Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleðiríkar stevnur Gudi til heiðurs

Gleðiríkar stevnur Gudi til heiðurs

Gleðiríkar stevnur Gudi til heiðurs

Fyrst í 1880unum skiltu bíbliustudentarnir at tað hevði verið gott um teir, aftrat møtunum í samkomuni, eisini savnaðust við trúarfeløgum úr øðrum plássum. Tí fóru teir at skipa fyri árligum stevnum fyri bíbliustudentar úr øllum USA, og seinni eisini úr Kanada. Slíkar stevnur, har fleiri dagar vórðu settir av til nágreiniliga bíbliuundirvísing, vóru andaliga lívgandi og góvu høvi til felags uppbygging í trúnni. Dópur av nýggjum trúgvandi gjørdist ein fastur táttur í skránni á stevnunum. Aftrat hesum vórðu stevnurnar eisini nýttar til at geva almenninginum ein meira umfatandi vitnisburð. — Rómbrævið 1:11, 12.

Nú í tíðini halda Jehova Vitni eisini regluligar stevnur. Fleiri samkomur, vanliga millum 18 og 25, eru saman í tí vit nevna einum øki, har ein ferðandi umsjónarmaður tænir og vitjar samkomurnar. Tvær reisur um árið verður skipað fyri einari økisstevnu, har samkomurnar í økinum, ella ein partur av teimum, koma saman leygardag og sunnudag.

Eina ferð um árið verða størri stevnur hildnar í tríggjar ella fýra dagar við fleiri túsund luttakarum, tær verða nevndar umdømisstevnur. Hesar stevnurnar eru andaliga uppbyggjandi fyri Jehova vitni og onnur sum hava áhuga fyri arbeiði teirra, og tær geva eisini ein almennan vitnisburð.

Skránna á hesum stevnunum hevur stýrandi ráðið hjá Jehova Vitnum lagt eftir tí tørvi Vitnini kring heimin í løtuni hava. Har eru fyrilestrar, samrøður og sýningar við hentari leiðbeining, framførdar av ferðandi umsjónarmonnum og dugandi Vitnum úr samkomunum. Summi siga eisini frá persónligum royndum, hvussu tey hava tikið við teirri avbjóðingini tað mangan er at liva sum kristin í einum gudleysum heimi, ella tey siga frá úrslitum tey hava havt í tænastuni. Á umdømisstevnunum eru haraftrat sjónleikir — antin bíbilskir leikir við hendingum úr fortíðini, ella nútíðarmyndir ið vísa hvussu kristin kunnu vinna á trupulleikum sum verða teimum fyri á okkara døgum.

Tá steðgur er í skránni, eru matur og ymiskt leskiligt at fáa, sum luttakararnir kunnu njóta saman. Alt arbeiðið í samband við hesar stevnur gera sjálvboðin Jehova vitni. Útreiðslur til leigu av hølum og annað verður goldið við sjálvbodnum pengagávum. Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavnan fer fram.

Í samkomuni hjá Jehova vitnum á staðnum kanst tú fáa at vita nær og hvar hesar stevnur verða hildnar nærhendis bústaði tínum. Tú kanst eisini fáa at vita um skipað er fyri felagsferðum hagar, og hvussu tú fært innivist í stevnubýnum.

Slíkar stevnur hjálpa Jehova vitnum og øllum ið savnast við teimum at síggja at samkoman á staðnum er ein partur av einum heimsumfatandi brøðraskapi. — 1 Pætur 2:17.

Hvat fingu teir fyrstu bíbliustudentarnir burtur úr stevnunum teir hildu?

Greið frá skipanini við økisstevnum og umdømisstevnum og skránni á stevnunum.

[Myndir á síðu 18]

Bíbilskur sjónleikur á einari umdømisstevnu, USA

Altjóða stevna, Polen

Altjóða stevna, Argentina

Økisstevna, Japan

Stevnuluttakarar við bókborðið, Schweiz

Dópur á einari altjóða stevnu, Suðurafrika

Nýggj bíbliuhandbók verður givin út, Kanada

Stevnuluttakarar syngja saman, Spania