Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Atsøkt fyri rættferðar sakir

Atsøkt fyri rættferðar sakir

Atsøkt fyri rættferðar sakir

Kanska hoyrir tú frá vinum og skyldfólki at Jehova vitni hava trupulleikar við lógini, at tey eru forboðin í summum londum, ella at tey á annan hátt eru vánamenniskju. Hví hava tey so ringt orð á sær?

Tað er ikki tí tey ikki hava virðing fyri lógini, men tí tey ganga í Jesu fótasporum. Jesus segði sínum lærusveinum at fólk skuldu deila teir, søkja at teimum og lúgva alt ilt um teir. Alt hetta kemst av at høvuðsmótstøðumaður Guds, Satan, er gudur í hesum heiminum, og hann vil helst ikki at nakar tænir Gudi. — Matteus 5:10-12; 10:16-22, 34-39; 24:9, 10; Jóhannes 15:17 til 16:3; 2 Timoteus 3:12; 1 Pætur 5:8; Opinberingin 12:17.

Tá ápostlarnir vórðu handtiknir og førdir fyri rættin, var tað ikki tí teir vóru lógbrótarar, yvirgangsmenn ella uppreistrarmenn. Tað var tí teir boðaðu gleðiboðskapin. Tá ápostulin Paulus kærdi sína søk fyri einum hægri dómstóli, var tað fyri at verja og løgfrøðiliga staðfesta rættin hjá teimum kristnu at boða gleðiboðskapin. — Ápostlasøgan 4:18-20; 5:28-32; Filippibrævið 1:7.

Jehova vitni eru lóglýðin kristin ið gjalda sín skatt og hava virðing fyri yvirvaldinum. Tey geva keisaranum tað ið keisarans er, og Gudi tað ið Guds er. Koma tey at standa andlit til andlits við nakað yvirvald, er tað tí yvirvaldið ikki viðurkennir at tey hava rætt at boða ella ikki viðurkennir uttanveltaðu støðu teirra í tjóðanna viðurskiftum. Men í slíkum spurningum mugu Jehova vitni hava somu støðu sum ápostlarnir ið søgdu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Ápostlasøgan 5:29; Markus 12:17; Jóhannes 18:36; Titus 3:1, 2.

Jehova vitni vilja ikki endiliga verða atsøkt. Tey vilja heldur liva í friði og náðum. Men søkir nakar at teimum tí tey lýða Guds lóg og fylgja Jesusi Kristi eftir, gleðast tey um at úthalda tað. — Matteus 5:10-12; Ápostlasøgan 5:40, 41; 1 Korintbræv 4:12; 1 Timoteus 2:2; 1 Pætur 3:14, 15; 4:12-16.

Hví hava Jehova vitni ringt orð á sær, og hví verða tey atsøkt?

Hví hava Jehova vitni við hvørt trupulleikar við yvirvaldinum, eins og Jesu ápostlar?

Hvussu meta Jehova vitni atsóknir?

[Myndir á síðu 29]

Jesus varð førdur fram fyri Pilatus og ápostulin Paulus varð fongslaður — báðir tí teir boðaðu Guds ríki