Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds ætlan er nú nærum framd

Guds ætlan er nú nærum framd

Guds ætlan er nú nærum framd

Tá Gud skapti jørðina ætlaði hann at lukkulig menniskju skuldu búgva á henni í einum rættvísum umhvørvi. Um menniskjuni framvegis skuldu liva, máttu tey lýða Guds lógum, men tey bæði fyrstu menniskjuni vóru ólýðin, og sum syndarar fingu tey deyðadóm. Soleiðis bar tað til at allir eftirkomarar teirra arvaðu syndina og deyðan. — 1 Mósebók 1:27, 28; 2:16, 17; 3:1-19; Rómbrævið 5:12.

Gud, sum eitur Jehova, gjørdi av at beina fyri fylgjunum av ólýdni og synd á jørðini. Sum fráleið varnaðist hann millum menniskjuni ein trúfastan mann, Ábram, og broytti navn hansara til Ábraham. Gud lovaði Ábraham at eftirkomarar hansara skuldu gerast til stóra tjóð, og at Hann, Gud, gjøgnum hesa tjóðina skuldi fáa til vega eitt avkom, sum allar ættir á jørðini kundu verða vælsignaðar við. — 1 Mósebók 12:1-3; 18:18, 19; 22:18; Sálmur 83:19; Hebrearabrævið 11:8-16.

Seinast í sekstandu øldini f.o.t. vóru eftirkomarar Jákups, ella Ísraels, ið var abbasonur Ábrahams, vorðnir til tólv ættir sum livdu í trældómi í Egyptalandi. Jehova fríaði hesar ísraelsmenn út úr Egyptalandi og gjørdi teir til eina tjóð. Við Mósesi gav hann teimum á Sinaifjalli eina lóg, tjóðskaparligu grundlógina. Sjálvur var hann Kongur, Dómari og Lóggevari hjá teimum. Á henda hátt gjørdust ísraelsmenn Guds útvalda fólk, hansara vitni, ið vórðu skipað til at fremja hansara vilja. Úr hesum fólkinum skuldi Messias koma, og hann skuldi stovna eitt ævigt ríki, ið skuldi koma fólki úr øllum tjóðum til gagns. — 2 Mósebók 19:5, 6; 1 Krønikubók 17:7-14; 1 Kongabók 4:20, 25; Esaias 33:22; 43:10-12; Rómbrævið 9:4, 5.

Tá 1500 ár vóru liðin — ella fyri umleið 2000 árum síðani — sendi Gud einborna son sín úr himli til jarðar. Føddur av tí ungu moynni Mariu fekk hann navnið Jesus og gjørdist arvingi til tað ríkið sum Gud hevði lovað forfaðir hansara Dávidi. Tretivu ára gamal varð Jesus doyptur av Jóhannesi Doypara og fór síðan at boða Guds ríki. Hann grøddi sjúk menniskju, og vísti soleiðis hvussu tað komandi ríkið skuldi vælsigna mannaættina. Í líknilsum greiddi hann frá tí Gud kravdi av teimum, ið vildu fáa ævigt lív. Síðan varð hann dripin á einum pínslutræi, og soleiðis gjørdist fullkomna mannalív hansara eitt offur ið endurloysti menniskjuni. — Matteus 1:18-24; 3:13-16; 4:17-23; 6:9, 10; kapittul 13; 20:28; Lukas 1:26-37; 2:14; 4:43, 44; 8:1; Jóhannes 3:16; Ápostlasøgan 10:37-39.

Jesus hevði greitt frá at tað messianska ríkið ikki skuldi setast á stovn fyrr enn langt úti í framtíðini, tá endin kom fyri ta núverandi heimsskipanina. Tá tann tíðin kom skuldi hann, sitandi kongur í himli, gera vart við at hann ósjónligur var hjástaddur og ansaði teim hendingum ið fóru fram á jørðini. Viðurskiftini í heiminum vísa at vit hava livað í tí tíðarskeiðinum síðan 1914. Sum Jesus segði frá, verður gleðiboðskapurin um Ríkið nú boðaður um alla jørðina til vitnisburðar fyri øllum tjóðum. Úrslitið av hesum er, at fólk úr øllum tjóðum skilja seg út og taka støðu fyri Guds ríki. Tey gleða seg til at yvirliva endan á hesi heimsskipanini og fáa ævigt lív á jørðini undir tí messianska ríkinum. — Matteus, kapitlini 24 og 25; Opinberingin 7:9-17.

Nógvar kirkjur og trúarsamfeløg siga seg í dag gera Guds vilja. Men hvussu skalt tú bera teg at fyri at finna ta sonnu kristnu samkomuna? Tú mást kanna tað Bíblian sigur um ta kristnu samkomuna í fyrstu øld, og vita hvør ið líkist tí fyrimyndini í dag.

Hvønn leiklut høvdu Ábraham og Ísrael í fremjanini av Guds ætlan?

Hvat útinti Jesus við tænastu síni og við deyða sínum?

Hvørjar hendingar skuldu sambært profetaorðunum fara fram í okkara tíð?