Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Framleiðsla av bókum og bløðum ið prísa Gudi

Framleiðsla av bókum og bløðum ið prísa Gudi

Framleiðsla av bókum og bløðum ið prísa Gudi

Jehova Vitni eru kend fyri at boða Guds ríki við prentaða orðinum. Síðan 1920 hevur Vakttornsfelagið rikið prentsmiðjur har sjálvboðin Jehova vitni hava framleitt bøkur og bløð at lata fólki. Hetta hava tey gjørt fyri støðugt at fáa til vega lesitilfar til lægst møguligan prís.

Felagið hevur nú gjøgnum 60 ár ment og víðkað um framleiðsluna av bíbilskum lesitilfari, fyrst í Brooklyn og seinni í øðrum londum við. Og alt arbeiðið verður gjørt av einari vaksandi sjálvbodnari manning.

Síðst í 1970unum varð so við og við farið burtur frá teim vanligu seti- og prenthættunum fyri at taka elektroniska tekstviðgerð, fotosats og offsetprent í nýtslu. Ein trupulleiki var tó at tann útgerðin ið var at fáa, bert kundi viðgera eitt avmarkað tal av málum. Men Felagið gav longu lesitilfar út á 160 málum, og tørvur var á uppaftur fleiri.

Tí vórðu sjálvboðin innkallað til at gera eina elektroniska fotosatsskipan ið kundi viðgera nóg nógv mál. Úrslitini vóru avbera góð. Tað eydnaðist at gera neyðug tøknilig frambrot, og ein tekstviðgerðar- og fotosatsskipan, nevnd MEPS, varð gjørd. Við henni ber tað til at viðgera tekstir á nærum 200 málum, og orkan kann økjast til uppaftur fleiri.

Í dag verður henda MEPS-skipanin sum Jehova Vitni hava framleitt, brúkt í 25 londum, og ætlanin er at brúka hana í fleiri londum aftrat. Sjálvbodnir arbeiðarar úr hesum londum hava lært at handfara og halda útgerðina. Felagið framleiðir nú bløð á meira enn 100 málum í 36 londum, og í fimm teirra gera tey eisini innbundnar bøkur og bíbliur.

Alt hetta virksemið krevur stóra manning — fólk ið kunnu skriva, týða, rættlesa, prenta og binda bøkur inn. Onnur hava flutning um hendi, brævskriving og roknskap. Og uppaftur onnur syrgja fyri matvøruframleiðslu, matgera, gera reint, vaska klæðir og so framvegis. Alt hetta arbeiðið gera sjálvboðin í teimum ymisku londunum. Í 1985 vóru kring heimin 8438 sjálvboðin sum tæntu á teim ymisku skrivstovunum, prentsmiðjunum, jarðarbrúkunum og bústøðunum, ið kallast betelheim.

Hvørji eru hesi menniskjuni? Tey eru menn og kvinnur, gift og ógift, ung og gomul, sum øll eru vígd Jehova vitni. Summi hava arbeitt her í 40, 50 og enntá 60 ár. Tey arbeiða í miðal 44 tímar um vikuna, við hvørt longur tá tørvur er á tí. Kvøldini og vikuskiftini eru sett av til at boða gleðiboðskapin hús úr húsi og annað samkomuvirksemi.

Kring heimin búgva hesir arbeiðararnir á einum av Felagsins betelheimum, har tey eisini fáa frían kost. Aftrat hesum fáa tey eina lítla samsýning at rinda ferðaútreiðslur í tænastuni við og eina lítla upphædd til neyðugar persónligar lutir.

Síðan 1920 hava hesir sjálvbodnu arbeiðararnir framleitt meira enn 9 milliardir bíbliur, bøkur, bløð og bóklingar á umleið 200 málum til allan heimin. Tey gera sítt til at hin ævigi gleðiboðskapurin kann verða boðaður sum góð tíðindi fyri øllum tjóðum og ættarbólkum, øllum tungumálum og fólkum. — Opinberingin 14:6, 7.

Hvat virksemi rekur Vakttornsfelagið, og hví?

Hvør ger hetta arbeiðið, og hvussu búgva tey?

[Myndir á síðu 24]

Sjálvboðin gera ymiskt arbeiði á prentsmiðju, skrivstovu, betelheimi og jarðarbrúki í Brooklyn og Wallkill, New York, USA

[Myndir á síðu 25]

Sjálvbodnir arbeiðarar gera ymiskt arbeiði ið hevur beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til framleiðsluna av bíblium og bíbilskum lesitilfari

Spania

Týskland

Finnland

Kanada

Danmark

Svøríki

Suðurafrika

Brasilia

Holland

Australia