dýrmetti Jesus vísti seg fyri honum, hevði nakra orsøk til at ivast um tað undrið sum Jesu uppreisn var. — 1 Korintbræv 15:3-8; Ápostlasøgan 9:1-9.
39. (a) Hvussu brúkar Jesus virðið av sínum offri, og hvør fær í fyrstu atløgu gagn av tí? (b) Hvat annað stórt undur tosaði Jesus um?
39 Tá 40 dagar vóru lidnir fór tann upprisni Jesus til himmals, hann fór fram fyri Gud við virðinum av sínum fullkomna offri ið skuldi loysa mannaættina frá deyðanum. „Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul.“ (Hebrearabrævið 10:12, 13) Tey fyrstu ið verða loyst við hesum loysigjaldinum eru eitt ’lítið fylgi’ av trúføstum kristnum sum „hoyra Honum til“. (Lukas 12:32; 1 Korintbræv 15:22, 23) Tey eru ’keypt frá menniskjunum’ og verða tí í uppreisnini andaskapningar saman við Kristi í himlinum. (Opinberingin 14:1-5) Men hvussu er vorðið við teimum mongu deyðu sum nú liggja í grøvnunum? Tá Jesus var á jørðini segði hann at Faðirin hevði givið honum vald at døma og geva lív. Hann helt fram: „Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum [minnisgrøvunum, Ny Verden-oversættelsen], skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey . . . skulu rísa upp.“ (Jóhannes 5:26-29) Hann leiðir tey fram til lívið í paradísinum á jørðini.
40, 41. (a) Greið frá hvat „uppreisn“ merkir. (b) Hví kunnu vit líta á Guds lyfti um uppreisnina?
40 Legg til merkis at Jesus segði: „Undrist ikki á hetta!“ Men kortini, hvussu kann eitt menniskja sum leingi hevur verið deytt loysast úr deyðanum og koma aftur til lívið? Er kroppurin ikki vorðin mold aftur? Kanska eru enntá nøkur frumevni sum likamið var gjørt av tikin upp í plantur og djór. Nú merkir uppreisn ikki at teir somu evnafrøðiligu byggisteinarnir verða førdir saman aftur. Hon merkir at Gud endurskapar tað sama menniskjað, við tí somu persónmenskuni. Hann ger eitt nýtt likam úr evnum í jørðini, og hann gevur hesum likaminum tey somu eyðkennini, tað sama lyndið, tað sama minnið, tað sama lívsmynstrið sum viðkomandi hevði uppbygt áðrenn hann doyði.
41 Kanska hevur tú upplivað at húsini hjá tær, sum tú vart so góður við, brunnu í grund. Men kortini var tað lætt hjá tær at lata húsini byggja aftur, tí teir ymisku smálutirnir sum vóru tær so kærir, stóðu týðiliga prentaðir í minninum. Tað er tí eisini skilligt at Gud, sum av fyrstu tíð skapti minnið, er førur fyri at endurskapa tey menniskjuni sum hann hevur goymt í minninum tí hann elskaði tey. (Esaias 64:7) Tað er orsøkin til at Bíblian brúkar málberingina „minnisgrøvunum“. Tá tað er tíð hjá Gudi, letur hann tey deyðu koma aftur til lívið, hann ger undurverk, akkurát sum hann gjørdi undurverk tá hann skapti tann fyrsta mannin, bert fer hann hesa ferð at gera undurverkið aftur og aftur, óteljandi ferðir. — 1 Mósebók 2:7; Ápostlasøgan 24:15.
42. Hví kunnu vit líta á at tað æviga lívið verður veruleiki?
42 Gud leiðir mannaættina aftur til lívið, hon noyðist ongantíð at doyggja aftur. Men hvussu ber tað til at liva um ævir á jørðini? Tað er møguligt og gjørligt tí tað er Guds vilji og ætlan. (Jóhannes 6:37-40; Matteus 6:10) Tann einasta orsøkin til at menniskjuni doyggja í dag, er at tey arvaðu deyðan frá Ádami. Men tá vit hugsa um tað óendaliga ríkidømið av undursomum lutum á jørðini sum tað var ætlanin at menniskjuni skuldu gleðast um, so er eitt lív ið varir minni enn hundrað ár alt ov stutt! Tá Gud gav mannabørnunum hesa jørð, ætlaði hann at tey skuldu halda áfram at liva so tey kundu gleðast um dýrdina í skaparaverkinum, ikki bert í hundrað ár, heldur ikki í túsund ár, men til ævigar tíðir. — Sálmur 115:16; 133:3.
Tann fullkomna friðarstjórnin
43. (a) Hví er tørvur á einari fullkomnari stjórn? (b) Hvat hevur Jehova ætlað hesum viðvíkjandi?
43 Av tí at fyrstu foreldur okkara vrakaðu Guds lóg, hevur Satan fingið ávirkan á mannastjórnirnar. Bíblian nevnir hann sera hóskandi ’gudin í hesum heimi’. (2 Korintbræv 4:4) Kríggini og ræðuleikarnir sum mannastjórnir hava verið atvoldin til, og mutrið og støðuloysið ið hava eyðkent tær, prógva tað. Fólkasambandið og Sameindu Tjóðirnar hava ikki megnað at faá frið burtur úr øllum hurlivasanum. Mannaættin rópar so at siga eftir einari friðarstjórn. Ber tað ikki til at hugsa sær at Skaparin, tá hann hevur í hyggju at endurstovna Paradísið á jørðini, eisini vil skipa fyri einari fullkomnari stjórn í hesum paradísinum? Tað er júst tað Jehova hevur ætlað at gera. Kongurin ið umboðar hann í hesari stjórnini er „Friðarhøvdingi“ hansara, Kristus Jesus, og „á høvdingadøminum og friðinum verður eingin endi“. — Esaias 9:6, 7, Ny Verden-oversættelsen.
44. (a) Hvar skal henda stjórnin hava sæti? (b) Hvør kemur at manna hana?
44 Bíblian vísir at tann fullkomna stjórnin fær sæti í himli. Úr hesi lagaligu støðu fer kongurin Jesus Kristus at útinna eitt munagott stýri um alla jørðina í rættvísi. Haraftrat fer hann at hava stjórnarfelagar í hesi ósjónligu, himmalsku stjórnini. Teir verða valdir millum trúføst menniskju, Jesu lærisveinar sum hildu út við honum í royndum og sum orð hansara vórðu vend til: „Eg tilsigi tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur tilsagt Mær tað.“ (Lukas 22:28, 29) Tey ið verða tikin til himmals at stjórna við Kristi Jesusi eru bert fá. Somuleiðis verða í tjóðunum nú í tíðini eisini bert fá vald at sita í ríkisdegnum ella parlamentinum. Bíblian vísir at Kristus Jesus bert fer at hava 144.000 stjórnarfelagar. Guds ríki, ella hansara stjórn í himli, fevnir sostatt um Kristus Jesus og 144.000 menniskju sum eru tikin frá jørðini til himmalin. (Opinberingin 14:1-4; 5:9, 10) Hvussu verður so við jørðini? Sálmur 45:17 sigur at kongurin setir menniskju „til høvdingar á allari jørðini“. Hesir „høvdingar“ á jørðini, stjórnarligu umsjónarmenninir, verða tilnevndir úr himli tí teir hava djúpan kærleika til rættvísar meginreglur. — Samanber við Esaias 32:1.
45, 46. (a) Hvat var høvuðsevnið í Jesu boðan á jørðini? (b) Hví varð tann fullkomna stjórnin ikki sett á stovn alt fyri eitt? (c) Hvat ger 1914 til eitt merkisár í profetorðunum og í søguni?
45 Nær og hvussu verður henda fullkomna stjórnin stovnað? Tá Jesus gekk á jørðini var Ríkið høvuðsevnið í boðan hansara. (Matteus 4:17; Lukas 8:1) Hann stovnaði kortini ikki Ríkið tá í tíðini, og heldur ikki tá hann reis upp frá deyðum. (Ápostlasøgan 1:6-8) Sjálvt tá hann fór til himmals mátti hann framvegis bíða til ta tíðina Jehova hevði ásett. (Sálmur 110:1, 2; Hebrearabrævið 1:13) Profetorðini í Bíbliuni vísa at tann ásetta tíðin kom í 1914. ’Men,’ spyr onkur, ’var tað ikki so at 1914 merkti byrjanina til eina røð av ræðuligum hendingum heldur enn stovnsetanina av einari fullkomnari stjórn?’ Jú, nettupp! Neyvt samband er millum Guds ríkis komu og tær vanlukkuligu hendingarnar tey seinastu árini, sum vit nú skulu síggja.
46 Í 35 ár undan 1914 hevði Vagttårnet (nú tað átrúnaliga tíðarritið sum hevur fingið ta størstu útbreiðsluna í heiminum) víst á 1914 sum eitt merkisár í teimum bíbilsku profetorðunum. Á áhugaverdan hátt fóru hesi profetorðini at ganga út í 1914. Eisini tey sum Jesus sjálvur bar fram fyri 1900 árum síðani, um eitt ’tekin’ ið skuldi vísa seg tá tann núverandi heimsskipanin nærkaðist endanum, og sum skuldi prógva at hann ósjónliga var hjástaddur sum kongur. Sum svar til tann spurningin lærisveinarnir settu viðvíkjandi hesum ’tekninum’ segði hann: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar. Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.“ (Matteus 24:3, 7, 8) Sum ein beinrakin uppfylling byrjaði fyrri heimsbardagin í 1914, og við honum ein oyðing ið var sjey ferðir størri enn tann ið stóðst av øllum teimum 900 bardøgunum sum høvdu verið tey undanfarnu 2500 árini! Verkirnir hava hildið áfram síðan tá. Hevur tú upplivað krígsoyðingina, matvørutrotið ella onkran av teimum stóru jarðskjálvtunum sum hava herjað jørðina síðan 1914? Tá hevur tú við egnum eygum sæð ’teknið’ ið vísir at hetta er „tíð endans“ fyri hesa heimsskipanina. — Dániel 12:4.
47. Hvussu hava hendingarnar tey farnu árini gjørt tað alsamt týðiligari at ’teknið’ gongur út?
47 „Verkirnir“ settu nýggj met í seinna heimsbardaga, sum var fýra ferðir so oyðandi sum tann fyrri, og nú í atomøldini. Hetta hendir sum ein uppfylling av profetorðunum hjá Jesusi: „Á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar . . . og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur.“ (Lukas 21:25, 26) At brotsgerðirnar og óndskapurin økjast, at børn eru ólýðin, ungdómskriminaliteturin, og at gudloysið og siðloysið vindur upp á seg — alt hetta varð eisini fráboðað sum eyðkenni ið skuldu merkja teir ’síðstu dagarnir’ fyri hesa óndu skipanina. — 2 Timoteus 3:1-5; Matteus 24:12.
48. Hvør er atvoldin til ’verkirnar’ á jørðini, og hví hava teir vundið upp á seg síðan 1914?
48 Men um tann himmalska stjórnin varð stovnað í 1914, hví er tá slík neyð á jørðini? Satan Djevulin hevur skuldina. Tað fyrsta Kristus gjørdi eftir at verða settur sum kongur í Ríkinum, var at fara í hernað ímóti Satani í teimum ósjónligu himlunum. Úrslitið var at Satan, „ið villleiðir allan heimin“, varð kastaður niður í námind av jørðini og einglar hansara við honum. Hann veit at oyðing hansara nærkast í stórum, og tí elvir hann ófrið og meinbogar á jørðini. „Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“ — Opinberingin 12:7-9, 12.
49. (a) Hvat verður gjørt við tey sum „oyða jørðina“? (b) Hvussu fer Jehova at útinna dómin yvir tjóðirnar?
49 Fáa hesir verkirnir ein enda? Ja! — tá hin himmalska stjórnin sjálv, ríki hins almáttuga Guds, leggur uppí fyri at „oyða tey, sum oyða jørðina“. (Opinberingin 11:18; Dániel 2:44) Gud fer ongantíð at loyva politiskum veldum, følskum kristnum ella nøkrum øðrum at oyða verk hansara, Jørðina, við teirra atomvápnum. Tvørturímóti sigur hann: „Dómur Mín er, at Eg savni heidningafólk, sanki saman ríki, og helli vreiði Mína oman yvir tey, alla brennandi vreiði Mína.“ (Zefanias 3:8) Jehova vil, við sínum Kristusi, brúka teir veldigu máttir hann ræður yvir í alheiminum til eina knúsandi oyðing av øllum teimum sum fylgja Satani á jørðini. Oyðingin fer at røkka um alla klótuna, til støddar sum vatnflóðin á Nóa døgum. — Jeremias 25:31-34; 2 Pætur 3:5-7, 10.
50. (a) Hvat er Harmageddon? (b) Hvørji verða tey einastu ið koma undan Harmageddon við lívinum?
50 Í Bíbliuni verður henda oyðingin av óndum tjóðum nevnd Guds bardagi við Harmageddon. (Opinberingin 16:14-16) Bert tey spaklyntu, sum søkja Jehova og rættvísi, kunnu koma undan Harmageddon við lívinum og inn í friðsælu nýggju skipan Guds. (Zefanias 2:3; Esaias 26:20, 21) Um hetta sigur Bíblian: „Tey spaklyntu ogna sær jørðina, og tey kunnu gleðast um nógvan frið.“ (Sálmur 37:11, Ny Verden-oversættelsen) Tá byrjar tað stórfingna arbeiðið við at endurreisa Paradísið á jørðini!
Útbúgving ið gevur atgongd til Paradísið
51. Hví er tað neyðugt at gera nakað nú?
51 Hevði tú viljað livað í Paradísinum? Svarar tú ja, man tað gleða teg at vita at tá Jesus tosaði um ta truplu heimsskipanina í okkara tíð og ’teknið’ um at oyðing hennara var nær, legði hann aftrat: „Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.“ Í hvussu er nøkur, ið hoyra til ættarliðið ið sá hinar ’fyrstu verkirnar’ í 1914, skulu liva so leingi at tey síggja Paradísið verða endurreist á jørðini. (Matteus 24:3-8, 34) Kortini mugu vit tíverri sanna at fjøldin í dag gongur eftir tí breiða vegnum ið førir til undirgangin. (Matteus 7:13, 14) Bert stutta tíð aftrat ber tað til hjá teimum at broyta kós. Vit kunnu takka Jehova fyri at hann gav okkum ávaring meðan tíð var. Av tí at Jehova ynskir at vit skulu liva, vil hann hjálpa okkum at taka tey neyðugu stigini. — 2 Pætur 3:9; Ezekiel 18:23.
52. Hvat mást tú hava fyri at kunna velja rætt, tá tað snýr seg um átrúna?
52 Tað sum tær tørvar nú, er nágreiniligur kunnleiki. (1 Timoteus 2:4; Jóhannes 17:3) Hvar fært tú hann? Fæst hesin kunnleikin hjá øllum kirkjum ella trúarbólkum? Nøkur siga at allir átrúnar enda á sama stað, eins og allar fjallagøtur føra til toppin á fjallinum. Men í hesum fara tey skeiv. Tann sum vil ganga í fjøllunum má brúka eitt kort ella leiga ein førara fyri at finna ta røttu gøtuna og ikki villast. Á sama hátt er tað bert ein sonn trúgv ið førir til ævigt lív, og vit mugu hava vegleiðing fyri at finna hana. — Ápostlasøgan 8:26-31.
53. (a) Hvat mást tú halda áfram at gera fyri at fáa ævigt lív? (b) Hvørjum freistingum frá Satani mást tú vinna á?
53 Jehova Vitni hava gjørt henda bóklingin fyri at hjálpa tær. Hann hevur longu hjálpt tær at skilja nakrar grundsannleikar í Bíbliuni. Ivaleyst hevur tú fingið vissu fyri at alt sum stendur í honum, byggir á innblásta orð Guds. Fyri at koma nærri at málinum, mást tú halda áfram at læra. Eins og tað er neyðugt at hava eina góða verðsliga útbúgving fyri at fáa eina støðu í nútíðarsamfelagnum, soleiðis er tað eisini neyðugt at vit hava eina góða bíbilska útbúgving um vit skulu vera før fyri at koma inn í tað samfelagið sum óskalað skal halda áfram at liva í Paradísinum á jørðini. (2 Timoteus 3:16, 17) Satan roynir kanska at fáa teg burtur frá hesum við at eggja tínum nærmastu til at arbeiða ímóti tær ella við at freista teg til at fylgja einari materialistiskari ella siðleysari kós. Men fír ikki fyri honum. Tín egna trygd og øll framtíðin hjá tær og tínum er treytað av at tú heldur áfram at studera Bíbliuna. — Matteus 10:36; 1 Jóhannes 2:15-17.
54. Hvar hevur tú møguleika at fáa framhaldandi bíbilska undirvísing?
54 Aftrat tínum framhaldandi bíbliulestri kanst tú eisini á annan hátt fáa tær kunnleika. Nógv í grannalagnum hjá tær sum fegin vilja læra meira um Bíbliuna, koma regluliga til møtini í ríkissalinum hjá Jehova Vitnum. Øll sum koma har, koma fyri at verða lærd úr Bíbliuni, og tey royna reinlynt at gerast betri menniskju. Tey eru fús at bjóða nýggjum vælkomnum við at siga sum profeturin: „Komið, latið okkum fara niðan á fjall [Jehova] [staðið har hann verður tilbiðin], . . . so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!“ (Esaias 2:3) Góðar grundir til at vera við til slík bíbilsk møti standa at lesa í Hebrearabrævinum 10:24, 25, sum ljóðar: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan — soleiðis sum siður er hjá summum — men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“
55. (a) Hvør munur er á Jehova samkomu og øðrum trúarbólkum? (b) Hví eru Jehova vitni sameind sum einki annað fólk?
55 Tá tú kemur í samkomu Jehova, fært tú at síggja at har er ein heilt annar hýrur enn í templunum og kirkjunum. Har er eingin pengainnsavnan, einki klandur og kjak, og eingin mismunur vegna familjuviðurskifti ella fíggjarstøðu. Tann eginleikin ið týðiligast kemur til sjóndar millum Jehova vitni er kærleiki. Tey elska fyrst og fremst Jehova og síðan síni medmenniskju. Hetta er eyðkennið hjá teimum sonnu kristnu. (Matteus 22:37-39; Jóhannes 13:35) Tú átti at komið til møtini hjá teimum og sæð fyri teg sjálvan. Einleikin teirra millum man ivaleyst ávirka teg. Nú eru meir enn tríggjar milliónir Jehova vitni í meir enn 200 londum um allan heimin, og kortini fylgja vitnini allastaðni á jørðini tí somu møtiskránni. Bløðini og bøkurnar hjá teimum verða samstundis prentað á nógvum málum, tí kann fjøldin av Jehova vitnum kring jørðina studera tey somu bíbilsku evnini á møtunum hvørja viku við bert fáum tímum í tíðarmuni. Tann einleikin ið eyðkennir felagsskapin hjá Jehova er eitt nútíðar undur í okkara spjadda heimi.
56. (a) Hvussu kann tað gagna tær at koma saman við samkomu Jehova? (b) Hvussu eigur tú at bera teg at tá trupulleikar stinga seg upp? (c) Hví er tað umráðandi at víga sítt lív til Jehova?
56 Um somu tíð sum tú regluliga kemur saman við Jehova fólki, mást tú lata teg í ’hitt nýggja menniskjað’ og dyrka fruktirnar av Guds anda — ’kærleika, gleði, frið, langmóð, blíðskap, góðsku, trúgv, mildleika, fráhald’. (Kolossebrævið 3:10, 12-14; Galatabrævið 5:22, 23, Ny Verden-oversættelsen) Tá fert tú at kenna teg veruliga nøgdan. Kanska fært tú av og á trupulleikar at vinna á, tí tú livir í einum spiltum heimi ella tí tú sjálvur ert ófullkomin. Men Jehova vil hjálpa tær. Orð hansara gevur teimum sum av heilum huga royna at tekkjast honum hesa vissu: „Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.“ (Filippibrævið 4:6, 7) Tú kemur at kenna teg drignan av kærleika Jehova, so tú ynskir at tæna honum. Jehova vitni vilja fegin vísa tær hvussu tú kanst víga títt lív til henda góða Gud og njóta tann framíhjárætt at gerast hansara vitni. (Sálmur 104:33; Lukas 9:23) Ja, tað er so avgjørt ein framíhjárættur. Sum vitni hansara verður tað møguligt hjá tær at fáa ævigt lív í einum paradísi her á jørðini. — Zefanias 2:3; Esaias 25:6, 8.
57. (a) Hvussu nært samband verður millum Gud og menniskju í tí nýggju skipanini? (b) Greið frá nøkrum vælsignilsum vit kunnu gleða okkum til.
57 Halt tí áfram at studera og vaksa í kærleika og fatan av Jehova Gudi og syni hansara og tí himmalsku rættferðarstjórnini. Soleiðis greiða profetorðini í Bíbliuni frá Guds stjórn og teimum vælsignilsunum hon skal lata streyma niður yvir menniskjuni: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum.“ „Gud sjálvur“, sum er so hátt hevjaður yvir tað sjálviska, oyðileggjandi menniskjaveldið nú í tíðini, fer sum ein góður Faðir at vera nær hjá øllum teimum ið elska og tilbiðja hann í tí nýggju skipanini. Tá verður bert ein átrúni, tann sanna tilbiðjanin av Jehova Gudi, og tey ið tilbiðja hann verða sum børn í nærum sambandi við Faðirin. Og Jehova verður sanniliga ein góður Faðir! „Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4.
58. Hví kunnu vit vera vís í at Jehova ’ger alt nýtt’?
58 Á henda hátt verður tað stóra undrið at stovna eitt paradís á jørðini undir einari fullkomnari himmalskari stjórn framt. Tað er líka so víst sum at sólin bæði fer at rísa og seta í morgin. Tí lyftini sum Jehova, Skapari himins og jarðar, hevur givið, eru „trúverd og sonn“. Tað er hann sum úr hásæti sínum í himli sigur: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ — Opinberingin 21:5.
Fyri at taka uppaftur tað sum stendur í hesum bóklinginum, hvussu vilt tú so svara hesum spurningunum?
Á hvønn hátt er Bíblian nakað serligt?
Hvat hevur tú lært um Gud?
Hvør er Kristus Jesus?
Hvør er Satan Djevulin?
Hví hevur Gud loyvt tí illa?
Hví doyggja menniskjuni?
Í hvørjari støðu eru tey deyðu?
Hvat er endurloysingin?
Hvussu og nær verður uppreisnin?
Hvat er Guds ríki, og hvat fer tað at útinna?
Hvat er ’teknið’ upp á ’endan á heimsskipanini’?
Hvussu kanst tú gera teg til reiðar at liva ævigt í Paradísinum?
[Undirgreinar]
^ stk. 4 Sum stuðul fyri tí áður nevnda verður víst til hesi versini í Bíbliuni: (1) Ápostlasøgan 17:26; Sálmur 46:10; Mika 4:3, 4; Esaias 65:21-23; (2) Esaias 65:25; 11:6-9; 55:12, 13; Sálmur 67:7, 8; (3) Job 33:25; Esaias 35:5, 6; 33:24; Sálmur 104:24; (4) Esaias 55:11.
^ stk. 9 Har einki annað er viðmerkt, eru bíbliuuppafturtøkurnar í hesum bóklinginum eftir umseting Victor Danielsens, endurskoðaðu útgávuni 1974, og har henda umseting umskrivar Guds navn til „HARRIN“, vísa vit á at tað er ein umskriving av JHVH í upprunatekstinum og skriva [Jehova].
^ stk. 11 Monarchs and Tombs and Peoples — The Dawn of the Orient, síða 25.
^ stk. 35 Cyclopedia of Biblical, Theological, and Ecclesiastical Literature av J. McClintock og J. Strong, bind 8, síða 908.
[Lestrarspurningar]
[Myndir]
Menniskjað er skapt við nógvum fyrimunum fram um djórini
[Mynd]
Jesus svaraði til tann fullkomna mannin Ádam