Ferðandi umsjónarmenn — arbeiðsfelagar fyri sannleikanum
Ferðandi umsjónarmenn — arbeiðsfelagar fyri sannleikanum
Í teirri kristnu samkomuni í fyrstu øld vitjaðu ferðandi umsjónarmenn samkomurnar fyri at uppbyggja tær. Teir leitaðu sær ikki persónligan vinning, men góvu heilhjartaðir seg sjálvar fyri at hjálpa trúarfeløgum sínum, so teir framvegis livdu Gudi verdiga. — Ápostlasøgan 11:23, 24; 14:21, 22; 15:32; 20:2, 31-35; Filippibrævið 2:20-22, 29; 1 Tessalonikabræv 2:5-12.
Í dag vitja ferðandi umsjónarmenn eisini samkomurnar hjá Jehova Vitnum. Teir hava nógv ár á baki í boðaraarbeiðinum hjá Jehova Vitnum og sum umsjónarmenn. Teir hava tikið seg burtur úr verðsligum arbeiði og hava ikki ábyrgd av egnum húsarhaldi, tí kunnu teir vera í fulltíðartænastuni av heilum huga. Eru teir giftir, tænir konan vanliga í hesari fulltíðartænastuni saman við manninum.
Økisumsjónarmaðurin hevur skyldu at syrgja fyri einum øki við 18 til 25 samkomum. Hann vitjar hvørja samkomu í økinum eina viku umleið tvær ferðir um árið, og eftir tveimum ella trimum árum verður hann fluttur til eitt annað øki. Soleiðis fáa samkomurnar fyrimunir av gávum og royndum hjá ymiskum umsjónarmonnum.
Økisumsjónarmaðurin metur um andaligu støðuna í samkomuni og tað arbeiðið hon ger. Hann heldur fleiri fyrilestrar fyri samkomuni, og hann hevur eisini eitt møti við teimum elstu og samkomutænarunum, so teir saman kunnu kanna hvussu teir betur kunnu tæna samkomuni at gagni.
Í vikuni fylgjast bæði hann og kona hansara, um hann er giftur, við Vitnunum í samkomuni út í tænastuna og hjálpa teimum at gera dugnagott arbeiði hús úr húsi. Hann og kona hansara vitja eisini fólk ið nýliga hava fingið áhuga, fyri at styðja tey í trúnni. Tú kanst biðja um eina slíka vitjan.
Umdømisumsjónarmaðurin hevur tær somu andaligu fyritreytirnar og líknandi royndir. Hann ferðast øki úr øki, har hann tænir eina viku í senn í
samband við økisstevnurnar ið verða hildnar. Hann og kona hansara arbeiða eisini saman við boðarunum í einari samkomu í tí økinum tey vitja. Hann er til tær seinastu venjingarnar til økisstevnuskránna og heldur fleiri fyrilestrar á stevnuni, eisini hin almenna fyrilesturin.Tá teir ferðandi umsjónarmenninir hava endað vitjan sína í einari samkomu ella einum øki, halda teir áfram til ta næstu og fylgja har somu skránni, inntil allar samkomur ella øll øki eru vitjað. Eitt slíkt umfar tekur umleið seks mánaðir. Síðan byrja teir umaftur.
Í summum londum hava teir ferðandi umsjónarmenninir ein bil til taks, ella teir brúka almenna ferðasambandið. Í øðrum londum súkkla ella ganga teir. Felagið rindar ferðaútreiðslurnar hjá teimum og sendur teimum eina lítla samsýning til neyðugar persónligar lutir. Vanliga kunnu hin ferðandi umsjónarmaðurin og konan búgva og eta hjá limunum í teimum samkomunum tey vitja.
Hetta er ein tænasta ið krevur ósjálvsøkni. Teir ferðandi umsjónarmenninir og konur teirra hava sett sær fyri at tæna samkomunum uttan at vera øðrum til byrði. — 1 Tessalonikabræv 2:9.
• Hvat var endamálið við ferðandi umsjónarmonnum í tí kristnu samkomuni í fyrstu øld?
• Hvørjar fyritreytir gera teir ferðandi umsjónarmenninar førar fyri at útinna hesa tænastu í dag?
• Greið frá tænastuni hjá økis- og umdømisumsjónarmonnunum og lívshátti teirra.
[Mynd á síðu 20]
Umdømisumsjónarmaður talar á einari økisstevnu
[Myndir á síðu 21]
Økisumsjónarmenn undirvísa í boðanini hús úr húsi, tosa við teir elstu í samkomunum, eru við til bíbliulestrar hjá fólki ið nýliga hava fingið áhuga, halda fyrilestrar í samkomum