Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fulltíðartænarar ganga á odda í boðanini

Fulltíðartænarar ganga á odda í boðanini

Fulltíðartænarar ganga á odda í boðanini

Tað fyrsta Jehova vitnið ið vitjaði teg var kanska ein fulltíðarboðari, ein pionerur. Jehova Vitni fáa ikki pengar fyri at boða, tí hevur tú kanska undrast á hvussu hesir pionerarnir kunnu brúka fulla tíð í tí kristnu tænastuni.

Øll vígd og doypt Jehova vitni eru orðsins tænarar ella boðarar, men tey flestu hava familjuskyldur ella aðrar skyldur ið forða teimum at brúka meira enn nakrar fáar tímar um vikuna í tænastuni. Fleiri túsund Jehova vitni um allan heimin hava kortini sett síni lívskrøv so mikið niður, at tey klára seg uttan at arbeiða fulla tíð fyri at brúka í minsta lagi 1000 tímar um árið í tí kristnu tænastuni.

Slíkir pionerar kunnu sjálvandi ikki brúka so nógvar pengar upp á seg sjálvar, men fyri teir er hetta ein máti at søkja Guds ríki fyrst uppá. Og teir fáa nógv vælsignilsi. Bara tað at kunna tosa við onnur um Guds orð í umleið 90 tímar hvønn mánað, er í sjálvum sær frálíkt. Fulltíðarboðarin verður betur førur fyri at boða tann kristna boðskapin, og hann hevur tíð at vitja aftur har fólk vísa áhuga. Hetta gevur gleðilig úrslit. Teir hava tað teimum tørvar materielt, og teir meta tað teir eiga høgt. — Matteus 6:33.

Í februar 1943 grundaði Vakttornsfelagið bíbliuskúlan Gilead. Endamálið var at útbúgva royndar fulltíðarboðarar til at tæna sum trúboðarar í fremmandum londum. Undirvísingin, sum tekur fimm mánaðir, fevnir um ein nágreiniligan bíbliulestur, bíbliusøguna, felagsskapin hjá Jehova og líknandi evni ið kunnu vera fyrireiking til tænastuna í fremmandum økjum.

Felagið rindar ferðina til trúboðaraøkið og syrgir fyri mati og bústaði á einum trúboðaraheimi. Aftrat hesum fær hvør trúboðari eina lítla samsýning til neyðugar persónligar lutir. Trúboðararnir býta arbeiðið ímillum sín, teir skiftast um at keypa, matgera og halda reint. Tá syrgt verður fyri trúboðarunum á henda hátt, eru teir førir fyri at brúka í minsta lagi 140 tímar um mánaðin í boðanini hús úr húsi og til at leiða bíbliulestrar við áhugaðum.

Nógvir trúboðarar tæna í økjum ið liggja fleiri túsund kilometrar burtur frá familju og heimi. Teir hava vant seg við onnur livikor og aðra mentan, nýggjan mat, annað veðurlag og eitt annað mál. Hetta gera teir tí teir hava kærleika til síni medmenniskju og inniliga ynskja at hjálpa teimum at læra um Guds ríki.

Frá 1943 til 1985 hava 80 næmingaflokkar fingið útbúgving á Vakttornsins bíbliuskúla Gilead, og skúlin hevur sent meira enn 6000 trúboðarar út. Undir Felagsins leiðslu hava teir verið slóðbrótarar í tí bíbilska undirvísingararbeiðinum í Afrika, Millum- og Suðuramerika, Fjareystri og á Kyrrahavsoyggjunum, og teir hava eisini gjørt eitt stórt arbeiði í Norðuramerika og Europa.

Annaðhvørt Jehova vitni eru fulltíðarboðarar sum pionerar ella trúboðarar, ella parttíðarboðarar, gevur tænastan teimum ongan peningaligan vinning. Tey geva sína tíð og pengar, seg sjálvan, fyri at hjálpa øðrum, so tey kunnu fáa tann kunnleikan ið førir til ævigt lív. — Jóhannes 17:3.

Hvussu kunnu nøkur Jehova vitni brúka alla sína tíð í boðanini, og hví gera tey tað?

Hvussu fáa fulltíðarboðarar trúboðaraútbúgving?

Hvørja hjálp fáa trúboðarar í fremmandum økjum?

[Myndir á síðu 22]

Vinstrumegin: Skúlastova á Gileadskúlanum í Brooklyn, New York

Høgrumegin: Trúboðari undirvísir í Guds orði í Papua-Ný Guinea

[Myndir á síðu 23]

Pionerar og trúboðarar ið boða Guds orð í ymiskum londum

Brasilia

Dominikanska Lýðveldinum

Spania

Sierra Leone