Jehova — hvør er hann?
Jehova — hvør er hann?
TÁ HENRI MOUHOT, franskur kanningarfari úr 19. øld, høgdi sær veg gjøgnum frumskógin í Kambodja, kom hann fram á eina breiða borgargryvju, sum umgyrdi eitt tempul. Tað var Angkor Vat, størsti átrúnaðarligi minnisvarðin í heiminum. Mouhot sá alt fyri eitt, at teir mosavaksnu bygnaðirnir vóru verk av mannahondum. „Reist av einum fortíðar Michelangelo tykist tað uppaftur glæsiligari enn nakað av tí, grikkar og rómverjar lótu okkum,“ skrivaði hann. Hóast teir stórfingnu bygningarnir høvdu ligið oydnir og órøktir í øldir, ivaðist hann onga løtu í, at onkur einaferð hevði staðið fyri byggingini, at onkur hevði skapt teir.
Visti tú, at niðurstøðan í eini gamlari bók við vísdómsorðum er tann sama? Hon sigur: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Onkur hevur kanska hug at siga: ’Náttúran virkar øðrvísi enn mannaverk.’ Men hesum taka allir granskarar ikki undir við.
Eftir at hava ásannað, at „biokemisku skipanirnar ikki eru lívleysar“, spyr Michael Behe, dosentur í biokemi á Lehigh universitetinum í Pennsylvania, USA: „Kann ein vitugur einstaklingur hava skapt tær livandi biokemisku skipanirnar?“ Hann heldur fram og vísir á, at granskarar nú skapa grundleggjandi broytingar í livandi verum við eitt nú gentøknifrøði. Bæði deyðir og livandi lutir kunnu altso evnast til og virkast! Meðan Behe professari granskar tann ørlítla, livandi kyknuheimin, greiðir hann frá teimum ótrúliga torgreiddu skipanunum av eindum, sum tørva hvørja aðra fyri at virka. Hvørja niðurstøðu kemur hann til? „Úrslitini av samsavnandi royndunum við at kanna kyknuna — kanna lív á mýlskum støði — boða greitt og skilliga frá, at hon er upphugsað og evnað til, at hon er ’skapt!’“
Íðan, hvør skapti so allar hesar torgreiddu skipanirnar?
Hvør skapti tær?
Svarið finna vit í Bíbliuni, gomlu vísdómsbókini, sum vit nevndu í byrjanini. Fyrstu orðini í Bíbliuni siga greitt og einfalt, hvør skapti alt: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ — 1 Mósebók 1:1.
Fyri at gera mun á sær sjálvum og øðrum, ið bera gudsheiti, gevur Skaparin seg kortini til kennar við einum sernavni. „So sigur Gud [Jehova], sum skapti himmalin . . ., sum breiddi út jørðina við tí, ið á henni veksur, sum gevur fólkunum á henni andadrátt.“ (Esaias 42:5, 8) Jehova er navnið á tí Gudi, sum gav alheiminum form og skapti menn og kvinnur á jørðini. Men hvør er Jehova? Hvør Gud er hann? Og hví skuldi tú lurtað eftir honum?
Hvat merkir navn hansara?
Fyrst spyrja vit: Hvat merkir Jehova, navn Skaparans? Guddómliga navnið verður skrivað við fýra hebraiskum bókstøvum (יהוה) og stendur nærum 7000 ferðir í hebraiska partinum av Bíbliuni. Hildið verður, at navnið er ein bending av hebraiska sagnorðinum ha·wahʹ („at verða“) og merkir „Hann letur (ella: fær at) verða“. Tað merkir, at Jehova vísiliga letur seg sjálvan verða alt, sum honum nýtist til at fremja sínar ætlanir. Hann verður Skapari, Dómari, Frelsari, Lívbjargari og mangt annað fyri at halda lyfti síni. Hartil kemur, at navnið Jehova á hebraiskum er bent soleiðis, at tað merkir eitt verk, sum er í gerð. Jehova letur altso støðugt seg sjálvan verða tann, ið fremur síni lyfti. Hann er ein livandi Gud!
Høvuðseginleikar Jehova
Bíblian lýsir henda Skaparan, ið heldur síni lyfti, sum ein sera dragandi persón. Jehova opinberar sjálvur serligu eginleikar sínar og sigur: „[Jehova]! [Jehova]! — miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd.“ (2 Mósebók 34:6, 7) Jehova verður lýstur sum ein „náðigur Gud“. Hebraiska orðið, sum her verður týtt „náði“, kann eisini merkja „loyalur kærleiki“. Um somu tíð sum hann fremur ævigu ætlan sína, sýnir Jehova loyalt skapningum sínum kærleika. Virðismetur tú ikki slíkan kærleika høgt?
Jehova er eisini seinur til vreiði og skjótur at fyrigeva syndir okkara. Tað kennist gott at vera í nánd av einum, sum ikki er knarrutur, men fúsur at fyrigeva. Men tað merkir kortini ikki, at Jehova letur illgerðir fara uttan átalu. Hann sigur: „Eg [Jehova], elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt.“ (Esaias 61:8) Sum rættferðar Gud letur hann ikki í ævir um seg ganga, at skammleysir syndarar halda áfram í óndskapi sínum. Vit skulu tí ikki ivast í, at Jehova til sína ásettu tíð fer at fáa skil á órættvísini í heiminum kring okkum.
At halda fullkomna javnvág millum kærleika og rættvísi krevur vísdóm. Tann vísdómin hevur Jehova til fulnar víst í sambandinum við okkum. (Rómbrævið 11:33-36) Sjálvsagt, tí vísdómur hansara ger allastaðni vart við seg, eisini í undurfullu náttúruni. — Sálmur 104:24; Orðtøkini 3:19.
Men vísdómur røkkur ikki í sjálvum sær. Skal Skaparin fremja sín vilja, má hann eisini hava vald, og tað hevur hann sambært Bíbliuni: „Lyftið eygu tykkara móti hæddini og hyggið! — Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali . . . so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ Ja, Jehova hevur nóg ’stóra kraft og veldi’ til at fremja vilja sín. Eru slíkir eginleikar hjá Jehova ikki dragandi?
Fyrimunir við at kenna Jehova
Jehova ’virkaði ikki jørðina til at liggja í oyði, nei til bústað hjá fólki virkaði Hann hana’ — fólki, sum hevur týdningarmikið samband við hann. (Esaias 45:18; 1 Mósebók 1:28) Hann hevur umsorgan fyri skapningum sínum á jørðini. Hann gav menniskjum eina fullkomna byrjan í einum frálíkum heimi, einum paradísi. Men tey eru í ferð við at spilla jørðina, og tað harmar Jehova almikið. Kortini fer hann, sum navn hansara eisini sigur frá, at fremja upprunaligu ætlan sína við menniskjunum á jørðini. (Sálmur 115:16; Opinberingin 11:18) Hann endurreisir Paradísið á jørðini til teirra, ið fegin vilja liva sum hansara lýdnu børn. — Orðtøkini 8:17; Matteus 5:5.
Seinasta bókin í Bíbliuni lýsir lívið, sum tað verður í Paradísinum: „Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ (Opinberingin 21:3, 4) Hetta er lívið, Jehova unnar tær. Sanniliga ein góðgerin Faðir! Hevur tú hug at læra meira um hann og tað, ið krevst fyri at sleppa at liva í Paradísinum?
Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens, og har hon umskrivar eginnavn Guds til „HARRIN“, vísa vit á tað, og skriva í staðin [Jehova].